Álit var ein fortreyt fyri samanlegging

Á borgarafundi í Vági týskvøldið, staðfesti borgarstjórin í Sunda Kommunu, at álit hevði nógv at siga fyri at kommunusamanleggingin eydnaðist

- Tá ið vit fóru at tosa um at leggja kommurnar við Sundalagið saman, var tað í stóran mun bygt á álit.
Tað fortaldi Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu á borgarafundi í Vági.
Hann segði, at táið samráðingarnar vóru um samanlegging, var semja um, at kommunan skuldu byggjast út frá miðjuni og at kommunuskrivstovan skuldi vera á Oyrabakka. Samstundis skuldi tær lokalu kommunuskrivstovurnar leggjast saman.
Ístaðin fyri tær lokalu skrivstovurnar, sum vóru opnar í løtum, hava tey fingið eina skrivstovu, sum er opin allan dagin, samstundis hava vit fingið eina umsiting á tekniska- og sosiala økinum og tað helt hann var ein stórur fyrimunur.
Samstundis var semja um, at tær einstøku kommunurnar kundu ikki bindast niður og tí skulu allar kommunurnar halda fram við teimum útbyggingum, sum ætlanin hevði verið at fremja.
Men kortini var tað ein avtala, at ongar útbyggingar skuldu gerast, sum komu upp á tvørs av teirri samananløgdu kommnununi, útfrá tí partarnir høvdu tosað um.
Hinvegin gjørdu vit av at líta frameftir og ikki at lata fortíðina leggja forðingar í vegin.
- Tí bygdi samanleggingin í stóran mun á álit ímillum allar partar. Og fyri at fáa umboð fyri so nógv øki sum gjørligt í bygdaráðið, gjørdu vit av, at tað skuldu vera 11 limir.
Síðani kommunan varð løgd saman, hevur bygdaráðið sett sær fyri at byggja øll øki í kommununi út. Fyri at taka eitt dømi, er øll kommunan eitt barnaansingarøkið, so at foreldur sjálvi kunnu velja, hvar tey vilja hava børnini í ansing.
- Vit ivaðust ongantíð í, at tað var rætt at leggja saman, tí hvør sær høvdu kommunurnar í Sundalagnum ongan møguleika. Tí var neyðugt at fáa samstarv um, hvar íløgur skuldu gerast.
-Hetta hevur ført til, at vit fáa gjørt nógv betri skilabetri íløgur.
Í vetur er ætlanin at seta kikaran á skúlabygnaðin í Sunda Kommunu.
Eins og Rodmund Nielsen, dugdi Heðin Zachariasen ikki at nevna nakran vansa við samanlegging, tó at hann ásannaði, at teir ivaleyst eru har. 
- Kommunan er vorðin nógv meiri spennandi økið og nógv tryggari fíggjarliga, síðani vit løgdu saman, tí nú fáa vit arbeitt á ein heilt annan hátt, enn vit fingu fyrr.
- Hetta hevur verið ein ótrúliga positiv gongd, legði hann afturat.