UEFA AÐALFUNDUR
Tað eru ikki so nógvir pengar í altjóða fótbóltinum, sum tað vóru í áttati árunum. Henda veruleikan hava bæði stór og smá feløg kent sviðan av seinastu árini, m. a. í at tað nú er nógv torførari at selja spælarar fyri stórar upphæddir, enn tað áður hevur verið.
Nú fara feløgini, sum luttaka í Europa Cup, at merkja hetta á upphæddunum, sum verða lutaðar út av UEFA. Europeiska fótbóltssamgongan hevur serliga fingið nógvar pengar fyri at selja rættindini at sjónvarpa frá Europa Cup fyri meistaralið.
? Upphæddirnar fara at minka, og talan verður um so mikið stórar skerjingar, at tað fer væl og virðiliga at síggjast aftur. Hetta varð sagt á aðalfundinum hjá UEFA, sum í síðstu viku var í Rom. Fyri Fótbóltssamband Føroya vóru Dánjal Andreasen, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, á fundinum.
At upphæddirnar fara at minka kemst ikki bara av, at fíggjarliga orkan hjá sjónvarpsstøðum sum heild er minkað ella rættari, at tey, sum eru áhugað í at bjóða upp á rættindini, nú vilja hava betri samband millum tað, sum tey veruliga orka at gjalda, og tað, sum tey bjóða. Minkingin kemst eisini av, at áhugin fyri meistarakappingini í nøkrum av peningaríkastu limalondunum í UEFA í ár ikki er tann, sum hann hevur verið.
Her verður fyrst og fremst hugsað um Týskland og Frakland. Nú tað er greitt, hvørji feløgini eru, sum hava vunnið sær rættin at spæla í fjórðingsfinaluni í Europa Cup fyri meistarar, er tað ein veruleiki, at einki týskt og einki franskt felag er ímillum tey seinastu átta. Sjálvandi ávirkar hetta áhugan hjá týskum og fronskum sjónvaprsrásum at senda frá dystunum, og tað fer at merkjast í eitt nú lýsingainntøkunum.
Røkkur neyvan Føroyum
Spurningurin hjá føroyingum er, um skerjingarnar fara at síggjast aftur í upphæddunum, sum FSF og feløgini fáa fyri at taka lut í Europa Cup kappingunum. Føroyska meistaraliðið fær eina stóra millión fyri luttøkuna, og hini bæði liðini, sum luttaka í UEFA kappingini, fáa eina slaka hálva millión um árið. FSF fær eisini stórar upphæddir frá UEFA.
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur, at á fundinum í Rom fingu føroysku umboðini onga ábending um, at tað, sum flýtur frá UEFA og norður henda vegin, fer at minka:
? Okkara lutur er lítil í europeiskum høpi. Fyri FSF og feløgini hava hesir pengarnir stóran týdning og kennast sum stórar upphæddir. Men vit skulu minnast til, at í UEFA høpi er hetta talan um minstu upphæddirnar, og vit rokna ikki við, at tað verður í teimum, at teir fyrst fara at skerja. Tað hevði ikki verið líkt politikkinum hjá UEFA higartil, sigur Ísak Mikladal, sum annars vísir til heimasíðuna hjá UEFA, har stuðul til feløg og sambond í framtíðini verður viðgjørdur.
Graslíki í hvørjari bygd
Á heimasíðuni hjá UEFA verður tosað nógv um, hvussu europeiska sambandið í framtíðini skal stuðla fótbóltssambondum og feløgum. Hóast inntøkurnar í sambandi við europeisku liðkappingarnar eru minkaðar og kanska fara at minka uppaftur meiri, so tykist UEFA ikki beinleiðis at vera í peninganeyð. Mótsatt Europa Cup kappingunum so er áhugin fyri at sjónvarpa frá EM endaspælinum fyri landslið vaksandi, og tað sæst aftur í tí, sum rættindakeyparar eru sinnaðir at rinda UEFA fyri sjónvarpsrættindini.
UEFA eigur fimm milliardir krónur á bók. Teir skulu eiga í minsta lagið 1,5 milliardir krónur í trygdargrunni. Tað líkar ikki øllum eins væl, at teir eiga so nógv meiri enn hetta, og nú verður tosað um, hvussu summir av pengunum skulu koma fótbóltinum í limafeløgunum til góða.
Á heimasíðuni verður tosað um nýggjar stuðulsskipanir í staðin fyri tær, ið hava verið galdandi í niti árunum. Hesar hava m. a. havt sum mál at stuðla Eystureuropa, eftir at kommunistisku stýrini eru burtur.
Á heimasíðuni verður tosað um tríggjar ymsar stuðulsmátar, ið ganga undir felagsheitinum Hattrikk. Treytir eru við allar mátarnar, sum UEFA fer at stuðla uppá. Felags fyri treytirnar er, at pengarnir skulu koma fótbóltinum til góða. Talan skal t. d. ikki vera um bygging og rakstur av gistingarhúsum og øðrum í tí bransjuni.
Millum stuðlarnar verður ein nevndur, ið skal nýtast til graslíksivallir av mest nýmótanst slagnum. Talan er um smáar vallir, ið eru tólv ferðir tjúgu metrar. Treytin fyri at UEFA skal stuðla tílíkum tiltøkum er, at lokalu myndugleikarnir eisini stuðla.
? Vit fylgja sjálvsagt sera væl við í, hvørjir møguleikarnir verða í hesum. Tað kann eitt nú hugsast, at møguleiki verður hjá smærri bygdum í Føroyum, sum ikki hava graslíkisvøll, at fáa stuðul til sovornar vallir, treytað av at kommunurnar vilja t. d. lata lendi og gera tað klárt til álegging, men tað er ov tíðliga at siga nakað meiri ítøkiligt enn tað, sum er at síggja á UEFA heimasíðuni, sigur Ísak Mikladal.