KAPPRÓÐUR
Sílið var í eini sera góðari støðu hjá 5-mannaførunum við kvinnum undan vestanstevnuni. Tær vóru heili níggju stig framman fyri teir báðar næstu bátarnar, og tí kundu tær við einum sigri tryggja sær meistaraheitið í ár.
Sjálvt um Sílið var so langt framman fyri næstu bátarnar í FM-kappingini undan vestanstevnuni, so hevur kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum verið rættiliga spennandi í ár, og á fleiri av stevnunum hava róðrarnir verið sera spennandi. Millum annað hava tríggir ymiskir bátar vunnið á stevnunum í ár, og tí var ikki óhugsandi, at róðurin á vestanstevnu eisini fór at blíva spennandi.
Sjálvur róðurin bleiv kanska ongantíð so øgiliga spennandi, men vinnarin var kanska eitt sindur óvæntaður, tí tað var ikki Sílið, sum endaði á ovastu rók hesa ferð, og tí má meistaraheitið bíða til komandi vikuskiftið.
Frúgvin hekk føst
Fyrstu ferð startdómarin skeyt hjá 5-mannaførunum við kvinnum, bleiv róðurin skotin av aftur, tí Erla Kongsdóttir hekk føst. Hetta fekk báturin úr Fuglafirði eitt gult kort fyri, og so skuldi startdómarin í gongd við at leggja bátarnar enn einaferð.
Seinnu ferð róðurin bleiv skotin í gongd, hekk Frúgvin føst, men hesa ferð valdi startdómarin av eini ella aðrari merkiligari orsøk ikki at skjóta róðurin av, og so var Frúgvin, sum annars lá væl fyri í FM-kappingini, mest sum úti av vestanstevnuróðrinum.
Ónøgdin við dómin hjá startdómaranum var eisini stór eftir róðurin frá fleiri bátsmanningum, og sjálvandi vóru serliga kvinnurnar umborð á Frúnni bæði óðar og skuffaðar eftir róðurin. Dómurin stóð tó ikki til at broyta, og tí bleiv róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum rógvin liðugur aðru ferð.
Annar sigur til Ørnina
Eftir heldur óvanligu byrjanina upp á róðurin hjá 5-mannaførum við kvinnum var tað Ørnin, sum legði fyri sum eitt satt ódnarveður. Ørnin legði seg á odda alt fyri eitt, og mest sum beinanvegin var ein heil bátslongd á muni niður til næstu bátarnar.
Sílið, sum liggur á odda í FM-kappingini og sum vanliga hevur ein góðan startspurt, var slett ikki við fyrstu løtuna, og hetta gav eisini Ørnini møguleikan at leggja seg so langt fremst.
So við og við fótaðu kvinnurnar umborð á Sílinum sær, og spakuliga róðu tær seg upp ígjøgnum feltið. Tær fóru fram við onkrum báti, og brádliga lógu tær og kappaðust við Fípuna Føgru um annað plássið. Longur frammi var Ørnin enn á odda, men munurin hevði hug at minka nakað niður til næstu bátarnar.
Móti endanum fór Sílið frá Fípuni Føgru á øðrum plássi, og tær royndu av øllum alvi at fáa Ørnina aftur, men henda dagin var einki at gera. Ørnin var sterkasti báturin á vestanstevnu, og tær vunnu eisini ein tryggan sigur knappa bátslongd framman fyri Sílið.
Frúgvin, sum hekk føst í startinum, róði ein megnarróður, har tær kempaðu seg frá aftasta plássi og upp á fimta pláss eina hálva bátslongd aftan fyri Rituna.
Spennandi á ólavsøku
Nú eru seks róðrar farnir aftur um bak, og Sílið kann ikki sigast annað enn at vera á meistarakós. Tær skulu bara hava eitt stig á ólavsøku fyri at vinna meistaraheitið, og tí skal ganga sera illa hjá teimum, um FM ikki skal koma í hús.
Hinvegin er stórur spenningurin um sjálvan róðurin á ólavsøku. Higartil hevur Sílið vunnið tríggjar róðrar, Ørnin hevur vunnið tveir og Frúgvin hevur vunnið ein. Tað vera fyrst og fremst hesir tríggir bátarnir, sum fara at kappast um oddasessin, men eisini Fípan Fagra kann fara at gera seg galdandi. Hon hevur fingið fleiri góð úrslit í ár, men enn væntar ein sigur. Kanska hesin fer at koma á ólacsøku.