Neistin slapp frá tí heilt stóru eyðmýkingini, men tað sá als, als ikki gott út eftir fyrsta hálva tíman í dystinum móti Kyndli sunnudagin.
Tá hálvleikur var, hevði Kyndil fingið 17 mál og Neistin bert 5. Fimm mál eftir hálvum tíma er í miðal eitt fyri hvørjar seks minuttir, og tað er sera lítið í einum hondbóltsdysti.
Í seinna hálvleiki kom Neistin meira fyri seg, samstundis sum Kyndil ikki rættiliga tímdi at halda á við trýstinum, og tí bleiv úrslitið »heiðurligt« fyri Neistan, sum serliga í fyrra hálvleiki líktist einum 2. deildarliði sera nógv.
Annars var tað óvanliga tómligt í høllini til ein dyst millum hesi bæði liðini. Men ítróttarligu úrslitini higartil í ár hjá báðum liðunum síggjast eisini aftur í áskoðaraáhuganum. Tað var so kvirt í høllini, at tú hoyrdi hvørt orð úti á vøllinum ? tað var, sum um tað bert var eitt vanligt venjingarkvøld.
Men dysturin taldi, og Neistin hevur framvegis bert eina vón: At vinna á KÍF, tá liðini hittast aftur í allarseinasta umfarinum tann 28. mars. Um Neistin ikki vinnur henda dystin, flytir liðið niður í 2. deild, tí tað er sera, sera lítið sannlíkt, at tað fær nakað stig móti nøkrum av hinum liðunum í 1. deild.
Neistin-Kyndil 18-30 (5-17)
Neistin: Kári Mortensen 6, Páll Nólsoy 3, Svenning W. Hansen 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Bogi Henriksen 1, Høgni í Jákupsstovu 1, Jákup Sv. Kass 1, Finnur Petersen 1.
Kyndil: Bjarni Wardum 9, Hannis Wardum 8, Búi Holm 4, Bárður Johannesen 3, Hans-Áki Dahl-Christiansen 2, Uni Wardum 2, Hans Andreas Nolsøe Dahl 1, Regin Petersen 1.
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 4.








