vilja ikki hoyra talan um at leggja kommunur saman. Bygdaráðið í Sumba hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, síðani kommununevndin hjá landsstýrinum legði álitið fram um famtíðar kommunubygnaðin [...] Størsta kjakið um samanlegging hevur verið í Suðuroynni, tí spurningurin er, um hon skal vera ein, ella tvær kommunur. Men hóast bygdaráðið ikki hevur viðgjørt málið, hava bygdaráðslimir tosað um tað á fundi [...] náttúrligar eindir. Hann sigur, at bygdaráðið fer ikki at viðgera spurningin um at broyta kommunubygnaðin enn. Tað er ongin grund at leypa framav. Enn er long tíð eftir, og tað er ongin grund til at viðgera málið
/Lag: Á lívshavsins bylgjum ein sál var í neyð 1) Tú sjólívið valdi sum føringar flest, og sigldi um Norð Atlantshav at veiða ið nót dámdi tær altíð best og fong Harrin altíð tær gav. Í sinni so lættur [...] tú stóð undir pápasa lið frá honum fekk tú vísdóms orð. Í Norðsjónum fiskaði øll hesi ár so glaður um hetta tú var, á ferðini fekk tú eitt bløðandi sár tó tolin í hjarta tað bar. 3) So ringt er at skilja [...] tey orð kom til Mín og frelsu tær finn. So møtast vit einaferð aftur er víst har heima í Himmalsku borg vit saman við Jesus í Paradís og har er bert gleði, ei sorg. 6) Hann vón sína setti á Frelsara sín
fullveldi, sum byggir á lyklaorðini um neyva fyrireiking, upplýsing og demokratiska viðgerð. Spurningurin um suverenitet - fullveldi - er sum so ógvuliga einfaldur. Tað snýr seg um, hvør hevur evsta valdið yvir [...] Føroyar sum fullveldi er ikki ein spurningur um at enda nakra søgu. Tað er ein spurningur um at byrja eina søgu og at seta nakað í verk. Tað er ein spurningur um at seta sær nøkur felags mál og samskipa arbeiðið [...] innanhýsis stríð um, hvat ikki ber til og hvussu vit kunnu fáa danska samfelagið at loysa okkara trupulleikar. Tí eiga vit - tvørturum floksmørk - at kunna semjast um at leggja karmarnar um eitt sjálvstøðugt
mitt fyri, og í álopssinnaðu útgangsstøðuni vóru Jákup á Borg, John Petersen og Bjarni Prior, sum allir vóru á toppinum, nærgangandi. Jákup á Borg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Pól Ennigarð [...] lítið sindur til vinstru, og tá Sunvard Joensen noyddist at leypa út, valdi toppskjúttin at senda í nærra hornið. So var 1-0, og tað var um reppið, at teir øktu, tá Bjarni Prior kom einsamallur við Sunvardi [...] Pauli Jarnskor hevði vunnið bóltin, og Sámal Joensen um miðstrikuna hevði sneitt ein av. Havnarmenninir vóru rísnir, tí teir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, tá Súni Olsen við hálvfluktara umsetti
báðu ferðirnar ? tá vóru 68 minuttir farnir ? fall einasta málið, og tað er væl skiljandi, um tvørámenn iðra seg um, at júst henda støðan skuldi vera tann, sum avgjørdi. Hornasparksinnleggið úr høgru var [...] Tað sást ikki, og visti tú ikki av tí, so hevði verið ilt at gitt, um tað nú var TB ella NSÍ, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðsti fótbóltsdysturin í Runavík í ár var vánaligur. Ferðin [...] at tað skuldi bríkslast, NSÍ maðurin sneiddi Rolf Christiansen av, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út, men lukkutíð fyri tvørámenn, sum bæði inni á vøllinum og uttanfyri hildu ondini, brast royndin
fekk bóltin á miðjuni, setti ferð og smekkaði framvið málverjanum, tá hesin kendi seg noyddan at leypa út. ? Tað var ein frágera góð kensla. Eg havi áður skorað í onkrum venjingardysti, men hetta var fyrsta [...] glaður Julian Johnsson úr Kongsvinger. Í fyrstu atløgu vónar hann, at málið kann sannføra venjaran um, at hann er rætti maðurin á miðvøllinum, og økt sjálvsálit og størri kredittur frá venjaranum kann [...] áðrenn Strrømgodset tekur ímóti Juliani og teimum hava teir Europa Cup uppgávu á heimavølli at hugsa um. Í kvøld skulu teir spæla móti Aston Villa, sum er oddalið í eingilsku kappingini. Og tað kann væl
vit eiga ikki at leypa framav, men heldur at hugsa okkum væl um, tí her eru ymisk hugskot, sum koma frá hinum tekningunum eisini. Í øllum førum, tá ið tað snýr seg um plássið rundan um. - Tað eru so nógv [...] spurningur um tað er nakað at varðveita. Tinghúsini eru vøkur, men tey umboða eina tíð, sum vit royna at leggja afturum okkum nú. Eina tíð, har vit ikki hava tikið ábyrgd av okkum sjálvum. Har hugsi eg um politisku [...] partur av býarmyndini, sigur Bárður Jákupsson. Um tað er so umráðandi at hava tinghúsini verandi í miðbýnum, sigur Bárður Jákupsson, at tað besta hevði verið, um tinghúsið var í Tinganesi. - Hinvegin so leggi
fyrstu atløgu kann tað tykjast sum Óli Breckmann bert roynir at spæla hund, men tá ein hugsar nærri um tað, so avdúkar henda seinasta skriving hansara í Dagblaðnum, veruliga muruna og hugsunnarháttin hjá [...] fyrigykla Føroya fólki, at tjóðveldismenn í Tinganesi bara brúka pengar og leggja upp til at vaksa óneyðugt um almenna sektorin má hjá tjóðveldisfólki kennast sum at vera stungin í ryggin av einum av sínum egnu [...] eitt problem. Hann er ikki bert leiðari fyri fólkaflokkin men fyri eina samgongu, sum eisini fevnir um tjóðveldisflokkin. Løgmaður kann ikki bara standa og hyggja at, meðan floksfelagi hansara og ein av
1991, tá landsliðið spældi bæði í Jugoslavia og í Eysturríki. Og Allan Simonsen hevur ikki ætlanir um at gera tær stóru broytingarnar á landsliðnum. HB venjarin gav í Ítróttarsosialinum fyri nøkrum vikum [...] Magni Jarnskor, GÍ, John Petersen, B36, Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Uni Arge, Aarhus Fremad, Jákup á Borg, B36, og Todi Jónsson, FCK. Dysturin í Vilnius í Litavia verður spældur annan leygardag kl. 20 lokala
fólk kring um í landinum ikki vita, hvat ein mentanarpolitikkur er, og fyri at skapa eitt størri tilvit hjá fólki og ikki minst virðing, skulu hesi viðurskifti út í eitt orðaskifti. Hví tilvitið um týdningin [...] eru bæði smá lond, og vit hava eina sterka mentan, men tað eru fá fólk at nøra um hana. Samleikin er týdningarmikil at nøra um, og skulu vit sum fólk koma víðari, mugu vit vita, hvørji vit eru og trúgva uppá [...] - Aftur eitt dømi um, at tað eru grasrøturnar, sum rópa og rópa. Vit ynskja ein tjóðpall, sum er eitt yrkisleikhús og samstundis ein tilfeingisdepil hjá áhugaleikinum. Eg tosi ikki um eitt nýtt hús ella