Tíðindi
Millennium Maersk er eitt av teimum størstu og nýggjastu skipunum í Mærskflotanum við sínum 300.000 tonsum. Skipið eiga McKinney Møller hjúnuni privat. Við umborð í løtuni eru tveir føroyingar, skiparin Árni Joensen úr Gjógv og Petur Juul Samuelsen úr Klaksvík. Skipið hevur júst verið í Persaraflógvanum eftir olju og kom nú um dagarnar til Japan við fullari last. Í Flógvanum vóru teir í trimun havnum.
Jebel Dhanna, Mina al Ahmadi og Zirku Island. Mina al Ahmadi er tann stórsta oljuhavnin í Kuwait, og har vóru teir 30. ? 31. marts.
Nú skipar verður fyri stórari fiskivinnuráðstevnu í Føroyum heldur Petur Juul Samuelsen, at tað kundi verið gott hjá fólki at vita, hvaðani føroyingar, sum sigla úti í stóru verð fáa tíðindi bæði heimanífrá og úr stóru verð annars. Talan er um eina av nýggjastu tænastunum hjá Sosialinum, nevnd ?Skipssosialurin.?
Vit geva Petur Juul Samuelsen orðið:
?Vit eru júst á veg til Japan við fullari last. Vit sóu sera nógv hernaðarskip, líka mikið hvar tú hugdi, so sá tú at har var kríggj.
Vit merktu tó einki til kríggið sum so. Tó fortaldi losurin hjá okkum, at tá ið hetta kríggið var 3 dagar gamalt lendi ein missilur (Silkiomurin) bert 1 fjórðing frá tí kajuni har vit lógu. So tad er eitt sindur undarligt, at hetta ikki er " krigsomåde sum danskarar plaga at siga"
Annars so er Millennium Maersk tad skipid nýggjasta tangaskipið hjá AP Møller.
Skiparin hjá okkum er føroyingur og eitur Árni Sofus Samson Daniel Joensen og er frá Gjógv. Ein sera gódur skipari, men er ikki so nógv til at úttala seg.
Skipssosialurin er ein partur av okkara gerandisdegi. Vit koma nærrri heiminum hjá okkum. Eg kannn næstan ikki seta orð á tað gleði, sum vit báðir ? skiparin og eg, hava av hesum tiltakinum heimanífrá. Vit kunna bert móttaka vanligan tekst, men tað er eisini nokk fyri okkum.
Vit eru sera nógv avbyrgdir frá heiminum, tí skipið er 300.000 tons
til støddar. Samanbera vit við t.d. Magn hjá Shell, so er tað einans 4 800 tons og vit heima halda tad verda stórt.
Ikki koma vit til nakra havn, bert terminalar, sum eru sera langt fra landi. Eisini lasta vit til SPM boyur, sum liggja langt úr landi.
SPM stendur fyri Singul Position Morring Booy.
Annars vóni eg, at føroyingar fara at velja hesa skipan, tá tørvur verður á tí í framtíni, tí tað er lættast at fortoya og krevur ikki so stórar ábøtur sum ein terminalur.
Ímynda tær at tú ert burturi frá Føroyum, við einum donskum, enskum ella norskum skipi ella einari heilt aðrari tjóð og tú ert stæddur so langt úr Føroyum, at útvarpið ikki røkkur. Í dag eru tað ráð fyri tí. Tú kann tørna út umborð og áðrenn tú fert á vakt kanst tú standa vid einum feskum Sosiali í hondini ja sama dag sum hann kemur út heima í tí fyrstu kioskini.
Ein lesur hann á tamb, og man livur seg inn í lívið heima. Tað er sjálvandi ymiskt, hvat hevur størst áhuga at lesa.
Men ítrotturin hann er bara veldigur, eisini eru góðar greinar, og ja føðingar, andlát, ja sjalvt veðrið hjá Petur Skeel hevur ein áhuga fyri.
Tá man er burturi eru kenslunar fyri heimlandinum og øllum heima sera sterkar, og áhugin at frætta heimanífrá er stórur.
Eg havi upplivað, at vit hava verið tveir føroyingar umborð og tá er tað serliga stuttligt at fáa Skipssosialin sendandi, tí at tá verður prátið ímillum tveir føroyingar meira aktuelt.
Eg vil fegin enda hesa heilsan við at siga, at Skipssosialurin knýtur teg nærri Føroyum og tú ert, um vit brúka telduorðið ?Uppdatera?, ja so er ein uppdateraður, tá ið tú kemur heim, um tú hevur hildið Skipssosialin.
Í dag hava tey flestu skip samband við fylgjusvein, og henda vegin ber til at fáa teldubrøv og Skipssosialin, og tað skal verða mín vón, at fleiri og fleiri sjómenn fara at halda Skipssosialin endar Petur Juul Samuelsen sína teldubrævaheilsan úr fjareystri.