Vit menniskju gloyma, ja gloyma so skjótt, verður tikið til í einum vøkrum sálmi. Hetta er satt á øllum økjum í lívinum. At tað eisini er galdandi í fótbóltslívinum, kunnu øll tey, sum nutu summarveðrið á Svangaskarði sunnudagin skriva undir uppá.
Tá 85 minuttir vóru farnir, skoraði innskifti Milan Osterc. Føroyingar høvdu í góða løtu trýst fyri at javna til 1?1. Miðverjarnir otaðu seg alt longri fram á vøllin. Ein sending frá Jens Kristiani Hansen miseydnaðist, stungið varð frameftir miðásinum, Osteric megnaði at halda eitt sindur tøvandi Óla Johannesen aftanfyri seg, og tá hann kom í brotsteigin til vinstru, megnaði hann at senda flatt í handara síðunetið.
2?0 og fleiri fóru til gongu. Kenslan var, at veðrið hevði verið fínt, men tað fótbóltsliga var einki at minnast aftur á. Føroysku spælararnir høvdu í 1. hálvleiki meiri enn trupult at sleppa úr 3. geari. Tað sama hevði verið galdandi fyri áskoðararnar, og úrslitið hevði verið, sum tað so mangan áður hevur verið.
Tað er strevið at vera lítil í altjóða høpi. Tey stóru kunnu spæla illa og alíkavæl fara úr Føroyum við øllum stigunum, mundi mala í høvdinum á mongum.
Men so var tað, at tað, sum hevði vent niður, fór at koppa sær á, og eftir tveimum minuttum var alt vent á høvdið. Og tá teir 3.200 áskoðararnir fóru av Svangaskarði var tað við einum sterkum ráka av, at hetta hevði verið ein fínur seinnapartur. Føroyingar høvdu enn eina ferð hálva vegna fingið bilbukt við ein av teimum stóru, og tað var sjálvsagt hugaligt. So hugaligt, at øll ætla sær at koma aftur komandi ár, tá Russland, Jugoslavia, Sveis og Luksemburg koma til Føroya.
Upp í loft
Tað varð sett punktum fyri landsliðsárinum heima á landi sunnudagin. Og tað vóru seinastu tríggir minuttirnir, sum so at siga bjargaðu tíðini í hi.
Jóhannes Joensen, sum stóð seg væl tað lítla korterið, hann var á vongverjanum í høgru, smekkaði móti málinum, eftir at langt innkast frá Allani Mørkøre hevði verið bent úr aftur brotsteiginum. Flata skotið fór millum vinir og mótstøðumenn í tætt fólkaða brotsteiginum, og Uni Arge hevði síðsta fótin á og stýrdi bóltinum í málið.
Fýrverkið dundi omanfyri Svangaskarð, og tað kom av álvara futtur í áskoðararnar. Um teir framvegis vóru á sínum plássi, um teir vóru á veg av stadion ella um teir vendu aftur, so var tað felags fyri teir allar, at nú var stuðulin til landsliðið eitt hundrað prosent.
4. dómarin vísti skiltið, at tríggir minuttir vóru lagdir afturat, og slovenararnir skiftu fólk í eini roynd at draga tíðina út.
Men nú hefti einki fyri hjá føroyingunum. Taklingarnar høvdu í størra partin av tíðini verið hálvhjartaðar, hálvu bóltarnir vóru farnir skeiva vegin, men nú var saft og kraft í, og bóltarnir fóru rætta vegin.
Allan Mørkøre, sum hevur spælt nógvar meiri sannførandi landsdystir enn henda, tiltuskaði sær eitt fríspark dygst uttanvert brotsteigin eitt sindur til høgru fyri málið. Øssur Hansen hevði longu ímóti Danmark givið ábendingar um, at hetta var ein ynskistøða fyri hann. Fólkið helt ondini, meðan slovenararnir bryggjaðu verjugarðin, og so small bólturin í nettakið dygst frá stólpa og tvørtræ, meðan málverjin stóð sum kánus.
