verkætlan, førir tað við sær, at landið sparir 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av tí tilboðnum. Hann sigur, at Bjarni Djurholm var á veg í Løgtingið við eini ætlan um at gera tunnil ímillum Øravík [...] Kortini eri eg sannførdur um, at atløgusíðan kann gerast liðug so at Smyril kann leggja at. Men eydnast tað heldur ikki, finnast aðrir møguleikar í Suðuroy. Á almenna fundinum í Øravík um samferðsluhavnina upplýsti [...] Hergeir Nielsen. Hann sigur, at ein máti er at fáa eina avtalu um at fíggja tað yvir nøkur ár, tí tann møguleikin er nevndur, sigur hann. Er nøkur avtala ói samgonguni um, hvussu farast skal fram. ?Tað
farnir aftur um bak, og Sílið kann ikki sigast annað enn at vera á meistarakós. Tær skulu bara hava eitt stig á ólavsøku fyri at vinna meistaraheitið, og tí skal ganga sera illa hjá teimum, um FM ikki skal [...] fleiri av stevnunum hava róðrarnir verið sera spennandi. Millum annað hava tríggir ymiskir bátar vunnið á stevnunum í ár, og tí var ikki óhugsandi, at róðurin á vestanstevnu eisini fór at blíva spennandi. [...] kappast um oddasessin, men eisini Fípan Fagra kann fara at gera seg galdandi. Hon hevur fingið fleiri góð úrslit í ár, men enn væntar ein sigur. Kanska hesin fer at koma á ólacsøku.
samdir um, at ein virðilig loysn skal finnast í málinum, men teir halda fast um, at vilja føroyingar hava fullveldi, so verður heildarveitingin lækkað niður í einki eftir fýra ella fimm árum. Um landsstýrið [...] sum varaløgmaður heldur fast um, at samtyktin um "Sjálvstýri Føroya fólks" merkir fullveldi í seinasta enda, pakkar løgmaður spurningin inn. Hann heldur fram at tosa um komandi samráðingar, eina breiða [...] landsstýrið veruliga roknaði við, at danska stjórnin fór at broyta áskoðan um tey fýra-fimm árini, eftir at landsstýrið einaferð afturat hevði tillagað fullveldisætlanina til at "niðurlaða blokkin" og "tøma
tú skilir, at hetta er eitt fjølbroytt arbeiði. Eg havi so altíð nóg mikið at tríva í, sigur Olga. Hon verður avbrotin av starvsfelagum sínum, Jonnu og Rebekku, sum koma til diskin fyri at vita, hvat kamar [...] knýttar hvør at aðrari. Her arbeiða tær saman og her eru tær saman í frítíðini. Tær arbeiða hvønn dag, og hava fyri sovítt ongan frídag. Hinvegin so er arbeiðsdagur teirra ikki langur. Tá tær hava frí so fylgjast [...] stóra keypsmiðstøðin Kringlan, har ein fær alt sum ein leitar eftir. Men tær báðar hava eisini onnur áhugamál. Tær royna at vera sum mest í samkomuhúsinum Filadelfia, sum eisini liggur fáar minuttir frá
ES, tá kann tað fara at vísa seg at verða trupult at gera góðar semju fyri Føroyar um makrel, norðhavssild og svartkjaft í framtíðini. Mette og ES fara tá at hava buktina og báðar endarnar í føroyskum [...] gerst ikki við. Vit hava sæð tað áður, eitt nú í “springaramálinum”. Yvirskipaða ætlanin er at avmarka møguleikarnar hjá Føroyum at virka á altjóða pallinum til einans at fevna um Danmark/ES og USA. Á [...] innrás í Ukraina, hava Sjúrður og Javnaðarflokkurin eina aðra støðu. Nú skulu vit slíta alt samstarv við Russland. Vinfólkini hjá Sjúrði á Christiansborg hava ongantíð dámt, at Føroyar hava havt gott samstarv
