sítt lendi til nakað, sum kann hótta trygdina og ræðisrættin hjá Irak. Sagt verður, at eitt møguligt álop á Irak kann koma trygdini í øllum teimum arabisku londunum í vanda. USA verður ikki nevnt í fráboðanini [...] ir í Arabisku Samgonguni samdust um vikuskiftið um eina fráboðan, sum sigur, at londini fara ikki at stuðla einum møguligum álopi á Irak. Í fráboðanini stendur millum annað, at einki av londunum í samgonguni [...] til álop haðani. Tað er eisini vert at leggja afturat, at fráboðanin er ikki bindandi fyri londini í Arabisku Samgonguni, og tí hevur hon ógvuliga avmarkaðan týdning.
AÐALFUNDUR Tað eru ikki so nógvir pengar í altjóða fótbóltinum, sum tað vóru í áttati árunum. Henda veruleikan hava bæði stór og smá feløg kent sviðan av seinastu árini, m. a. í at tað nú er nógv torførari at selja [...] limalondunum í UEFA í ár ikki er tann, sum hann hevur verið. Her verður fyrst og fremst hugsað um Týskland og Frakland. Nú tað er greitt, hvørji feløgini eru, sum hava vunnið sær rættin at spæla í fjórðingsfinaluni [...] at merkjast í eitt nú lýsingainntøkunum. Røkkur neyvan Føroyum Spurningurin hjá føroyingum er, um skerjingarnar fara at síggjast aftur í upphæddunum, sum FSF og feløgini fáa fyri at taka lut í Europa Cup
tí tá renna vit í ymsum lendi, bæði í fjøllunum og vassa yvirum áir, so tað er nógv meiri fjølbroytt. Næst á skránni er, at hon ætlar sær til Føroya at renna í eini kapping í summar og í heyst fer hon til [...] melda seg í eitt rennifelag í Reykjavík. Og síðani hevur renningin verið hennara fremsta frítíðarítriv. ? Í Íslandi er heilt vanligt við rennifeløgum av hesum slagnum. Í felagnum, sum hon er í, eru einir [...] var komin heim í nakrar dagar. Hon hevur nevniliga búð í Reykjavík, síðani hon blaðung fór til Íslands í 1975. Tað var bara ætlanin, at tað skuldi vera ein fyribilssteðgur í Íslandi. Men tað endaði, sum
gjøgnum rútar hvørja ferð. Í tveimum húsum á Jústsgøtu varð rútur knústur. Í tí eina kundi tað verðið heilt galið, tí ein tungur urtapottur varð tveittur inn gjøgnum rútin og lendi á einum høvdalagi, har ein [...] maður sat í bilinum, og hann var sera óhøviskur við annan politistin, sum var ein kvinna. Hesin verður nú ákærdur fyri brot á lógina um at fornerma ein persón í almennari tænastu. Eitt rok var í høllini [...] Ein ørgrynna av rútum eru brotnir ymsastaðni runt í Havnini sunnunáttina og morgunin. Løgreglan hevur fingið einar 10 -15 fráboðanir um brotnar rútar á antin húsi ella bili. Vakthavandi sigur, at tað letur
Juul Samuelsen úr Klaksvík. Skipið hevur júst verið í Persaraflógvanum eftir olju og kom nú um dagarnar til Japan við fullari last. Í Flógvanum vóru teir í trimun havnum. Jebel Dhanna, Mina al Ahmadi og Zirku [...] útvarpið ikki røkkur. Í dag eru tað ráð fyri tí. Tú kann tørna út umborð og áðrenn tú fert á vakt kanst tú standa vid einum feskum Sosiali í hondini ja sama dag sum hann kemur út heima í tí fyrstu kioskini [...] Maersk er eitt av teimum størstu og nýggjastu skipunum í Mærskflotanum við sínum 300.000 tonsum. Skipið eiga McKinney Møller hjúnuni privat. Við umborð í løtuni eru tveir føroyingar, skiparin Árni Joensen
Í vindinum, sum var sunnudagin, fingu tveir bilar á bilasøluni hjá Wenzel í Havn skaða, tá ein skúrur feyk á teir. Tekniski skúli í Havn leigar høli oman fyri Bilasøluna hjá Wenzel við Velbastaðvegin í [...] í Havn. Skúrurin, sum stóð í túninum, fór á flog og feyk um garðin og einar fimm metrar niður, har hann lendi á takinum á tveimum bilum, harav annar var ein nýggjur bilur. Bilarnir fingu báðir skaðar av [...] timburdeildini á Tekniska skúla, ið gera hesar skúrarnar fyri at venja seg at gera ymsar samankomingar í stórviðinum.
