Tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Neistin ongantíð veruliga fekk fótin fyri seg, eftir at Kyndil hevði lagt seg væl á odda í byrjanini av dystinum. Hin stórspælarin hjá Kyndli var Ann Hansen, [...] einsamøll vinna dystin fyri Neistan. Mildrið Jacobsen kom væl við á vonginum í seinna hálvleiki, men restin av liðnum spældi væl undir miðal, fyri at siga tað pent. Kyndil fekk uppreisn fyri ósigurin í steypafinaluni [...] At áhugin millum føroyingar fyri kvinnuhondbólti er um at gerast eins stórur og fyri hondbóltinum hjá monnunum varð enn eina ferð prógvað sunnudagin, tá Kyndil og Neistin møttust bert eina viku eftir,
betur frá byrjan. Teir royndu seg við eini offensivari verju, og tað riggaði væl, so eitt nú strikuspælarin hjá VÍF fekk lítið og einki burturúr. StÍF helt nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og fór [...] hálvleiks við eini leiðslu upp á 11-10. Men strandingar komu ikki í gongd í seinna hálvleiki, og VÍF tók seg framum 15-12 og seinni 18-14. Men so svaraði heimaliðið aftur, og tá tveir minuttir vóru eftir, var [...] heimadystir á rað móti ávikavist H71 og VÍF. Hetta hevur gjørt, at strandingar hava mist møguleikan fyri føroyameistaraheitinum, sum VÍF nú sær út til at fara avstað við. Vestmenningar missa ikki nógv stig
Fimm mál eftir hálvum tíma er í miðal eitt fyri hvørjar seks minuttir, og tað er sera lítið í einum hondbóltsdysti. Í seinna hálvleiki kom Neistin meira fyri seg, samstundis sum Kyndil ikki rættiliga tímdi [...] tímdi at halda á við trýstinum, og tí bleiv úrslitið »heiðurligt« fyri Neistan, sum serliga í fyrra hálvleiki líktist einum 2. deildarliði sera nógv. Annars var tað óvanliga tómligt í høllini til ein dyst
Dysturin millum GÍ og VB var javnur so at siga allan vegin. GÍ var framman fyri alla tíðina, men ongantíð so nógv, at tær kundu kenna seg tryggar. Ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki kom munurin upp
upp um hann. Eftir henda hvøkkin komu føroyingar fyri seg aftur, og hildu bóltin í egnum rekkjum. Í 24. minutti spældu Øssur Hansen og Jan Allan Müller seg ígjøgnum donsku verjuna, men skotið varð bjargað [...] skjóta. Í 51. minutti varð Nocko Jokovic sendur av vøllinum fyri eina hevnisøku móti Bartali Eliasen. Eftir hetta tók Silkeborg seg aftur á vøllin fyri at verja og tí komu teir væl frá. Føroyingar høvdu ikki [...] plássi í verjuni. Framman fyri hann spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Á miðjuni spældu Allan Mørkøre, Magni Jarnskor, Sámal Joensen og Øssur Hansen. Framman fyri lógu John Petersen og Símun
Hafnia seinnapartin hósdagin. Fundurin snúði seg millum annað um, at Fiskaren ætlar at gera eitt temablað um føroyska fiski- og alivinnu og aliídnað. Men tað, sum fyri føroyska fiskivinnu hevði størstan týdning [...] Kósina og FIS sum endaði við, at Kósin lat seg skráseta í databasanum við egnari heimasíðu. Kaj Leo Johannesen sigur, at hesin databasin er sera hentur fyri føroyskar útflutningsfyritøkur Í basanum eru [...] sleppur frá at ringja runt til nógv ymisk støð, fyri at fáa fatur á upplýsingum. ? Tú fært upplýsingar um út- og innflutningshagtøl hjá teimum ymsu londunum. Og fyri nøkur av londunum eru teir øgiliga útgreinaðir
lættari við, at fáa javnaðarveljararnar at atkvøða fyri Amsterdam-sáttmálanum. Men tað var nokk ikki á henda hátt hann vildi hava tað. Nú er vandi fyri, at stjórnin fær bæði í posa og í sekk. Fíggjarpo [...] staðni, men tað er í øllum førum greitt, at danski javnaðarflokkurin er munandi betri fyri til eitt val nú, enn hann var fyri bara 8-9 mánaðum siðani. Tá søgdu allar veljarakanningar, at javnaðarflokkurin fór [...] útskrivaði fólkatingsval. Samstundis heldur Jóhannes Martin Olsen tó, at fólkatingslimirnir eru glaðir fyri, at vali er útskrivað. ? Tað hevur ligið í luftini síðani einaferð tíðliga í heyst, at val skuldi
Service, og tað vísti seg at verða 3 unglingar sum høvdu tikið sær brúksrættin til henda bilin. Revsingin fyri bilstuldur er bót, og tí kunnu hesir menninir væntað sær eina bót fyri óbótagerðina. Bardagi [...] seinastuni. ? Eitt tíðarskeið upp á 3 mánaðar, fram til august mánað, vóru nógv innbrot, og tað vísti seg at verða ein bandi, sum framdi eina innbrotsrøð, men síðani hann varð steðgaður hevur verið stak friðarligt [...] John Mortensen um motivini til innbrotini. Hann sigur, at tað sum oftast eru unglingar sum bróta inn fyri spenningin, ella onkur sum manglar pening. ? Tíbetur hava innbrotini í seinastuni verði av teimum
Føðingardagurin varð hildin leygarkvøldið 14. februar við eini afturlítandi sýning fyri limum og gestum. Vegna Tórshavnar býráð fekk eg á tí eftirfylgjandi veitsluhaldinum høvi at siga nøkur orð. Í hesum [...] Sosialurin í øðrum parti harðliga at støddini av gávuni. Yvirskriftin ljóðar ?Býráðið eigur at skamma seg?. Sosialurin hevur - eftir fyrst at hava gjørt vart við tanna stóra týdning, sum Havnar Sjónleikarfelag [...] framvegis hava - hesa viðmerking til gávuna: ?Og tað átti Tórshavnar býráð at kunna takka felagnum fyri við eini veruligari gávu. At geva felagnum ein kekk við 5.000 krónum er ein so stór skomm, at tað
Dimmalætting skuldi heldur tikið í egnan barm og hugt nærri at núverandi løgmanni. Fyri kortum legði Tjóðveldisflokkurin uppskot fyri løgtingið um at yvirtaka fólkakirkjuna. Kjakið um fólkakirkjuna var á ógvuliga [...] skulu vit føroyingar klára nakað sum helst, tá ið vit ikki kunnu gjalda fyri okkara egnu kirkju. Tað er skomm at lata danir gjalda fyri kirkjuna, og her mugu vit bara spegla okkum í til dømis Brøðrasamkomuni [...] eftir veljarakanningina frá, at nú var flokkurin fyri loysing. Nakrar fáar dagar seinni atkvøddi Fólkaflokkurin ímóti, at føroyingar sjálvir skulu gjalda fyri sína kirkju. Hetta er láturligt. Einasti fólk