Stovnurin sum liggur á Oyrabakka, fevnir um 86 børn, har tey flestu eru úr Sunda kommunu - t.v.s Norðskála, Oyri og Oyrarbakka.
Tað eru seks stovur, har tvær eru vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og tvær frítíðarstovur. Í frítíðarstovunum hava tey 1., 2. og 3. flokk. 1. og 2. flokkur eru í einari stovu, meðan 3. flokkur er fyri seg sjálvan. Dagstovnurin á Flatunum er eisini tann einasti í Føroyum, ið hevur 3. flokk.
Av og á, um vikuskiftið plaga tey eldru børnini sum ganga har, at yvirnátta eina nátt á stovninum, har tey spæla og hugna sær saman við onkrum av starvsfólkunum.
Á stovninum starvast millum 20-25 fólk, harav bert eitt mannfólk.
Børnini hava altíð úr at gera. Einaferð um vikuna fara tey í fimleikahøllina. Av og á fara tey á bókasavnið, og tá veðrið er til vildar eru tey úti. Um ikki, hugna tey sær inni við perlum, bóltspæli o.ø.
Stovnurin letur longu upp klokkan 07:15, og sum eitt at starvsfólkunum tók til: - Børnini dáma so væl, at tey ikki vilja heim aftur, tá dagurin er av!