politistøðini í Runavík verður gitt, at tað var ov nógv ferð, sum var orsøkin til óhappið. Tríggir ungir mans, sum vóru á veg úr Havn til Leirvíkar, vóru við í bilinum. Bilurin koyrdi oman í grúsið niðanfyri [...] knappur at snara innaftur, tí bilurin koyrdi beint niðan í bakkan omanfyri vegin. Bilurin fór sendandi 40 metrar ígjøgnum luftina áðrenn hann síðani lendi á øllum fýra hjólunum, og fór sendandi 13 metrar afturat [...] men onki álvarsamt var hent við teimum. Teir vórðu allir útskrivaðir sunnudagin. Førarin sat ikki í trygdarbeltið, men tað gjørdu hinir, sum báðir vóru sovnaðir aftur á túrinum norður. Um førarin eisini
vælbjargaðu og vælklæddu í klædningsjakkum. Har vóru tey eitt sindur meira slitnu, sum máttu djúpt niður í lumman eftir dýru atgongumerkjunum. Og so øll tey forelskaðu pørini í miðjum aldri, sum mintust [...] stórskíggjanum frá Akropolis og India. Í stóra rúminum sveimaðu risaballónir, og millum fólkini og á pallinum dansaðu og tustu fólk, ið vóru ílætin sum fólk í 1700 talinum. Í parykkum, síðum kjólum og parasollum [...] roknað við. Sum hann stóð har á pallinum, í forvaskaðum kovboybuksum, ljósabláum jakka, reyðari blusu og tiltikna bassinum frá beatlestíðini, var hann fullkomiliga í toppformi. Tað sást og hoydist, at langa
tað tæri í teimum býarpolitikkarum, sum eru settir at umsita okkara felags ogn. Í fjør nevndi eg henda trupulleikan fyri borgarstjóranum og segði hann seg vilja kanna málið. Eg vóni ikki, at hann í síni tign [...] Ikki tí, í Gundadali hava fleiri býarpolitikarar sína gongd. Er tað veruliga so, at teir látast sum um, teir einki síggja? Er blóðið storknað í æðrum teirra, ella er hjartað so lítið, sum bukar í hjørtum [...] Í hugaheimi hjá flestu føroyingum er Gundadalur í Havn ein staður, har friðsælt og vinsælt er at vera. Fyri langari tíð síðani er økið lagt av til fólk at njóta ymisk frítíðarítriv, eitt øki, har ítróttur
nógv fólk í Kirkjubø. Í átjan húsum búgva fólk, og hetta gevur eini seksti fólk í alt. Í allari kommununi búgva 226 fólk, harav eru 71 millum 0-16 ára gomul. 145 fólk kunnu velja leygardagin. Í Havn búgva [...] sáttmálin er sendur í hvørt hús í kommuni saman við einum fylgiskjali, sum greiðir frá hvørjum einstakum punkti í sambandi við ymsar kommunalar uppgávur. Einasta valplakatin stendur í Kirkjubø ? teksturin [...] eru altíð at síggja í eyðkendu og søguríku bygdini. Kirkjubøur og Velbastað eru ein kommuna, og hetta havi tey verið í longri. Ein ørgrynna av jørð hoyrir til bygdirnar. Og fólk í kommuni ynskja ikki,