Jørgen sum hugnar um í neystinum. Vit práta leingi um alt millum himmal og jørð, um fisk, um hundasjúku, um samfelagið og kjerligheit og mista kjerligheit. Um gyltar farnar dagar og um vónloysi fyri framman [...] neystið næstan verða fult og nógvar góðar eru at hoyra, onkur morreyð eisini, sigur ein maður um miðjan aldur. Hann er í einari "ylpø", sum er heldur tronglig um miðjuna. Eyguni eru blonk og reyðsprongd, tú [...] tað er hart, í herviligum sveittaherindum, at bíða eftir at løtan er komin, tá øl í neystinum kann bjarga einum eina løtu burtur úr allari neyðini. Sjálvt um neystið veðrur brúkt av øðrum, so er tað fyrst
nøkur hava nýtt høvið at keypa sær sess til báðar dystirnar. Tó eru hesi ikki eins nógv í tali, sum tey eru til Italia-dystin, sigur Ísak Mikladal. Men heldur ikki her man nakar ivi vera um, at áskoðararnir [...] eg fái sagt somikið, at vit eru væl nøgd við áhugan frá áskoðarunum, sigur Ísak Mikladal. Hóast aðalskrivarin ikki vil staðfesta tað, so er mest sum eingin ivi um, at talan verður um fullsettan Tórsvøll [...] tykist púrasta greitt, at Tórsvøllur verður stúgvandi fullur. Ísak Mikladal, aðalskrivari, sigur, at hendan fyrsta dagin seldu teir 2.500 atgongumerki. - Hetta er fyrsta ferðin, at vit selja atgongumerki
lógin í Athen um hetta mundið sigur, at um gentan noktar at giftast við manni,sum pápin hevur valt henni, so skal hon fara í kleystur ella doyggja. Grundgevingin fyri at pápin vil hava dóttrina at giftast við [...] Dreymurin um at liva lukkuligt allar ævir Øll eiga í sær dreymin um at vinna ta ævigu lukkuna, um tað so er at finna kærleikan í øðrum menniskjað, fáa børn og liva lukkuliga til dagsins enda, ella at fáa ein [...] Helena vil hava Demetrius, men hann skal giftast Hermiu. Av øllum alvi roynir hon at fáa Demetrius at vera góð við seg, men tá tað ikki eydnast, roynir hon at lokka við sex . Tað plagar sum kunnugt at vera besta
politikkur snýr seg um at vera ærligur. Tí fegnaðist hann um, at Miðflokkurin minti á, at tað snýr seg um at vilja og ofra nakað. Hann minti eisini Óla á, at ein kann bert fara aftur til seinast, tá Fólkaflokkurin [...] til við fullveldi, um vit taka skilagóðar avgerðir. Høgni undraðist á, at røddir hava víst á, at bókin ikki gevur svar uppá, hvussu verður at liva í Føroyum um 20 ár, tí hetta velst um nógv viðurskifti, [...] metti hevði verið heldur vølkutur og hava sagt seg vera sjálvstýrisflokk. Óli metti flokkin at verða tungan at hava við at gera, men hann hann fegnaðist hinvegin um, at Sambandsflokkurin er farin á glið.
vit hava beint nú, er, at avgerðin um at flyta enskt úr 5. flokki niður í 3. flokk er ein avgerð, landsstýrismaðurin hevur tikið einsamallur. Samstundis vita vit, at løgtingið hevur sett sær fyri at orða [...] uppføra okkum framvegis sum at øll í verðini duga at tosa enskt. Tað er rætt, at enskt gevur atgongd til stóran part av Vesturheiminum, men vit hava lyndi til at gloyma, at tað finst ein heimur uttan fyri [...] landstýrismaðurin nú fer at leggja uppskot fram um at flyta ensktfrálæruna úr 5. niður í 3. flokk, uttan at kunna nágreiniliga um, hvørjar grundgevingar avgerðin byggir á. Eftir ætlan skal nýggja skipanin koma