Ørskapur at siga nei til eina sparing upp á einar 45 milliónir

Sjálvandi skulu samferðsluhavnin og tunnilin í Suðuroy gerast undir einum. Talan er um eina sparing upp á 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av, sigur Hergeir Nielsen

Almennar útbyggingar

Suðuroy: Sjálvandi skulu arbeiðið at gera samferðsluhavn í Trongisvági og arbeiðið at gera tunnil ímillum Øravík og Hov tengjast saman í eina verkætlan.
Hergeir Nielsen, einasti tingmaður úr samgonguni í Suðuroynni, sigur, at tað hevur hann hildið leingi.
Og hóast bæði Landsverkfrøðingurin og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hava talað ímóti, hevur hann ikki skift hugsan.
Hann sigur, at longu fyrst í februar mælti hann til at tengja bæði arbeiðini saman og fyrimunirnir við tí eru so stórir, at hann skilir ikki, hví landsstýrismaðurin og Landsverkfrøðingurin ikki hava brúkt tíðina til nú til tær kanningar, sum skulu gerast fyri at fáa arbeiðið framt.
?Og enn er onki komið fram, sum hevur fingið meg at skifta hugsan. Og eftir drúgvar kanningar, er ein stórur meiriluti í vinnunevndini hjá Løgtinginum komin til sama úrslit og tað fegnist eg um.

Spara 45 milliónir
Hergeir Nielsen sigur, at tað slepst ikki uttanum at bæði arbeiðini skulu gerast. Løgtingið hevur samtykt at siglingin hjá Smyrli til Vágs skal halda uppat og tí mugu viðurskiftini fáast í rættlag.
? Men verða bæði arbeiðini tengd saman í eina verkætlan, førir tað við sær, at landið sparir 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av tí tilboðnum.
Hann sigur, at Bjarni Djurholm var á veg í Løgtingið við eini ætlan um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov uppi í fjøllunum, har tað ikki slepst undan einum longum fjallavegi.
Men síðani hevur norska felagið NCC boðið sær til at gera ein nógv betri tunnil niðri í dalinum, har tað slepst undan allari vegagerð.
Verða hesar báðar ætlanirnar tengdar saman, so at grótið úr tunlinum verður brúkt til samferðsluhavnina, fer landið at spara 45 milliónir og tíbetur varð ætlanin hjá Bjarna Djurholm steðgað.
?Tað er eitt tilboð, sum vit sjálvandi skulu taka av tí.
?Tað hevði verið ørt at vippa grótið úr tunlinum í eina rúgvu uttanfyri tunnilin fyri síðani at høgt grót onkra aðrastaðni frá til samferðsluhavnina .
Tað er ikki smávegis av koyring sum skal til, einir 12-14 lastbilar hvønn einasta dag í meiri enn eitt ár og nógv hava víst á, at hetta fer at føra stóran ampa við sær fyri ferðsluna annars, tí vegirnir eru so smalir. Eitt nú hava umboð fyri Hvaæbiar Kommunu stúrt fyri at tað fer at tarna fiskaflutninginum til og frá flakavirkinum munandi.

Aðrir møguleikar eru
Nú siga bæði Landsverkfrøðingurin og landsstýrismaðurin í vinnumálum, at verða bæði arbeiðini tengd saman, verður samferðsluhavnin ikki liðug til tíðina og tað síggja teir sum ein stórt afturstig tí so vita teir ikki, hvar Smyril skal liggja í Suðuroy.
?Tað kann væl vera, at havnin ikki verður liðug til nýggi Smyril kemur. Men verður hon seinkað tveir, tríggjar mánaðir , taka suðuroyingar tað við, tí afturfyri fáa vit eina loysn, sum er nógv betri enn tað, sum upprunaliga lá í kortunum. Kortini eri eg sannførdur um, at atløgusíðan kann gerast liðug so at Smyril kann leggja at. Men eydnast tað heldur ikki, finnast aðrir møguleikar í Suðuroy.
Á almenna fundinum í Øravík um samferðsluhavnina upplýsti skiparin eisini, at av neyð kundi Smyril leggja at á bryggjuni norðaru síðu á Tvøroyri.
Spurningurin hevur eisini verið reistur um, hvussu eitt so stórt arbeiðið skal fíggjast.
? Tað er neyðugt at fara undir samferðsluhavnina nú. Tað er somuleiðis løgtingsins vilji, at farast skal undir tunnilin í ár og eg kann ikki hugsa mær, at ætlanin at var drýggjað tunnilsarbeiðið yvir eini 10 ár.
?Sostatt skal fígging til undir øllum umstøðum, so eisini tað mugu vit finna útvegir fyri, sigur Hergeir Nielsen. Hann sigur, at ein máti er at fáa eina avtalu um at fíggja tað yvir nøkur ár, tí tann møguleikin er nevndur, sigur hann.
Er nøkur avtala ói samgonguni um, hvussu farast skal fram.
?Tað er í hvussu so er ongin avtala um at fremja tað vánaligu og dýru loysnina, sum Bjarni Djurholm hevur ætlað at seta í verk. Uppskotið at tengja báðar verkætlanirnar saman er bæði nógv betri og nógv bíligari, so eg kann ikki ímynda mær annað enn at vit fremja tað í verki, sigur Hergeir Nielsen.