Greiður sigur til Mjølnir

Flogbóltur: Mjølnirkvinnurnar lótu ongan iva vera um hvat av liðunum var tað betra leygardagin. Mjølnir vann greiðan 2-0 sigur

Fleyr-Mjølnir 0-2


Mjølnirkvinnurnar hava av álvara fótað sær í bestu kvinnudeildini eftir sjokkið í byrjanini av kappingarárinum.

Síðani fyrsta umfar hava tær vunnið allar dystirnar og tí liggja tær einsamallar á odda í meistaradeildini.

Leygardagin vóru klaksvíkskvinnurnar í Havn og leiktu ímóti Fleyr, og úrslitið var ein greiður sigur til Mjølnir.

Mjølnir vann 2-0, men tað er ikki øll søgan aftanfyri sigurin, tí í øllum fýra settunum var talan um greiða Mjølnir yvirvág.

Settúrslitini vóru 21-7, 21-12, 21-6 og 21-9, so her var ongantíð nakar ivi um hvat av liðunum var tað betra.


Væl skipaðar

Tað er eingin ivi um, at mótstøðan hjá Mjølni viknaði við tí, at Súsanna McBirnie gavst at leika fyri stuttum. Hennara royndir vóru sera týdningarmiklar fyri yngru leikararnar á liðnum, og tí var smeiturin stórur tá hon gavst.

So hevur tað ikki vigað nóg nógv upp ímóti, at Fleyr hevur fingið útlendskan venjara, tí hevur hann ikki tilfari kann hann einki gera.

Hjá Mjølni er harafturímóti nógv betri skil á spælinum.

Teirra spæl er einastandandi væl skipað, og tá tær hava ein góðan dag eru tær sera torførar at vinna á.


Móttøkan er

grundarlagið

Sereyðkenni hjá Mjølni hevur verið ein sera effektiv móttøka, sum hevur givið hevaranum tilfar at arbeiða við.

Margit Joensen, sum eisini hevur verið fastur móttøkuleikari á landsliðnum hevur verið ein knassi í móttøkuspælinum og við hennara spæli hevur Marjun Kalsø kunna fingið tað neyðugu breiddina í spæli.

Tina Jacobsen sum spælir á miðjuni hevur av álvara fingið gongd á sítt spæl eisini, og leygardagin vísti hon, í løtum, sína styrki á miðjuni.

Hon plagar at vera sera effektiv, men tað er ikki altíð restin av spælinum háttar sær sum hon vil.

Uttan at vit, longu nú, skulu