Hóast fólk sum heild tóktust væl nøgd við handfaringina av landsdystinum millum Føroyar og Danmark, so vóru eisini fleiri illsinnisgleps at hoyra um fæntandi fyriskipan.
Eitt nú ilskaðust fleiri um, at meðan nøkur atgongumerki vóru raðfest við nummarrøð, vóru onnur, har einki nummar var á. At nummarleys setur vórðu seld, hevði við sær, at hjá teimum, sum komu seint til dystin, var sera trupult at fáa sitipláss, og var talan um ein bólk, var hetta snøgt sagt ógjørligt.
Betri gjørdist tað ikki av, at børn undir 7 ár høvdu ókeypis atgongd, uttan at nakað setur tó varð sett av til teirra. Hetta viðførdi, at setur, sum í veruleikanum vórðu seld øðrum, vórðu upptikin. At vallarvarparin róptu boð til foreldrini at hesum um at hava børnini hjá sær, munaði lítið í so máta.
Illa staddir suðringar
Hjá teimum suðringum, sum komu við seinna túrinum hjá Smyrli, mundi støðan gerast serliga ring.
Fyrst og fremst var Smyril seinkaður, tí hann mátti liggja á Redini eina løtu, áðrenn siglast kundi inn í havnina, og tí komu suðringarnir ikki til dystin fyrr enn beint fyri dystarbyrjan. Tá var nærum ógjørligt at fáa nakað sitipláss, og í síni neyð stillaðu tey seg við nøkur lýsingarskelti, men her fingu tey so ikki loyvi at standa.
Støðan kundi verið heilt álvarslig, tí tað kom nærum til samanbrest millum onkran ónøgdan áskoðara og ein av fyrireikarunum, men álvarslig gjørdist støðan tíbetur ikki.
Loksins fingu flestu suðringarnir pláss á einstøkum spjaddum setrum, men at sita saman í bólki var ikki hugsingur um. Alt í alt mundu flestu av hesum sostatt fáa eina góða fótbóltsuppliving, men tey, sum Sosialurin hevur havt samband við, eru kortini misnøgd um tað viðferð, sum tey fingu frá fyrireikarunum. Millum annað lýsa tey háttin, sum varð nýttur, tá tey vórðu rikin frá lýsingarskeltunum, fyri vanvirðiligan og mannminkandi. - Ein skuldi trúð, at vit vóru smábørn, sum onkursvegna høvdu forbrotið okkum, var viðmerkingin frá onkrum teirra.
Flestu teirra gleddust tó um dystin, men vóru tó sera hørm um, at fyrri hálvleikur nærum var liðgt spældur, áðrenn tey rættuliga kundu njóta løtuna, sum framman undan var metta at skula gerast heilt serlig.
Væntandi kunnleiki
Poul Michelsen, formaður í Grunninum fyri Tórsvøll, sigur við Sosialin, at tey eru fullgreið um, at nógv mistøk eru farin fram.
- Í kvøld (fríggjakvøldið) skulu vit hava fund, har vit saman gjøgnumganga tiltakið, og royna at bøta um tey mistøk, sum eru framd.
Tað, sum Poul serliga leggur dent á í hesum sambandi, er, at tað í stóran mun var væntandi kunnleiki, sum førdi til mistøkini.
Eitt nú vísir hann á, at tað var sera óheppið, at øll setrini ikki vóru raðfest við nummarrøð. Varð hetta gjørt, hevði eingin trupulleiki verið við at funnið sitipláss. Onkur hevur ført fram, at um hetta var gjørt, kundu fólk ikki á sama hátt savnast í bólkum, men Poul vísir á, at so hevði tað verið upp til keyparan at fyrireika seg soleiðis, at fleiri atgongumerki vórðu keypt í senn, soleiðis at bólkurin kundi sitið saman.
Júst hetta hevur annars verið ein trupulleiki fyrr, tá nummarraðfest atgongumerki hava verið seld til landsdystir. Tá hevur tað ofta verið trupult hjá keyparunum at fáa nóg nógv atgongumerki í einum, tí atgongumerkini hava verið spjadd um posthús kring alt landið.
