stóð á Ziskatrøð. Pápi hansara var klokkari, og vanligt er, at halgan verður ringd inn kvøldið fyri. Kimað varð í eitt korter og síðani samanring-ing í trý korter. Brosandi minnist Niels Juel aftur á, at [...] at tað gekk akkurát hjá honum at ringja í eitt korter. ? Eg var so ungur tá, og tað var strævið at ringja við klokkuni, sigur hann. Men eftir hetta var Niels Juel ofta og ringdi fyri pápa sín, og spakuliga [...] gamalt, at klokkarin ikki bara ringdi við klokkuni. Hann skuldi eisini grava kava. Við gomlu kirkju á Ziskatrøð skuldi kavin gravast burtur frá portrinum og til inngongdina til kirkjuna. ? Tað var nokk
pressufólkið savnaði, og eg og sonur mín endaðu á forsíðunum á fleiri av stóru bløðunum, greiðir enski ambassadørurin frá. Hetta var undir Margaret Thatcher, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn iranski ambassadørurin [...] innarlaga í valdssirklinum í Onglandi, var skjótt greitt, tá prát varð fingið í lag við hann mánamorgun á Hafnia. - I was just chatting to Tony (Blair blðm.) this morning, and he said that?! Ok, hugsaði eg [...] yvir Salman Rushdie eftir umstríddu bók hansara, Satans Ørindi. - Meðan vit vóru staddir innanfyri á ensku ambassaduni, savnaðist ein stór og vreið mótmælisgonga við umleið 12.000 fólkum frammanfyri okkum
leygardagar. – Eg gekk úti á vøllinum og skrivaði niður, hvør skuldi døma, og hvør skuldi vinka. ##med2## Í 2015 bleiv Mikkjal Thomassen venjari, hann setti stór krøv til umstøðurnar á Djúpumýru, og stórar [...] málaðu, og løgdu nýtt gólv. Við góðum karmum ráddi um at skipa fyri onkrum, soleiðis at fólk komu á gátt. Tí fóru tey undir at vísa enskan fótbólt. – Vit hongdu eitt stórt lak uppá veggin og dýnubetrekk [...] Jórun er at vaska klæðir og gera klárt til venjing og dyst, bæði hjá mans- og kvinnuliðnum. Nøgdin á klæðum er blivin nógv størri, enn hon hevur verið, og hon bara veksur. Tær vaska eisini klæðini hjá
frá honum. Á hendan hátt dugdi hann best at skapa smáar søgur og tílíkt, antin tað er álvarsamt ella skemtingarsamt. Her uppi á Ovasta lofti skrivaðu vit millum annað: Árið runt, Stevnumøtið á Penaplássi [...] Hetta sæst á Baldursbrá, har hann hevur verið ritstjóri á fleiri av bløðunum seinastu tíðina hjá Ungmannafelagnum. Baldursbrá kom út 105 ferðir. Av hesum stóð Petur Alberg sum ritstjóri á 16 av hesum [...] Ja, her er nógv umbroytt, og tann gamli havnamoli, sum fyrr gekk frá Skansa út á Argir, er nú bygdur av nýggjum og gongur frá Hoyvík og suður á Glyvursnes. Men tað tørvar eisini, tí bæði er skipaflotin hjá
sleppa undir tak. Sum løtan gekk, koyrdi løgreglan síðan avstað við honum. Men, samstundis sum løgreglan nú koyrdi avstað við miljarderinum, lótu teir bilin hjá honum standa eftir á støðini. Sjálv sigur løgreglan [...] løgregluna. Í hóttanarbrævinum stóð, at konan hansara var burturflutt, og skuldi hann fáa konu sína aftur á lívi, skuldi hann rinda níggju miljónir evrur í loysigjaldi, goldið í kryptovaluta'ini monero. "Vi ser" [...] brævinum, sum tilsamans fylti fimm maskinskrivaðar síður. Tískil bað Tom Hagen løgregluna møta sær á einari Shell-støð nakrar hundrað metrar burtur - í sivilum bili og sivilum klæðum. Men, tá Tom Hagen
