Ein ørgrynna av rútum eru brotnir ymsastaðni runt í Havnini sunnunáttina og morgunin. Løgreglan hevur fingið einar 10 -15 fráboðanir um brotnar rútar á antin húsi ella bili.
Vakthavandi sigur, at tað letur til, at tað eru fólk sum antin eru komin úr Norðurlandahúsinum ella høllini á Nabb, sum hava gingið eina ávísa leið og brotið rútar á vegnum.
Fyrsta fráboðanin var frá Eysturskúlanum, har onkur hevði tveitt ein av hesum stóru urtapottunum, sum standa til prýðis uttanfyri inn gjøgnum ein rút. Og so gongur eitt mynstur har frá til tey næstu støðini, har herverk eru framd antin á hús ella bilar. Og talan hevur verið um grót ella urtapott gjøgnum rútar hvørja ferð.
Í tveimum húsum á Jústsgøtu varð rútur knústur. Í tí eina kundi tað verðið heilt galið, tí ein tungur urtapottur varð tveittur inn gjøgnum rútin og lendi á einum høvdalagi, har ein ung genta vanliga svevur. Men tíbetur svav hon ikki har beint tá tað hendi.
? Um gentan lá har, so hevði verðið heilt galið, so ikki kann annað sigast enn, at hetta hevur verið sera stutt umhugsað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan veit ikki at siga, hvør tað er, sum hevur framt hesi herverk. Vakthavandi sigur, at her er talan um hendingar, sum henda um næturnar.
? Tann ella tey, sum fremja herverkini, gera eisini so skjótt av, at fólk hava lítlan ella ongan møguleika fyri at síggja persónarnar, áðrenn tey sleppa sær burtur, sigur vakthavandi.
? Tann reyði tráðurin er annars tað, at nýggir bilar kunnu ikki fáa frið. Og tað er ein vánaligur mentalitetur millum nakrar ávísar bólkar av ungum, sum vísa ein avbera ógfantaligan atburð, sigur vakthavandi og vísir samstundis á, at tá summi duga enntá illa at seta eina tóma fløsku frá sær. Av eini ella aðrari orsøk knúsa tey hana heldur í vegin, har hon kann verða til skaða fyri onnur.
Rúsdrekkakoyring
Annars eru fleiri bilførarar tiknir um vikuskiftið fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan hevur somuleiðis tikið fólk upp av vegnum, sum ikki megna at koma til hús og antin koyrt tey heim ella ástøðina at sova rúsin av sær.
Fríggjadagin tók løgreglan ein bilførara sum koyrdi ávirkaður. Ein annar maður sat í bilinum, og hann var sera óhøviskur við annan politistin, sum var ein kvinna. Hesin verður nú ákærdur fyri brot á lógina um at fornerma ein persón í almennari tænastu.
Eitt rok var í høllini á Nabb leygarkvøldið, har tveir vóru farnir til hendurs. Løgreglan kom á staðið og tók báðar við á støðina.
Seinnapartin sunnudagin um hálvgum fimm tíðina fekk løgreglan fráðboðan um eldsbruna. Eldur var komin í eini hús á Frúutrøð. Húsfólkið hevði gloymt eina grýtu. Sløkkiliðið kom á staðið og alt spældi tíbetur væl av. Húsini hava fingið nakað av roykskaða.