at leggja kommurnar við Sundalagið saman, var tað í stóran mun bygt á álit. Tað fortaldi Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu á borgarafundi í Vági. Hann segði, at táið samráðingarnar vóru um [...] at lata fortíðina leggja forðingar í vegin. - Tí bygdi samanleggingin í stóran mun á álit ímillum allar partar. Og fyri at fáa umboð fyri so nógv øki sum gjørligt í bygdaráðið, gjørdu vit av, at tað skuldu [...] byggja øll øki í kommununi út. Fyri at taka eitt dømi, er øll kommunan eitt barnaansingarøkið, so at foreldur sjálvi kunnu velja, hvar tey vilja hava børnini í ansing. - Vit ivaðust ongantíð í, at tað var
við hagtølum, at fólkatalið er í minking: Á sumri í 2004 búðu 83 fólk í bygdini, meðan í fjør var komið uppá 84. Í august mánaði í ár var talið fallið nakað, niður í 76 fólk í bygdini. Talið av skúlabørnum [...] stóru arbeiðini framd í kommununi. - Vit hava mest fríðkað um í sjálvari bygdini, sigur Marjun. Hinvegin eru tey í bygdarráðnum vitandi um, at í framtíðini verður neyðugt at loysa í øllum førum eitt stórarbeiði: [...] kommunurnar skulu hava hesi viðurskiftini í lagi. Og tað sleppur Funningur so ikki undan, annaðhvørt kommunan sjálv skal gera tað, ella tað verður gjørt í eini stórkommunu. Í Funningi er bert eitt einstakt ar
tóku sjey føroyskir judoíðkarar lut í eini stórari altjóða kapping í Hillerød í Danmark. Edvard Johannesen, Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, og Áki Davidsen, Jógvan Martin [...] góð í kappingini. Hjá ungum undir 21 ár vann Hjalmar Johannesen gull í vektbólkinum -81 kg. Áki Davidsen vann somuleiðis gull í sínum bólki, sum er -73 kg. Hjá dreingjum vann Fríði Atlason silvur í vektbólkinum [...] kappast í ymsum vektbólkum. Hetta er ein kapping, føroyingar fleiri ferðir áður hava tikið lut í, og úrslitini plaga at vera heilt góð. Føroyingar hava nevniliga fleiri ferðir fingið medaljur. Eisini í ár vóru
síðani. Hvar eru vansarnir, tí í einumhvørjum partnarskapi eru væl eisini vansar, og teir haldi eg verða væl og virðiliga jarðaðir í hesum høpi. Bæði í Sunda kommunu og eisini í Runavíkar kommunu ber til at [...] Samanlegging í sjálvum sær endmálsleys um ikki samstarvsviljin er til staðar. Tað er í eftir mínari metan lítið at ivist ikki í, at um ikki hetta seinasta eg havi nevnt verður gjørt , so enda vit í 2 kommunueindum [...] sunnaru helvt undir kreppuni í 90´unum. Vit mistu við “politisku afturlatingini” av Polarfrost hópin av arbeiðsplássum í fiskivinnuni á landið og fólks spyrja seg enn hví besta virkið í landinum bleiv afturlatið
Keldu, løgtingsmaður Seinasta mánakvøld var Heðin Zachariasen í áhugaverdari samrøðu við Boga Godtfred í Sjónvarpi Føroya um kommunubygnaðin í Føroyum. Satt at siga, frøddist eg um greiðu útmeldingina hjá [...] og at hetta má gerast skjótt, tí kommunurnar úti í landinum fúna sum er, og tær vikna alt skjótari burtur í einki, meðan høvuðsstaðurin dregur bæði fólk í bestu árum og allan pening til sín so mikið skjótt [...] Heðin veit hvat hann tosar um, hann hevur verið íðin framsøgumaður fyri at fáa bygdirnar saman í Sunda kommunu, sum tykist at hava hepnast avbera væl. Eg fegnist um, at vit eru alt fleiri við til at manna
