Johan Dahl, løgtingsmaður
Gandaorðið í kommunal– og partvís landspolitikki er blivið kommunusamanlegging. Verður tað gjørt, so sýnast allir trupuleikar framyvir at verða loystir
Undir framløgum teirra saknaði eg sum áhoyrari, at ikki alt spektri bleiv tikið við, tí vit hoyrdu bara um, hvussu fantastiskt alt hevði gingið og verið síðani.
Hvar eru vansarnir, tí í einumhvørjum partnarskapi eru væl eisini vansar, og teir haldi eg verða væl og virðiliga jarðaðir í hesum høpi.
Bæði í Sunda kommunu og eisini í Runavíkar kommunu ber til at koyra til arbeiðis yvir eitt stórt øki, og tað sæst eisini aftur í inntøkunum hjá t. d. Sunda Kommunu.
Ein skal ikki gloyma, at úr Suðuroy er tveir tímars sigling til meginøkið og tískil eru vit útjaðari og kunnu ikki velja og vrakað arbeiðspláss sum okkum lystir og hava harvið ikki somu atgongd til topp-lønirnar í meginøkinum.
Dennis Holm var tann sum kom tættast inn á hetta undir borgarafundinum í Vági, tí hann hevur púra rætt tá hann sigur, at tað er ONKI gjørt fyri at kunna borgaranum um, hvørjir fyrimunir eru við einari kommunu í Suðuroy og ikki minst hvørjir er vansarnir, og hvussu skal ein samstarvsavtala síggja út, og hvat skal hon innihalda, og hvussu bindir hon tær ymsu núvernadi kommununar.
Hvat við mongd av kommunustýrislimum ???
Hvussu skulu umboðini fordeilast frá Sumba til Sandvíkar ??
Hvar skal ein komandi umsitingin verða ? ì einum stað ella deilast?
Osfr.osfr.
Tað er onki at ívast í at tað eru fyrimunir við samanlegging og somuleiðis vansar, so lat okkum fáa hesar lýstar og lagdar á borðið ongantí ov skjótt.
Àbyrgdarbýtið og útjavning av kommunuskattinum
Ábyrgdarbýti millum land og kommunur og ein útjavningskipan av kommunuskattinum eru eisini vitalir spurningar, sum eiga at verða avkláraðir skjótast tilber, so kommununar eisini vita hvørjum grundarlagið tær komað at starvast út frá framyvir.
Tað kann ikki verða rætt – heldur ikki landspolitiskt, at man sigur - “leggið nú saman so skal alt ordna seg” , ístaðin fyri frammanundan at hava gjørt tað landspolitikiska heimaarbeiði til lítar , tí so høvdu kommununar eisini følt seg hópin meira tryggar vænti eg.
Vágur svartiper ??
Tá man hoyrir fjølmiðlarnar , fær ein uttanfyri standandai ivaleyst tað inntryk at tað má verða nakað galið við Vágbingum ,- hetta um ein ikki kennir tað sum liggur aftanfyri .
Tað sum m.a. enn svíður sum svøllur her suðuri, er tann almennið politiski ágangur, sum fór framm móti Vági og sunnaru helvt undir kreppuni í 90´unum.
Vit mistu við “politisku afturlatingini” av Polarfrost hópin av arbeiðsplássum í fiskivinnuni á landið og fólks spyrja seg enn hví besta virkið í landinum bleiv afturlatið og tað kanska ringasta hildið koyrandi? Hvar var logikkurin??
Ein áralong oyðimarkargongd var við hesum byrja ,tí henda avgerð var m.a. við til at máa inntøkugrundarlagið burtur undan Vágs kommunu og hevur ført við sær stóra fráflyting frá bygdini framm til dagin í dag.
Eisini verður spurt : Hví flutti man Toll og Skattstovuna og Sýsluskrivstovuna? - kundu hesar saman við Almannastovuni ikki eins væl ligið í Vági?? osfr., osfr.
Hví fær Tvøroyrar kommuna gjaldsskáa av sínum lánum í 5 ár fyri at fáa pláss til arðar íløgur og Vágs kommuna eitt nei fra innlendismálarðanum til sama ??
Hetta eru kanska størstu orsøkirnar til at serliga vágbingar eru ivasamir í samband við samanlegging , - og so sjálvandi støðan hjá bý og bygdaráðum í norðaru helvt í samband við byggingina av Ellis og Røktarheimið gera heldur ikki álitið til samstarv betur.
Sum prikkin yvir i´ið kann nevnast støðan hjá TB fyri at verða við í einum formulaliðið í Suðuroynni - har teir tíverri avvístu at verða við, og má hetta sigast at verða stórt spell, tí hetta átak um tað gjørdist veruleiki, hevði eisini verið viðvirkandi til at at samansjóða fólki í oynnið.
Ein kann ikki siga at hesar avgerðir fáa mentalu innstillingina at verða positiva og harvið pílin at venda rætta vegin í spurninginum um eina kommunu í Suðuroynni !!
Mín vón er betur samstarv og ein kommuna - alt annað er drepandi fyri oynnað,- men hvat skal til fyri at bera á mál?
Hóast teir omanfyri nevndu trupuleikar sum eg havi nevnt og hóast hugsanin um tvær kommununur í byrjanini er tiltalandi, tá hugsað verður um, - at um ikki samstarvvið við einari kommunu skuldi víst seg ikki at virkað eftir ætlan so vendist ikki aftur;
so ber ikki til bara at latað hjarta , - men eisini skilið ráða í hesum málið.
Sjálvur haldi eg at tað er avgerandi at fáa lýst fyrimunir og vansar fyri fólkinum sum atkvøða skulu ,- so hesi betur er før fyri at takað støðu út frá einum breiðum kunnandi grundarlagið har eins egna meining eftir góða kunnan er tann sum avgerð støðuna.
Tað er sera óheppið at Vágs Kommuna frammanundan vegleiðandi fólkaatkvøðuni, einmælt mælir frá samanlegging, tí tað er eftir míni metan tað sama sum at heita á restina av veljarunum at siga nei og harvið frammundan kappað á stokkinum .
Kommununar í oynnið eiga at velja sær umboð, sum eiga at seta seg saman at viðgera fyrimunir og vansar við eini samanlegging og hvussu samstarvið kann skipast. Hetta eigur at verða gjørt saman við uttanveltaðari serkønari vegleiðing og hjálp.
Samanlegging í sjálvum sær endmálsleys um ikki samstarvsviljin er til staðar.
Tað er í eftir mínari metan lítið at ivist ikki í, at um ikki hetta seinasta eg havi nevnt verður gjørt , so enda vit í 2 kommunueindum í Suðuroynni og tað verður sera óheppið fyri menningina av Suðuroynni framyvir, fyri ikki at siga – tað tekur lívið av henni.
Vit mugu dragað eina línu og vit noyðast at semjast um hvussu framtíðar Suðuroyggin skal síggja út og hvussu vit fáa skapt neyðugan vøkstur í fólkatalinum aftur og ikki minst hvussu vit fáa burðardygt vinnuligt virksemið og nýggj arbeiðspláss til økið.
Samanlegging í sær sjálvum hevur onki endamál, tað skapar onki og mennir onki meira - um ikki hugurin at samstarvað tvørturum bygdamørk og til at skapað nakað betur enn tað verandi, er til staðar millum okkara politiskt valdu bygda- og býráðslimir og tað vóni eg tað er.
Suðuroyggin og tað dugnaliga fólk sum her búleikast hevur tað uppiborið.
Vágur 26.11.2006
Johan Dahl, løgtingsmaður










