Oyri: Í vár fær ungdómurin í Sundalagnum sítt egna hús. Dagstovnurin á Oyri hevur staðið tómur síðani nýggi stovnurin á Oyrarbakka, Dagstovnurin á Flatinum, var tikin í nýtslu í 2005. Men nú er ætlanin, at ungdómurin í kommununi skal sleppa at brúka ovaru hæddina á gamla barnagarðinum.
Á bygdarráðsfundi 22. januar vóru 50.000 krónur játtaðar til eina royndarverkætlan fyri ung. Hans Andrias Dam Joensen er formaður í sosialu deild í kommununi, og hann greiðir frá, at ætlanin er, at ungdómurin skal sleppa at húsast í ovaru hæddini á gamla barnagarðinum nøkur kvøld um vikuna.
Í kommununi hava tey ásanna, at verður sæð burtur frá ítróttini, hevur kommunan ikki nógv tilboð at bjóða teimum ungu. Tí er tað, at tey hava tikið stig til hetta nú. Hans Andrias Dam Joensen sigur, at tey nú leita eftir einum persóni, sum kann hava ábyrgdina av hesum húsinum, sum – um tað gongur væl – møguliga verður ein spíri til eitt virkishús í kommununi.
– Tær 50.000 krónurnar skulu brúkast til at fríska ovara hæddina upp við, sigur formaðurin í sosialu deild í Sunda kommunu.
Ikki nýtt hugskot
Hugskotið við at nýta gamla dagstovnin sum ungdómshús, er tó á ongan hátt nýtt, og 13. november í fjør samtykti kommunan eisini eina eykajáttan áljóðandi 50.000 krónur til júst hesa verkætlanina. Men projektið kom ongantíð í gongd, og tí vórðu pengarnir ei heldur brúktir. 15. januar í ár mælti Trivnaðarnevndin til at endurjátta somu upphædd, soleiðis at skjøtul kann setast á royndarverkætlanina. Hetta var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi 22. januar, og í vár skal ungdómurin ætlandi sleppa at nýta ovaru hædd á húsinum.
Eldru í neðra
Hans Andrias Dam Joensen veit eisini at siga, at tá ungdómurin kemur at húsast í erva, so merkir tað kortini ikki, at niðara hæddin kemur at standa óbrúkt. Har er ætlanin, at eitt dagtilhald fyri tey eldru í kommununi skal vera. Hetta hava nøkur fólk bjóðað seg til at staðið fyri, og Hans Andrias Dam Joensen sigur, at meiri kunning um hesa ætlanina kemur í komandi viku.