Venjarin og øll hin i á beinkinum fegnaðust saman við spælarunum og áskoðarunum. Slovenararnir stóðu sum negldir, og tá finski dómarin, sum á yvirhøvur ongan hátt var heimadómari ? heldur var tað tvørtur ímóti ? bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at eingin føroyingur vildi sleppa stóra fagnaðinum í góðveðrinum.
Hugflogsríkir
Fyrra umfarið var tað lítið, sum bendi á, at føroyingarnir skuldu fáa stig. Todi Jónsson stútaði hundrað prosents møguleika við síðuna av, eftir at John Petersen hevði stungið Allan Mørkøre leysan í høgru, og hesin hevði sent neyvt innfyri málið. Og úr eitt sindur trongdari støðu stútaði Julian Johnsson við handara stólpan við síðuna av, eftir at Allan Mørkøre hevði lagt fríspark innfyri úr høgru.
Slovenarar gjørdu tað torført hjá føroyingunum. Sum í EM endaspælinum vístu teir stórt hegni við bóltinum. Við framúr væl upplagda Mladen Rudonja í vinstru, og Ales Ceh og Miran Pavlin sum bindiliðum á miðvøllinum vóru teir skjótir og hugflogsríkir. Í útgangsstøðu vóru teir skipaðir í 3?4?3. Teir spældu nógv eitt tvey og við bóltyvirtøkum, og teir megnaðu sum sjáldan sætt áður at taga báðar tær føroysku síðurnar sundur.
Spentu støðurnar frammanfyri føroyska málinum vóru heilt nógvar, og tað hevði avgjørt einki forgjørt verið í tí, um mótstøðumenninir eftir fyrra umfarið hevði verið á odda við tveimum ella trimum málum. Men teir vóru tøvandi í avgerandi støðunum, og fyri føroyingarnar var tað gull vert, at miðverjarnir vunnu so at siga allar teir høgu bóltarnar, sum komu í brotsteigin, og at Jákup Mikkelsen vísti stórspæl , tá tað rættuliga vóru boð eftir honum.
Leiðslumálið miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði leingi hingið í luftini. Hornasparksinnlegg úr høgru varð stútað á handaru samankomingina, áðrenn Jákup Mikkelsen hálvbjargaði fløtum skoti úr seytjan metrum. Saso Udovic var fyrstur á returinum, og so var mál.
Tað komu ikki fleiri mál í fyrra umfarinum, og tað kendist sum ein lætti, tá tað varð bríkslað fyri steðginum. Slovenararnir høvdu verið boysnir. Føroyingnir høvdu havt lítið álopsspæl, teir høvdu ligið ov langt frá mótstøðumonnunum, og tá teir endiliga høvdu roynt at takla, var finski dómarin heilt ómøguligur.
Sannførandi
Seinna umfarið tørnaði heilt øðrvísi út. Slovenararnir spældu lítið. Teir fóru niður í ferð, teir løgdu seg aftur á vøllin, og í staðin fyri framhaldandi at gera nyttu burtur úr góða bóltførleikanum, kvikleikanum og hugflognum, fóru teir til stóra iðran fyri neyðars venjaran, Srecko Katanec, at sparka høgt og langt.
Føroyingarnir fingu yvirvág. Álopsspælið fleyt ongantíð av tí besta, men tað var meiri tyngd í. Tað mesta gekk fyri seg á slovensku hálvuni, og síðsta hálva tíman kendust dreymarnir um útjavnandi málið ikki heilt burturvið. Sámal Joensen, ið rann sum ongantíð áður, tetti í verjupartinum og fylgdi bólthaldaranum, fekk skapandi leiklut, Øssur Hansen og Allan Mørkøre komu til fleiri innlegg, Julian Johnsson helt fram at renna sólina svarta, og miðverjarnir bjóðaðu seg allir til í álopspartinum.
Todi Jónsson noyddist at taka seg burturúr, men Kurt Mørkøre legði saman við Una Arge alla orku í. So var tað, at kalda pøsin varð oyst omanyvir føroyska felagsskapin á Svangaskarði. Slovenararnir øktu til 2?0, og alt tóktist vera yvirstaðið.
At føroyingarnir bæði likamliga og sinniliga megnaðu at halda fram tænir spælarunum til stóran heiður. Dømini eru so mong um, at mótstøðuliðini hava skorað trý, fýra og fimm mál í 2. hálvleiki. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Føroyingar skoraðu tvey mál í evstu løtu, og nú hava allar europeiskar fótbóltstjóðir fingið gula kortið: Í Føroyum verður tað ikki sum at siga tað at fáa øll stigini, og tað er ikki óhugsandi, at onkur komandi ár fer at fara higani við ongum.
Føroysku landsliðsspælararnir fóru av landinum í gjár, og teir kunnu uttan himpr hyggja allar teir útlendsku liðfelagarnar í eyguni. Avrikið á Svangaskarði var flott, og tað ger tað hugaligt at hugsa um komandi landsdystirnar!
jh
Føroyar?Slovenia 2?2 (0?1)
Á Svangaskarði sunnudagin 3. september 2000 kl. 15.00
3.200 áskoðarar
Dómarakvartett úr Finnlandi: Mikko Vuorela, Ari Turkki, Lassi Lahti og Petteri Kari
FIFA umboðsmaður úr Sveis: Léon Walker
0?1: Saso Udovic 25.
0?2: Milan Osterc 86.
1?2: Uni Arge 89.
2?2: Øssur Hansen 90.
Føroyar:
1. Jákup Mikkelsen, Herfølge BK Danmark, 15/0 ? 5. Hans Fróði Hansen, Sogndal IL Noreg, 13/1, 2. Óli Johannesen, AGF Danmark, 46/1, 3. Jens Kristian Hansen, B36, liðformaður, 36/2 ? 9. Allan Mørkøre, HB, 51/1, 6. Sámal Joensen, Leiftur Ísland, 18/0, 11. John Petersen, Leiftur Ísland, 27/2, (13. Jóhannes Joensen, HB Tórshavn, 77., 7/0), 8. Julian Johnsson, Sogndal IL Noreg, 35/1, 4. Øssur Hansen B68, 40/2 ? 7. Uni Arge ÍA Akranes Ísland, 31/7, 10. Todi Jónsson, FCK Danmark, 41/9, (15. Kurt Mørkøre, Sogndal IL, 57., 31/2)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Henning Jarnskor, GÍ, 35/2, 14. Johan B. Hansen, OB, 0/0, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur Ísland, 51/0, 17. Fróði Benjaminsen, B68, 6/0, 18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 4/0
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Heðin Askham
Hjálpari: Rúni Mohr
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Gul kort: Øssur Hansen, 23., Óli Johannesen, 66. og Allan Mørkøre 74.
Slovenia:
1. Marko Simeunovic, MP Lasko ? 6. Zeljko Miliovic, GAK Graz Eysturríki, 4. Muamer Vugdalic, MP Lasko, 2. Spasojé Bulajic, 1. FC Köln Týskaland ? 7. Ðonj Novak, Sedan Ardennes Frakland, 8. Ales Ceh, GAK Graz Eysturríki, liðformaður, 11. Miran Pavlin, Porto Portugal ? 9. Saso Udovic, LASK Linz Eysturríki (18. Milan Osterc, Hapoel Tel?Aviv, 70.), 10. Zlatko Zahovic, FC Valencia Spania, 13. Mladen Rudonja, Portsmouth FC England (16. Anton Zlogar, Goreca Slovenia, 90.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 14. Sasa Gajser, Gent Belgia, 15. Rajko Tavcar. 1. FC Nürnberg Týskaland, 17. Ermin Siljak, Servette Sveis (Slovenia hevði bara seytjan spælarar við til Føroya)
Gult kort: Amir Karic 85.
Venjari: Srecko Katanec
Hjálparvenjarar: Danilo Popivoda og Janko Irgolic
Lækni: Bojan Korosec
Fysioterapeutar: Domagoj Sutalo og Tomaz Savnik
Ognarrøkil: Igor Bencic
Skrivari: Peter Zagar
Føroyar - Slovenia
Dysturin í tølum
Mál 2 - 2
Onnur skot á málið 3 - 4
Skot við síðina av málinum 7 - 6
Hornaspørk 7 - 5
Gul kort 3 - 1
Fríspørk 15 - 12