Jan Müller
Í sambandi við arbeiðið við Tilbúgvingararætlan fyri Føroyar varð avgjørt at byrja við Vágunum: at gera eitt ?pilotprojekt?, sum síðani kundi brúkast og lagast til restina av landinum. Hetta projektið, sum vanliga verður kallað ?Vágamodellið? er komið væl áleiðis, men er tó ikki heilt liðugt enn. Sosialurin hevur tosað við Regin Jespersen hjá løgregluni í Vágum, sum er ein av lyklapersónunum í tilbúgvararbeiðinum.
Arbeiðið við tilbúgvingarætlanum er annars sett í gongd kring landið, har løgreglan, brunaumsjónin, bjargingarfeløg og kommunur í tøttum samstarvi eru í gongd við at virka eina tilbúgvingarætlan fyri teirra øki, og er ætlanin, tá ið hesar ætlanir eru lidnar, at samskipa allar hesar í eina størri ætlan, sum væntandi fær heitið ?Tilbúgvingarverkætlan fyri Føroyar?.
Regin Jespersen sigur, at ætlanin er at koyra eftir sama leisti kring alt landið, soleiðis at skilja, at verður
assistanca veitt millum økini, so skulu øll vita, at tað er sami leistur, sum er galdandi allastaðni.
Halda skeið
Taka vit Vágoynna so eru ætlanir hjá teim ymisku bólkunum samskipaðar. Tað hava verið hildin ymisk felags skeið og felags venjingar, sum hava givið eitt sera gott úrslit. Ætlanir eru eisini frammi um at gera smærri viðkomandi skeið fyri teir ymisku bólkarnar og at ?læra? hesar at samstarva.
Ein sera stóran leiklut í tilbúgvingini fyri Vágar ? og fyri so vítt um alt landið ? koma bjargingarfeløguni at hava. Í Vágum er tað Vága Bjargingarfelag, (VBF).
VBF var áður skipað sum ein stórur bólkur, men síðani gongd kom á tilbúgvingararbeiðið í Vágum er VBF skipað í fleiri smærri og størri eindir, við ?serkønum? fólkum í hvørjari eind. VBF telur nakað yvir 400 limir og kann roknast við, at eini 120 ? 150 kunnu tilkallast í eini vandastøðu. Hesi umboða ambulansatænastu, sjúkralið, bjargamenn, leitingarlið, bátalið, psykisk l. hjálparlið, rossalið, froskmenn, hjálparfólk og stuðlar.
Regin Jespersen sigur, at tað í sambandi við tilbúgvingararbeiðið varð mett, at hjálpiarbeiðið á og við eitt skaðastað átti at verða betur skipað. Tað hava ymiskar venjingar víst er neyðugt.
Tí bleiv eitt skeið gjørt, ið skeiðtænastan hjá Landssjúkrahúsinum samskipar og sum m.a. fevnir um: l. hjálp, víðkað 1. hjálp, kort- og kumpasslæru, børuteknik, samstarv við tyrlur, samstarv við læknar, samstarv við ambulansur, samstarv við løgreglu, samskifti o.s.f.
Tilsamans 39 fólk í Vágum og Mykinesi hava lokið hetta skeið, og eru hesi fólk úr heilsutænastuni í Vágum og úr VBF.
Eftir ráðføring við teir serkønu á Fróðskaparsetrinum, fekk hetta skeið/lið heiti ?Sjúkralið?.
Brúk fyri Sjúkraliðinum
Seinasta vikuskiftið var so fyrstu ferð av álvara brúk fyri hesum Sjúkraliði. Boð komu til Vága Floghavn um, at eitt franskt skip við 18 monnum var í havsneyð uttanvert Ytrabanka, og at ein bretsk tyrla helst vildi koma til Vága Floghavn við manningini. Eingin visti nakað um, hvussu manningin var fyri, men fyri at verða fyrireikað til møguligt átak, vórðu boð send til Vága Bjargingarfelag um at hjálpa, um so var, at manningin bleiv tikin av skipinum og flutt til Vágar.
Kalliskipanin eftir sjúkraliðnum virkar eftir eini ?telefonketu?, soleiðis at bert er neyðugt at ringja til ein persón, og vil hesin síðan ringja víðari soleiðis, at at enda hava øll fingið boð. Fjórðu ferð skal ?kontrollringjast? til formannin hjá VBF ella alarmcentralin, so at ein altíð veit, hvussu nógv hava fingið boð og koma.
Í tøttum samstarvi við sløkki- og bjargingartænastuna hjá Vága Floghavn, vórðu teppi fingin til vega umframt at børur eisini vóru tøkar, um hetta bleiv neyðugt.
Tað gekk stutt tíð at fáa boðini gjøgnum ?telefonketuna?, og tá ið tíðin var komin til, at Sjúkraliðið skuldi møta á Vága Floghavn, vóru 33 av teim 39 fólkunum komin til staðar. Hini restandi høvdu umstøður, sum forðaði teimum at møta.
Kl. 2000 komu so boðini um, at tað var eyðnast at fáa pumpur umborð á trolaran og tiltakið bleiv síðan avlíst.
Eftir kaffimunn og evaluering (eftirmeting) fóru øll væl nøgd til hús, og tóku hetta sum eina sera realistiska venjing greiðir Regin Jespersen frá.
Ber frukt
Hann sigur annars, at tey, sum arbeiða við Tilbútvingarætlanini fyri Føroyar, kundu tí við hesum staðfesta at ein partur av arbeiðinum, sum er farið fram, longu nú vísti seg at bera frukt .
? Tað vísir, at vit eru á røttu leið sigur Regin Jespersen, sum við hesum fegin vil eggja fólki til at taka tilbúgvingina í álvara. Hann vil við hesum eisini fegin sleppa at geva Sjúkraliðnum og VBF eitt herðaklapp.
Sosialurin skilur, at tað verður arbeitt rættiliga miðvíst við tilbúgvingarætlanunum í Vágum. Í desember mánað fara kommunulæknin og tannlæknin í oynni til Danmarkar at luttaka á einum skeiði, sum ?Beredsskabsstyrelsen? skipar fyri. Hetta er eitt skeið, sum snýr seg um tað samskipandi læknafunktiónina í eini skaðastøðu, nakað, sum nettupp hevur víst seg ikki at virka nóg væl, tá skipað hevur verið fyri bjarging í sambandi við vanlukkur.