StÍF-Kyndil 34-31 (17-10)
? Vit eru nokk ikki betri í løtuni enn hatta úrslitið vísir.
Orðini eigur venjarin hjá Kyndli, Sophus Dal- Christiansen, eftir teirra dyst móti teimum ósigraðu strandingunum.
Vónirnar undan dystinum um ein spennandi dyst hvurvu longu í fyrra hálvleiki, tá strandingar løgdu seg framum við sjey málum, og so var seinni hálvleikur tann bera mótbrekka hjá Kyndli.
? Vit eru ikki nóg neyvir í verjuni og fáa ikki fatur á strandingunum í teimum røttu løtunum, leggur Sophus afturat tá hann hevur hugsað seg um eina løtu og latið dystin renna gjøgnum høvdið enn einaferð.
Og orð hansara vera stuðla av tí veruleika, at strandingar fingu fimm brotskøst meðan Kyndil bara fekk tað eina.
? Vit eru eitt sindur ov seinir á teimum, og tí verður spælið ikki nóg reint, og tí fáa teir hasi brotskøstini, men tað er nokk tí, at vit í løtuni eru ikki betri enn útslitið av hasum dystinum vísir, sigur Sophus enn einaferð.
Góðar framtíðarvónir
Hóast hesin dysturin er taptur, so heldur Sophus kortini ikki at tað er vert at falla í fáa hjá teimum.
Hann vísir á, at Kyndil hevur sett sær eitt mál, sum liggur trý ár fram í tíðina og til ta tíð, skal úrslitið gerast betri.
? Vit hava sum so longu roknað við, at hetta árið skal brúkast til at finna eina meira støðuga legu, og tí taka vit tað ikki so tungt um vit ikki gerast meistarar í ár, men tað er sjálvsagt keðiligt hvørja ferð ein tapur, sigur Sophus.
Kyndil hevur fleiri ungar menn við á liðnum. Heldur venjarin, at framtíðin er tryggja við teimum?
? Tað er júst tað vit arbeiða fram ímóti. Tað er orsøkin til, at vit hava sett okkum eitt langtíðarmál. Men kortini haldi eg ikki at tað er so stórur munur á liðunum, at vit ikki kunnu gera okkum galdandi í ár, tá til stykkis kemur, sigur Kyndilsvenjarin.
Hann vísir á, at teir hava verið beinleiðis óhepnir í fleiri dystum og tapt onkran teirra við bara einum máli, og tað kann vera at hepni fer at hyggja til teirra síðu seinni í ár.
? Í fjør høvdu strandingar hatta hepni, og tað endaði við at teir gjørdust meistarar. Tí kann tað vera, at vit fara at hava eydnuna við okkum seinni, sigur Sophus Dal-Christiansen at enda.
Jónleif er samdur
Venjarin hjá strandingum er samdur við Sophusi. Hann fegnast sjálvsagt um sigurin sunnudagin, og sigur orsøkina til sigurin vera, at StÍF dugir at revsa liðini tá tey gera villur.
? Vit hava eitt einastandandi vælvirkandi skjótálop, og tá liðini gera feilir í teirra spæli, eru vit skjótir fram, og tað er nokk okkara serliga styrki í løtuni sigur hann.
Jónleif sigur kortini, at strandingar skulu vera varnir við at leggjast á rósurnar tí enn er so stutt fráliðið síðani kappingin byrjaði.
? Eg rokni við, at Kyndil fer at koma sera sterkt aftur tá vit fara undir endaspælið, og tá teir fáa sítt spæl at koyra sum tað skal tá vera teir vandamiklir fyri eitt hvørt lið, sigur Jónleif.
Annars heldur hann, at tað besta strandingar kunnu gera er at spæla sítt spæl, og taka hvønn dyst sum avgerandi dyst.
? Tað er kalt á toppinum, og øll hini liðini vilja vinna á okkum, og tí eiga vit at gera okkara ítarsta hvørja ferð. Vit skulu ikki undirmeta nakran, annars verður galin endi sigur venjarin hjá StÍF, sum næstu ferð spælir móti H71, í einum av teimum dystunum teir eiga at vinna.
? Og tað er júst tá tað gerst vandamikið, sigur hann at enda.
Dysturin í tølum:
StÍF: Artur Johansen 12 (2), John Petersen 9 (3), Jónleif Sólsker 5, Alexandur Johansen 2, Sveinbjørn Poulsen 2, Marius Joensen 2, Karstin Danielsen 2
Kyndil: Jacob Jónsson 13, Bjarni Wardum 6 (1), Rúni Poulsen 4, Hannis Wardum
3, Janus Einar Sørensen 2, Uni Wardum 1, Regin Petersen 1, Hans Á.
Dal-Christiansen 1
Brotskøst: StÍF 5, Kyndil 1
Útvísingar: StÍF 7, Kyndil 7
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen