Minningarorð um Sigbjørg Jacobsen

Sunnukvøldið 22. juni var veðrið av tí fagrasta. Sólstøður, har fjøllini stóðu so prúð og klár í høgættarlotinum. Hetta gó­ðveðurskvøld andaðist Sigbjørg Jacob­sen, fødd í Nólsoy, búsitandi í Havn.

“Ein dag so røddin tagna skal, tí silvur­strongur brostin er”, syngur skaldið. Hes­in veruleiki gerst alra lutur. Kortini er løtan, tá andin verður drigin seinastu ferð, og tú veitst, at tann tú heldur av er farin handan sýn, trupul at góðtaka.

Her endar alt, eingin vegur er aftur og lívið verður nú minnir. Hiðani og fram­eftir kanst tú við sorgblídni og sakni bert minnast nærveruna, ljóðini, angan og alt annað, sum fylti gerandisdegin saman við tí, sum farin er.

Sum blaðung fór Sigbjørg til Havnar at arbeiða, í handli og húspláss. Í 1958 gift­ist hon við Thomas Paula Jacobsen, skip­ara. Her byrjaði so eitt nýtt æviskeið hjá Sigbjørg. Ikki tí, at tað mundi var ókent fyri hana, tí í samtíðini høvdu flestu av med­­systrum hennara sjómenn sum maka.

Sigbjørg og Tummas búðu tó bert stutta tíð í Nólsoy, men fluttu til Havnar, har tey ognaðu sær eini fitt raðhús í Eystur­býnum, og valdi Sigbjørg tá at vera heima­gangandi. Seinni fór hon tó aftur út at arbeiða, fyrst sum reingerðarhjálp í gamla Bókhandli og seinni á Blinda­stovninum, har hon undirvísti í matgerð.

Í teirra heimi var altið fjálgt at koma á gátt, og munnu tey vera ótald, sum hava notið góðan blíðskap har. Livandi áhugin fyri samfelagsviðurskiftunum í heiminum gjørdi, at tú altíð fekk áhugavert prát um tað, sum var uppi í tíðini.

Sigbjørg og Tummas fingu tvær døtur, Janet, sum býr í Danmark og Eydnu, sum býr í Hoyvík. Báðar eru giftar og eiga børn.

Sigbjørg Jacobsen var næstelst av 4 systkj­um. Og nú eru øll farin. Frá ungum var henni lagt í minni, at neyðugt var at vera sjálvbjargin og at vera takksom fyri tað, sum gerandislívið hevði at bjóða. Hetta var eisini hennara stavnhald í lívinum.

Sigbjørg kravdi ikki av samfelagnum, men hevði sum aðalmál at svara hvørjum sítt og annars at seta tering eftir nering. Tað var hennara sannføring, at virkaði hin einstaki við sínum íbornu evnum, so var ríkiligt til øll. Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum nú er um at søkka undir mold. Tey eiga heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag.

Sigbjørg og Tummas vóru eitt livandi eyðkenni fyri hetta ættarlið - at arbeiða fyri felagsskapin, at virka uttan at vera kravmikil.

Henda sannføring var eyðsýnd í ger­andisdegnum hjá Sigbjørg, tí hóast hon var sjónveik, so legði hon stóran dent á at klára seg uttan hjálp frá øðrum og inn­rætta seg eftir givnu fortreytunum. At vera glað fyri tað hon hevði og kundi og takka fyri, at støðan ikki var verri.

Tí var tað ein fragd at síggja hana mat­gera, seyma og binda við handalagi, sum flestu ikki er beskorið. Alt rundan um hana bar sjónlig prógv um ordan og røki­skap. Ja, hon virkaði í gerandisdegnum sum fyrimynd fyri onnur.

Kjølfesta lívsfatanin hjá Sigbjørg gjørdi, at hon ynskti, at børnini rundan um hana skuldu hava sum aðalmál at svara hvørjum sítt, at virka við góðsku og varsemi í gerandisdegnum. Kortini, so var hon altíð uppmerksom uppá, at gekk ikki alt eftir vild, so var hon atltíð til reiðar at hjálpa, har tað var neyðugt. Sigbjørg var tí sum ein klettur í gerandis­degnum, ein fjálgur stuðul um ástóð.

At hon ikki spardi seg var sjúkralegan hjá Tummas gott dømi um. Í hálvtannað ár var hon um hann heima allan sólar­ringin, meðan hann alsamt viknaði av ring­ari sjúku. Hann var fyrimyndaliga pass­aður og sjónligt var, at hann var sera takk­samur fyri at kunna vera heima sum longst. Henda umsorgan gjørdi, at Tumm­as bert var innlagdur fáar dagar á Lands­sjúkrahúsinum, áðrenn hann doyði.

Stutt eftir at Tummas var deyður fyri 2½ ári síðani, gjørdist Sigbjørg sjálv illani sjúk. Við síni positivu lívssjón tók hon tó ringu støðuna sum hon kom og livdi eftir nýggju fortreytunum.

Tí var hon eisini, tá tað leið móti enda­num, ein fyrimynd fyri øll rundan um hana, tí hóast úrslitið var givið uppá for­hond, so ynskti Sigbjørg fyrst og fremst, at børnini høvdu tað gott, at tey virkaðu frameftir, tí hennara støða bert var eitt fet móti onkrum betri. Tí passaði hetta danska orðatakið so væl til hennara lívs­fatan:

“Gud give mig sindsro til at acceptere de ting, jeg ikke kan ændre. Mod til at ændre de ting, jeg kan – og visdom at se forskellen.”

Jú, Sigbjørg var góð við døturnar og familjur teirra. Ynskti at øllum gekst væl. Tí munnu Eydna og Janet kenna lívið aft­ur í vakra sanginum um mammuna, har skaldið m.a. kvøður:

 

“Góða mamma, tú sum lívið gav mær,

Aftur koma barndómsdagar ei,

men tey ljósu minni, eg fekk frá tær,

vilja lýsa mær á lívsins leið.”

 

Nú var so hennara æviskeið runnið. Tómt er í Geilartún 4. Afturlatin er grind, nú Sigbjørg fór heim í ævinleikan, har vit øll hittast aftur ein dag.

Eitt gott lív, har ágrýtni og arbeiðssemi skaptu úrslitini, er lokið. Æra verður minnið um vermóðir og álitiskvinnuna Sigbjørg Jacobsen.

-

 

Bjarni Djurholm