fyrst sum reingerðarhjálp í gamla Bókhandli og seinni á Blindastovninum, har hon undirvísti í matgerð. Í teirra heimi var altið fjálgt at koma á gátt, og munnu tey vera ótald, sum hava notið góðan blíðskap [...] sannføring var eyðsýnd í gerandisdegnum hjá Sigbjørg, tí hóast hon var sjónveik, so legði hon stóran dent á at klára seg uttan hjálp frá øðrum og innrætta seg eftir givnu fortreytunum. At vera glað fyri tað [...] sítt, at virka við góðsku og varsemi í gerandisdegnum. Kortini, so var hon altíð uppmerksom uppá, at gekk ikki alt eftir vild, so var hon atltíð til reiðar at hjálpa, har tað var neyðugt. Sigbjørg var tí
Ratingtølini hjá elstu telvarunum vóru á heilt góðari leið og góvu ábendingar um, at føroysku telvarnir stóðu einki aftanfyri hinar. Men júst sum vónirnar vóru tær allarbestu gekk ikki ? og tó. Tí hóast tær kanska [...] fara eftir. Eftirnavnið Ziska stendur ikki á so fáum føroyameistarasteypum og fær danski venjarin Jacob Aagaard rætt, so verður navnið Helgi Ziska eisini at standa á onkrum steypum í komandi tíðum. Jacob Aagaard [...] besti føroyingurin og fekk eitt samanlagt fjóðra pláss. Eitt fjóðrapláss var eisini úrtøkan hjá Olafi á hesum sinnið. Helst ikki heilt nøktandi, tá havt verður í huga, at hann fyrr hevur vunnið heiðursmerki
Heimið hjá Katrini og Mats liggur undir Gráasteini. Inni er ljóst og hugnaligt. Mats ger kaffi og setur á borðið. Katrin situr í einum stóli og gevur bróst. Tað fyrsta ein hugsar um, tá ein sær henda spildurnýggja [...] sýgur sær kreftir til at vaksa seg stóran. Móðurkenslurnar lýsa úr Katrin, sum situr og hyggur niður á sín fyrstafødda við eymum eygum. ? Hann eitur Bjartur eftir pápa mínum, sigur Katrin og við sorgblýdni [...] tað, sum eg havi gjørt, áðrenn eg fekk barn, sigur hon hugsunarsom. Hon hevði tað gott, meðan hon gekk við honum, og Katrin sigur, at tað var ongantíð nakar trupulleiki. Sum foreldur síggja Katrin og Mats
starvaðist eitt skifti hjá Berlingske Tidende undir Nordisk pressefoto, har hann fekst við myndaviðgerð upp á gamlan máta. Tað var eisini ein, sum arbeiddi hjá Berlingske Tidende, sum eggjaði Ole til at fara í [...] greiddi honum frá, at hetta var nakað, sum hann hevði áhuga fyri. - Tá pápi var prestur í Roskilde, gekk eg at kalla hvønn dag framvið hjá E. Nielsen?s mekaniske stenhuggere, og tað var mestur her, at eg [...] gróthøggari, verið nógv at gera. Hann gjørdist longu í 1977 stjóri fyri Grótvirkið. Í 1986 fór Grótvirkið á húsagang, men tað kom skjótt lív í aftur, og tá varð Ole eisini knýttur at virkinum. Síðani 1993 hevur
ólavsøkan er, tá hon er best. Soleiðis var eisini við Lailu Bjørklund og Jan Dam. 24 ára gamla Laila gekk á HF skeið í Odense, og var heima í summarfrí í fjør. Hon hugsaði ikki annað enn, at hon aftaná ólavsøku [...] Tað eru oftast hendingarikar løtur á ólavsøku, tá fólk úr øllum ættum hittast í Havn og leggja gerandisdagin aftur um seg og stuttleika sær eina løtu. Øll vóna sjálvandi at fáa ein góða ólavsøku, men tað [...] at ferðast, og vit hava somu áhugamál, men tað var ikki bert hetta, sum fekk meg at siga ja, tá Jan á nýggjárinum spurdi, um eg vildi giftast við honum, brosar Laila. Hon játtaði beinanvegin, og tá fóru