Fótbóltur
Sannur telefonstormur var á skrivstovuni hjá Fótbóltssambandinum í gjár. Atgongumerkini til dystin móti Italia vórðu nevnliga sett til sølu í gjár, og longu nú tykist púrasta greitt, at Tórsvøllur verður stúgvandi fullur.
Ísak Mikladal, aðalskrivari, sigur, at hendan fyrsta dagin seldu teir 2.500 atgongumerki.
- Hetta er fyrsta ferðin, at vit selja atgongumerki við núverandi skipan, har fólk eisini ringja inn. Tí fáa vit ikki reiðiliga sammett søluna hesa ferð við aðrar dystir. Men eg fái sagt somikið, at vit eru væl nøgd við áhugan frá áskoðarunum, sigur Ísak Mikladal.
Hóast aðalskrivarin ikki vil staðfesta tað, so er mest sum eingin ivi um, at talan verður um fullsettan Tórsvøll til dystin. Íalt er talan um 6.000 atgongumerki. Partur av hesum eru eyðmerkt til sponsorar og VIP’arar hjá bæði Tórsvølli og FSF, eins og Italia eisini eigur rætt til nøkur atgongumerki. Tað vil við øðrum orðum siga, at úti við helmingurin av tøku atgongumerkjunum vórðu mest sum rivin burtur longu fyrsta dagin.
Gott fyri roknskapin
Og tað er einki at ivast í, at góða sølan kemur væl við í pengakassanum hjá FSF. Árið í gjør hilnaðist einki serligt fíggjarliga. Serstakliga vóru tað fallandi áskoðarainntøkur, ið kostaðu á botnlinjuni, sum sýndi eitt hall á góða hálva millión.
Samanlagt vóru áskoðarainntøkurnar í 2006 772.000 kr., men bara Italia-dysturin gevur helst væl meira enn hetta. Runt roknað, so gevur ein fullsettur Tórsvøllur um eina millión í kassan, og so er FSF longu væl ávegis eini javnvág í inntøkum og útreiðslum.
Og aðrir góðir kassadystir standa eisini fyri framman. Bara fýra dagar eftir Italia stendur Skotland á skránni, og í heyst kemur eisini Frakland hendavegin.
- Atgongumerkini til Skotlands-dystin eru eisini sett til sølu. Og nøkur hava nýtt høvið at keypa sær sess til báðar dystirnar. Tó eru hesi ikki eins nógv í tali, sum tey eru til Italia-dystin, sigur Ísak Mikladal.
Men heldur ikki her man nakar ivi vera um, at áskoðararnir verða hampuliga nógvir í tali. Bæði tí Føroyar ofta hava staðið seg sera væl móti Skotlandi. Og ikki minst tí skotar sjálvir fylgja væl við landsliði sínum. Soleiðis verður á FSF-skrivstovuni roknað við, at skotskir áskoðarar keypa á leið 700 atgongumerki.