Henda trupulleika eru tey tó í fer við at loysa nú, soleiðis at atgongurmerki í framtíðini skulu seljast um eina skipan á alnetinum, har posthús, kunningarstovur og onnur sølustøð hava atgongd til at bíleggja tey einstøku plássini. Slík skipan er eitt nú í Danmark, og tá sæð verður burtur frá byrjunartrupulleikum, hevur henda riggað væl.
Um trupulleikan við ókeypis atgongumerkjunum hjá børnum heldur hann, at hesin kann loysast við ta eisini børnini fáa eitt atgongumerki við nummarfestum sitiplássi, hóast hetta sum so einki kostar.
Sjáldsamur trupulleiki
Poul Michelsen vísir annars á, at teir trupulleikar, sum vóru mikudagin, í nógvar mátar eru trupulleikar, sum ikki stinga seg upp í vanligum landsdystum:
Hann heldur, at landsdysturin móti dønum var nakað heilt serligt í fleiri mátar. Áskoðaramongdin var størri enn vanligt, og eisini ónøgdin um nógvu VIP plássini stavar frá serligum viðurskiftum, tí so at siga allir teir donsku lýsararnir, sum vóru til dystin, hava áhugamál í Føroyum, og tí høvdu teir nýtt møguleikan fyri VIP plássum til at bjóða føroyska kundaskarðanum til dystin. Poul vísir á, at hetta við VIP plássum er ein sáttmálabundin rættur, sum lýsararnir eiga, men at hesin sjáldan verður nýttur í so stóran mun, sum talan var um mikukvøldið.
Hann ásannar tó, at tað er púra greitt, at tá talan í framtíðini er um dyst, har roknast kann við fullsettum stadion, eiga fyrireikingar at verða nógv betri, og fyrsta partin av hesum verður so farið undir nú, tá tiltakið sum heild verður eftirmett.
Glaður hóast alt
Samanumtikið er Poul Michelsen tó sera fegin um tiltakið, og tær royndir, sum teir hava fingið í hesum sambandi.
- Mín fatan er, at tey allarflestu høvdu eina sera hugnaliga øtu, og hetta eru vit sjálvandi fegnir um. Hinvegin vilja tað altíð vera nøkur, sum eru við sviðið soð, tá talan er um eitt somikið stórt tiltak, og hetta harmast vit eisini um. Eg vil tó fegin takka øllum hesum, tí í allar flestu førum vóru fólk sera beinasom, soleiðis at óneyðugar konfliktir ikki stungu seg upp.
Hann kemur tó samstundis við eini áheitan um, at áskoðararnir í størri mun eiga at respektera tær reglur, sum eru galdandi í slíkum førum: - UEFA hevur nøkur trygdarkrøv, og hesi eru ikki gjørd til stuttleikar. Hetta kann kanska vera torført hjá okkum føroyingum at skilja í ávísum førum, men hinvegin eiga reglurnar eisini at respekterast.Vit hava tó eisini okkara ábyrgd í so máta, tí kontrolskipan okkara virkaði ikki nóg væl, og hetta er so nakað, sum vit mugu royna at betra um. Hinvegin eiga vit eisini at vera eitt sindur »føroyskir«, soleiðis at alt ikki gerst ov fýrakantað, tí hetta liggur jú ikki til okkum.
Vóru trupulleikar av ymsum slag við fyrireikin og øðrum, so er tó eitt, sum Poul tykist ómetaliga fegin um:
- Eg haldi at 12. maður eigur eitt stórt herðaklapp uppiborið fyri teirra leiklut. Teir skaptu ein ótrúliga góðan stemning, og ikki minst tað, at teir nú sita á endatribununi ger, at øll hini fólkini síggja teir. Teirra leiklutur lág so avgjørt ikki eftir, og hetta varð til at gera upplivingina hjá hinum áskoðarunum enn størri, varð seinasta viðmerkingin frá formanninum fyri Tórsvøll.









