Fólk á Saltnesi vaknaðu við kaldan dreym um fýratíðina sunnumorgunin. Uttanfyri hoyrdist gresj av mettali, sum fór singlandi eftir vegnum, eftir at hava tikið knappar fjøruti metrar av stakitti við sær á vegnum.
Talan er um ein bil, sum var á veg úteftir. Stutt eftir svingið úr Runavík hevur bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, eftir øllum at døma mist tamarhaldi á bilinum. Eftir bremsisporunum á vegnum at døma, hevur hann roynt at bremsa, men tað hevur einki hjálpt.
Bilurin er síðani farin inn í ein garð, sum hann hevur jarðlagt, so gott sum allan.
- Hann hevur kvett einar 19 pelar av og skrætt alt stakitti niður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík.
Sum skilst á løgregluni, so er tað eitt harrans undur, at maðurin, sum var einsamallur í bilinum er á lívi. Bilurin er so illa farin, at løgreglumenninir, ikki sóðu, hvat slag av bili talan var um.
- Nei, hann var ótrúliga ljótur at síggja til. Og tað er ófatuligt, at førarin, sum er ein 30 ára gamal maður, er komin frá óhappinum við lívinum, sigur vakthavndi.
- Bilurin var snøgt sagt í smasta smildi, leggur hann afturat.
Sum skilst, so er førarin helst slongdur úr bilinum, sum er rullaður runt fleiri ferðir áðrenn hann er steðgaður. Tá fólk kom á staðið, lá maðurin frammanfyri bilin, og hann var illa at holdum komin.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili alt fyri eitt, og tí kom maðurin skjótt undir læknahond.
Ov nógv ferð og rúsdrekka hava eftir øllum at døma verið orsøkin til ferðsluóhappi. Vakthavandi á støðini í Runavík sigur, at sporini í vegnum ? og garðurin, sum hann sá út aftaná ? geva ábendingar um, at bilurin hevur koyrt heilt óvanliga skjótt.
- Vit hava eisini mistanka um, at bilførarin hevur verið ávirkaður av rúsdrekka. Tí er blóðroynd tikin av honum, sigur vakthavandi í Runavík, sum eins og eigararnir av húsunum, bilurin fór skreiðandi framvið, var skelkaður av hendingini.
Tað er nú ikki so løgið heldur, tí umframt at hava skrætt stakitti niður, er ein partur av tí slongdur inn gjøgnum gongsvindeyga. So tað er ikki so løgið, um tey hava fingið sær ein skelk.