saman. Talan var um Rodmund Nielsen, sum var borgarstjóri í Runavík og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, sum hildu, at samanlegging í teirra økjum hevði verið ein stórur fyrimunur. [...] ímillum ymsar partar, har hvør dregur í sína ætt. Vil vita avleiðingarnar Tí eftirlýsti Dennis Holm eisini, hvørjar avleiðingarnar verða av atkvøðugreiðsluni í Vági í morgin. - Hvørjar avleiðingar fer tað [...] ikki brúka til nakað sum helst. Dennis Holm er samfelagsfrøðingur og á borgarafundinum í Vági um kommunusamanlegging í farnu viku, vísti hann á, at enn hava fólk onki grundarlag at taka støðu til kommunu
størstu kommunu í landinum klárar at halda seg bara so nøkurlunda til stevnuskráir í býráðssamgonguni? Borgarstjórin í Havn mátti, um nakar, havt ein áhuga í at víst, at hann tekur stevnuskránna alvorligt [...] odda í kommunalum samstarvi, sum størsta kommuna í landinum og tosar við eitt nú Runavíkar kommunu ella Sunda Kommunu um havnasamstarv, heldur enn at leggja fleiri 10 túsundtals fermetrar undir í asfalti [...] kommuna í landinum gongur á odda við solo íløgum, sum eingin tørvur er á samfelagsliga? Hvussu kunnu vit vænta, at kommunalpolitikkur í framtíðini verður meiri ábyrgdarfullur, um man ikki eingongd í størstu
børn, har tey flestu eru úr Sunda kommunu - t.v.s Norðskála, Oyri og Oyrarbakka. Tað eru seks stovur, har tvær eru vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og tvær frítíðarstovur. Í frítíðarstovunum hava tey 1 [...] 1., 2. og 3. flokk. 1. og 2. flokkur eru í einari stovu, meðan 3. flokkur er fyri seg sjálvan. Dagstovnurin á Flatunum er eisini tann einasti í Føroyum, ið hevur 3. flokk. Av og á, um vikuskiftið plaga [...] millum 20-25 fólk, harav bert eitt mannfólk. Børnini hava altíð úr at gera. Einaferð um vikuna fara tey í fimleikahøllina. Av og á fara tey á bókasavnið, og tá veðrið er til vildar eru tey úti. Um ikki, hugna
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður í Norðoyggjum Var lønin hjá borgaranum t.d. í Sunda Kommunu tann sama, sum hjá Havnarborgaranum, hevði Sunda Kommuna 6 mió. fleiri í kassanum, meðan Tórshavnar Kommuna hevði [...] 000 Fuglafjarðar Kommuna:168.000 Sunda Kommuna: 172.000 Vágs Kommuna: 143.000 . Lat okkum taka eitt hugsað dømi: Um borgarin í Sunda Kommunu, sum liggur næst Havnini í inntøku, hevði somu inntøku, sum [...] við borgaran í Sunda Kommunu Eins og onnur samfeløg, eru Føroyar fyri støðugari broyting bygnaðarliga. Tað hevur við sær at meiri nágreiniliga má ansast eftir fíggjarliga grundarlagnum í ymisku tættunum
Oyri: Í vár fær ungdómurin í Sundalagnum sítt egna hús. Dagstovnurin á Oyri hevur staðið tómur síðani nýggi stovnurin á Oyrarbakka, Dagstovnurin á Flatinum, var tikin í nýtslu í 2005. Men nú er ætlanin [...] Joensen er formaður í sosialu deild í kommununi, og hann greiðir frá, at ætlanin er, at ungdómurin skal sleppa at húsast í ovaru hæddini á gamla barnagarðinum nøkur kvøld um vikuna. Í kommununi hava tey ásanna [...] verður ein spíri til eitt virkishús í kommununi. – Tær 50.000 krónurnar skulu brúkast til at fríska ovara hæddina upp við, sigur formaðurin í sosialu deild í Sunda kommunu. Ikki nýtt hugskot Hugskotið