JUDO
Leygardagin tóku sjey føroyskir judoíðkarar lut í eini stórari altjóða kapping í Hillerød í Danmark.
Edvard Johannesen, Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag, og Áki Davidsen, Jógvan Martin Davidsen, Nikolai Mohr Vang og Fríði Atlason úr Havnar Judofelag vóru føroysku luttakararnir. Harafturat var Jan Günther við á ferðini sum venjari og ferðaleiðari.
Hillerød Cup eitur kappingin, og fleiri enn 600 luttakarar kappast í ymsum vektbólkum. Hetta er ein kapping, føroyingar fleiri ferðir áður hava tikið lut í, og úrslitini plaga at vera heilt góð. Føroyingar hava nevniliga fleiri ferðir fingið medaljur.
Eisini í ár vóru úrslitini hjá føroyingunum góð í kappingini. Hjá ungum undir 21 ár vann Hjalmar Johannesen gull í vektbólkinum -81 kg. Áki Davidsen vann somuleiðis gull í sínum bólki, sum er -73 kg. Hjá dreingjum vann Fríði Atlason silvur í vektbólkinum -50 kg.
Fyri føroysku luttakararnar er kappingin í Hillerød eitt slag av eini fyrireiking til Oyggjaleikirnar komandi ár á Rhodos, har judo aftur er sloppið upp í part.