Tá ein tosar um eina so lítla bygd sum Funning er altíð ein spurningur um, hvørja framtíð hon hevur.
Fyri funningsfólk er hon uttan iva ein perla á jørð, meðan onnur halda at hon liggur alt ov fjarskotið frá meginøkinum. Og tað halda helst mong, hóast bert fáir kilometrar eru til Runavíkar, Norðskála, Eiðis og aðrastaðni.
Tað kann tí undra onkran, at so nógv hús standa tóm í bygdini, tá vegasambandið er so mikið gott. Tað er jú altíð koyrandi úr bygdini, - um ikki um Eiðisskarð, so eftir vegnum gjøgnum Funningsfjørð.
Kortini kann ein staðfesta við hagtølum, at fólkatalið er í minking: Á sumri í 2004 búðu 83 fólk í bygdini, meðan í fjør var komið uppá 84. Í august mánaði í ár var talið fallið nakað, niður í 76 fólk í bygdini. Talið av skúlabørnum er somuleiðis fallandi.
Borgarstjórin viðgongur, at tað sær einki serligt út í bygdini, serliga tí ein so stórur partur av húsunum standa tóm.
- Men her er ómetaliga gott at búgva. Tað feilar ikki. Spurningurin er bara, at fáa onnur fólk at síggja tað, - skilja tað!, sigur Marjun.
Fátækari Føroyar
Hóast minkandi fólkatal og tal av skúlabørnum, er bygdin til reiðar at taka ímóti nýggjum íbúgvum.
Í bygdini eru fleiri grundøki tøk. Men tað er kanska so sum borgarstjórin tekur til: - Eg veit ikki, um fólk vita at vit hava tøk grundøki!
Frá politiskari síðu hevur verið tosað um eina menningarætlan fyri tær smærru bygdirnar í landinum. Ein slík ætlan hevur heilt víst áhuga hjá fólkinum í Funningi.
- Tað er eingin ivi um, at Føroyar verða fátækari, um bygdirnar tømast fyri fólk.
- Eg vóni tó ikki, at tað fer at henda fyri okkara bygd, sigur Marjun, sum vónar at politikkararnir eisini fara at gera okkurt fyri at steðga hesum.
Smærri og størri arbeiði
Síðani nýggja bygdarráðið tók við eru ikki tey stóru arbeiðini framd í kommununi.
- Vit hava mest fríðkað um í sjálvari bygdini, sigur Marjun.
Hinvegin eru tey í bygdarráðnum vitandi um, at í framtíðini verður neyðugt at loysa í øllum førum eitt stórarbeiði: Kloakkviðurskiftini.
Júst nær tað verður er ikki greitt enn, men tað er eitt krav at kommunurnar skulu hava hesi viðurskiftini í lagi. Og tað sleppur Funningur so ikki undan, annaðhvørt kommunan sjálv skal gera tað, ella tað verður gjørt í eini stórkommunu.
Í Funningi er bert eitt einstakt arbeiðspláss – nevniliga skúlin, har bert tann eini næmingurin er hetta skúlaárið.
Hinvegin so fara nógv fólk av bygdini hvønn einasta dag til arbeiðis aðrastaðni.
Tað var ein tíð tá rættiliga nógv fólk vóru til arbeiðis á Rækjuvirkinum á Oyri. Í dag koyra mong alla leiðina til arbeiðspláss sítt á Kollafjarðar Pelagic, meðan onnur fara aðrar vegir fyri at vinna sær til lívsins uppihald.
Valdu heldur Runavík
15. november var vegleiðandi fólkaatkvøða í bygdini, har fólkið hevði høvið at siga sína hugsan um framtíðar kommunusamstarv: Skal Funningur leggja saman við Sunda kommunu ella Runavíkar kommunu?
Onkur helt frammanundan, at tey yngru fólkini vóru mest hugað fyri at leggja saman við Eiðis kommunu.
Men tá tey, sum høvdu valrætt høvdu greitt atkvøðu vísti úrslitið, at fólkið ynskti at leggja saman við Runavíkar kommunu:
47 fólk atkvøddu fyri at leggja saman við Runavíkar kommunu, meðan bara fimm atkvøddu fyri at leggja saman við Sunda kommunu.
Í alt vóru 54 á vali av teimum, sum høvdu valrætt. Av teimum atkvøddu tvey blankt.