GÍ fekk tvey týdningarmikil stig

Hondbóltur: GÍ vann á VB og tryggjaði sær so at siga sætið í 1. deild

GÍ fekk tvey týdningarmikil stig í botnstríðnum við at vinna 27-21 á VB leygardagin. Bæði GÍ og VB hava nú seks stig, meðan Stjørnan á niðasta plássi hevur tvey. Sostatt skuldu bæði liðini havt tryggjað sær framhaldandi tilveruna í 1. deild.

Dysturin millum GÍ og VB var javnur so at siga allan vegin. GÍ var framman fyri alla tíðina, men ongantíð so nógv, at tær kundu kenna seg tryggar. Ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki kom munurin upp á trý mál. Í seinna hálvleiki vaks munurin støðugt, og hóast VB fekk trý tey seinastu málini í dystinum, var tað ov seint.