og er farin at toga størra gummibátin fram. Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar. Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna [...] einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men [...] túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju. Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki. Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt
avlívaðir, sigur Peter Poulsen, leiðari á politistøðini í Havn. Hann leggur dent á, at talan er um hundar, ið einki frámerki hava. Stendur eitt telefonnummar á hálsbandinum, so verður ringt og sagt frá. Óvanligur [...] fær fráboðanir um leys kríatúr, so er meiri sjáldan, at kettur verða tiknar. ? Nakrar fellur eru ymsastaðni, har fólk eru illa plágað av kettum, men tað er ikki so ofta, at kettur verða fangaðar, sigur Peter [...] fyrimunin, at eru tær í hálsbandi, so verða tær sleptar aftur. Umframt hundar og einstakar kettur, so fær politistøðin eisini fráboðan um leysgangandi kríatúr. ? Tað kemur meir enn so fyri, at vit blíva
skjótast skuldi, soleiðis at Remi í vágamálinum fekk vart fyri, tá boð vóru eftir honum. At liðskiparin hjá FS Vágum, Ari Thomassen, varð rikin av vølli fyri næsta gula kortið, hjálpti so avgjørt ikki um støðuna [...] egnan fyrimun. Pólverski áleyparin, Maciej Maryniak, fekk bóltin, eftir at Jákup á Borg hevði rikið hálvan vøllin, og eftir at hava snarað sær á, langaði hann bóltin í meskarnar. Tveir minuttir seinni varð [...] var, at teir stríddust saman. Tað var eisini skjótt greitt, at hetta var neyðugt, skuldi dysturin vinnast, tí heimamenninir brúktu ikki nógvar minuttir um at leggja seg á odda. Álop endaði við, at bólturin
Danmark, so vóru eisini fleiri illsinnisgleps at hoyra um fæntandi fyriskipan. Eitt nú ilskaðust fleiri um, at meðan nøkur atgongumerki vóru raðfest við nummarrøð, vóru onnur, har einki nummar var á. At nummarleys [...] atgongd, uttan at nakað setur tó varð sett av til teirra. Hetta viðførdi, at setur, sum í veruleikanum vórðu seld øðrum, vórðu upptikin. At vallarvarparin róptu boð til foreldrini at hesum um at hava børnini [...] hátt savnast í bólkum, men Poul vísir á, at so hevði tað verið upp til keyparan at fyrireika seg soleiðis, at fleiri atgongumerki vórðu keypt í senn, soleiðis at bólkurin kundi sitið saman. Júst hetta hevur
nar var tað gull vert, at miðverjarnir vunnu so at siga allar teir høgu bóltarnar, sum komu í brotsteigin, og at Jákup Mikkelsen vísti stórspæl , tá tað rættuliga vóru boð eftir honum. Leiðslumálið miðskeiðis [...] tað, at tað, sum hevði vent niður, fór at koppa sær á, og eftir tveimum minuttum var alt vent á høvdið. Og tá teir 3.200 áskoðararnir fóru av Svangaskarði var tað við einum sterkum ráka av, at hetta hevði [...] tað vóru seinastu tríggir minuttirnir, sum so at siga bjargaðu tíðini í hi. Jóhannes Joensen, sum stóð seg væl tað lítla korterið, hann var á vongverjanum í høgru, smekkaði móti málinum, eftir at langt
Men ikki turrari enn so, at tað onkuntíð hevur verið líka lítið vatn í Kirkjuvatni, sum tað var í summar, sigur Edvard Magnussen. Tað vóru so fleiri óheppin samanfall, sum gjørdu, at fiskurin doyði. Beinanveg [...] varð boð sent eftir arbeiðsfólkinum, sum gjørdi so skjótt av, sum til bar. Men kortini doyðu 250.000 fiskar, tí luft var komin í rørini. Edvard Magnussen sigur, at hetta var serliga óheppið, og at tað var [...] tíðina, gjørdi óhappið kortini ikki, at støðin ikki fer at hóra undan, sigur Edvard Magnussen. Annars letur hann at, at tað er heldur trongligt, har smoltstøðin liggur, so møguleikarnir fyri útbygging eru
vegin at ótolnast. Teir vildu til havs, og ongantíð ov skjótt. Rullaði í meira lagi Tað gekk tó ikki so leingi, so kom súpanin kortini oman á keiina, og so var bara at loysa. Nakrir byrjaðu nú at kanna [...] myndatólið, so løtan ikki skuldi gloymast. Av miðinum Stutt eftir stóra fongin tóktist tað, at vit vóru riknir av miðinum. Hugagóðir royndu teir framhaldandi at fáa fatur á onkrum sterti, men tað var so eiðasørt [...] Nú einki beit á, var hugurin líka sum farin at svíkja eitt sindur, og tá so ungverski venjarin eisini byrjaði at kenna seg illa, varð gjørt av at sigla inn til Nólsoyar. Her var kyrt, so uttan stórvegis
Føroyar?. Regin Jespersen sigur, at ætlanin er at koyra eftir sama leisti kring alt landið, soleiðis at skilja, at verður assistanca veitt millum økini, so skulu øll vita, at tað er sami leistur, sum er galdandi [...] men fyri at verða fyrireikað til møguligt átak, vórðu boð send til Vága Bjargingarfelag um at hjálpa, um so var, at manningin bleiv tikin av skipinum og flutt til Vágar. Kalliskipanin eftir sjúkraliðnum [...] sjúkraliðnum virkar eftir eini ?telefonketu?, soleiðis at bert er neyðugt at ringja til ein persón, og vil hesin síðan ringja víðari soleiðis, at at enda hava øll fingið boð. Fjórðu ferð skal ?kontrollringjast
til, at farið verður í dag. So lagt verður at á Slættanesi. Men loypa á land og taka kvikir bátin flóðfrían. Flóðin er uppi, og eitt lítið sindur er at í sjónum, so hann verður drigin so langt niðan, sum [...] regnar nú rættiliga illa, og tað verður borið skjótt at, tá komið er at rættini í gjónni, sum skilir skorarnar báðar. Ein maður verður eftir at ansa eftir, at seyðirnir ikki fara upp í gjónna, men beint [...] óvanligt, at okkurt fer fyri bakka í slíkum støðum. Boðini komu einar fjúrtan dagar, áðrenn lagt varð til at fara. Sosialurin var við og slepti út, so rímiligt var, at boðað varð at koma eftir teimum eisini
sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík. Sum skilst á løgregluni, so er tað eitt harrans undur, at maðurin, sum var einsamallur í bilinum er á lívi. Bilurin er so illa farin, at løgreglumenninir, [...] sær á vegnum. Talan er um ein bil, sum var á veg úteftir. Stutt eftir svingið úr Runavík hevur bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, eftir øllum at døma mist tamarhaldi á bilinum. Eftir bremsisporunum [...] skilst, so er førarin helst slongdur úr bilinum, sum er rullaður runt fleiri ferðir áðrenn hann er steðgaður. Tá fólk kom á staðið, lá maðurin frammanfyri bilin, og hann var illa at holdum komin. Boð vórðu