SAMANLEGGING
Leygardagin fara fólk í Kirkjubøar kommunu á val. Talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging við Tórshavnar kommunu.
Síðani 1996 er høvuðsstaðarkommunan voksin støðugt. Fyrst við Argjum og Kaldbak og síðani við Kollafirði.
Men Velbastað og Kirkjubøur eru ikki sum aðrastaðni í tí kanska komandi høvuðsstaðnum.
Hetta er ein bygd. Ein rættilig bygd, hóast avstandurin til Havnar ikki er longur enn einar tíggju minuttir við bili.
Kirkjubøur er ein landbúnaðarbygd, og hetta eru tey eisini errin av. Hendan dagin, vit vitjað, eru menn farnir at hyggja eftir neytunum. Hesin eini bóndin heldur ikki, at hann fer at atkvøða fyri samanlegging. Kritikkurin er serliga, at tað gongur so skjótt fyri seg. Onnur vilja hinvegin leggja saman.
Tað er ikki tí, at tað eru so øgiliga nógv fólk í Kirkjubø. Í átjan húsum búgva fólk, og hetta gevur eini seksti fólk í alt. Í allari kommununi búgva 226 fólk, harav eru 71 millum 0-16 ára gomul. 145 fólk kunnu velja leygardagin. Í Havn búgva fleiri enn átjantúsund.
Fyrr í vikuni var borgarafundur, har fólk vóru kunnaði um ætlanina og sluppu at seta spurningar. Kritikkurin er serliga, at samanleggingin gongur ov skjótt fyri seg.
Hendan mikudagin í Kirkjubø gongur lívið heldur ikki so skjótt. Fólk takast við ymiskt, og múrurin stendur, har sum hann skal. Eitt sindur av turistum eru altíð at síggja í eyðkendu og søguríku bygdini.
Kirkjubøur og Velbastað eru ein kommuna, og hetta havi tey verið í longri. Ein ørgrynna av jørð hoyrir til bygdirnar.
Og fólk í kommuni ynskja ikki, at landslagið skal broytast við einari samanlegging, soleiðis at eitt nú nógv hús fara at standa í dyrkaðum lendi.
Tórshavnar býráð og bygdarráðið í Kirkjubøar kommuna eru komin ásamt um ein sáttmála, sum helst verður undirskrivaður mánakvøldið, um meiriluti er fyri samanlegging leygardagin. Hesin sáttmálin er sendur í hvørt hús í kommuni saman við einum fylgiskjali, sum greiðir frá hvørjum einstakum punkti í sambandi við ymsar kommunalar uppgávur.
Einasta valplakatin stendur í Kirkjubø ? teksturin er: Nei 24. mai.
Sum støðan er nú, so keypir Kirkjubøar kommuna ymsar tænastur frá Tórshavnar kommunu. Millum annað ganga børn úr kommuni í skúla í høvuðsstaðnum.
Á Velbastað er ein barnagarður, men ynskiligt er at fáa ein barnagarð afturat. Nógvar barnafamiljur eru í kommuni, og tað merkist eisini.
Hendan mikudagin er ikki nógv lív í bygdini. Nøkur fólk spáka sær ein túr, men verkfallið er, og tað merkist. Men hetta í orðsins rætta týdning ein bygd. Vegirnir eru smælir og bóndin setir sín dám. Soleiðis eigur tað eisini vera.
Nøkur eru í holt við at byggja í Kirkjubø, men eingin fleiri grundstykki verða seld á Velbastað, hóast nógvir fyrispurningar eru. Orsøkin er vantandi barnaansing. Eisini aðrar íløgur er neyðugar siga bygdafólki, sum eru ójøvn á máli um, hvar krossurin skal setast leygardagin.
Fólk í kommuni teljast millum teir bestu skattgjaldararnar í landinum. Kommunan skyldar 4,5 mió, sum er minni enn ein álíkning.
Avkvøðugreiðslan leygardagin er vegleiðandi, og tað verður bygdarráðið, sum skal taka endiliga støðu. Og ætlanin er sáttmáli skal undirskrivast mánakvøldið, og tá er avgerðin endalig.
Leygardagin fer at tað vísa seg, um fólk í Kirkjubøar kommunu ynskja at gerast partur av Tórshavnar kommunu.