Ikki øðrvísi foreldur

Tey bæði Katrin Johansen og Mats Brisenfeldt hava bæði eina fortíð sum framúrskarandi svimjarar. Saman hava tey seinastu árini vant Heidi Andreasen, sum hevur fingið framúr flott úrslit í svimjing. Fyri góðum mánaði síðani gjørdust tey foreldur fyri fyrstu ferð, og lívið hjá teimum er vorðið uppaftur ríkari

Heimið hjá Katrini og Mats liggur undir Gráasteini. Inni er ljóst og hugnaligt. Mats ger kaffi og setur á borðið. Katrin situr í einum stóli og gevur bróst. Tað fyrsta ein hugsar um, tá ein sær henda spildurnýggja føroyingin er, hvussu ómetaliga nógv hár, hann hevur. Hann liggur so trygt við móðurlið og sýgur sær kreftir til at vaksa seg stóran. Móðurkenslurnar lýsa úr Katrin, sum situr og hyggur niður á sín fyrstafødda við eymum eygum.
? Hann eitur Bjartur eftir pápa mínum, sigur Katrin og við sorgblýdni í røddini, greiðir hon frá, at pápi hennara, sum hevði verið sjúkur í eina tíð, andaðist níggju dagar, áðrenn Bjartur kom í verðina.
? Tað var avbera torført at missa pápa. Vit vóru sera tætt knýtt, og hann gleddi seg til at blíva abbi, so tað var ræðuligt, at honum ikki untist at uppliva tað. Men vit mugu so bara fegnast um, at hann hevði tað at gleða seg til ta seinastu tíðina, sigur Katrin. Tey bæði tosa eisini um hetta, hvussu torført tað er at uppliva slíka sorg beint áðrenn eina so gleðiliga hending, sum at fáa eitt barn.
? Gleðin hjá okkum yvir Bjarta stóð líka sum í skugganum av missinum av Dagbjarti, sigur Mats. Men onkursvegna so lætti tað eisini um hjá teimum at fáa hesa dýrabaru gávu.
Katrin sigur, at hon altíð hevur hugsað, at hon fór at fáa børn. Men hon hevur upplivað og gjørt nógv, áðrenn hon kom hartil.
? Nú siti eg her við okkara soni, og eg hugsi bara, at eg eri glað fyri, at eg gjørdi alt tað, sum eg havi gjørt, áðrenn eg fekk barn, sigur hon hugsunarsom.
Hon hevði tað gott, meðan hon gekk við honum, og Katrin sigur, at tað var ongantíð nakar trupulleiki.
Sum foreldur síggja Katrin og Mats seg slettis ikki øðrvísi enn onnur. Tey hava bæði spastisk brek, men tað letur ikki til at forða teimum nakað serligt í teirra gerandisdegi. Katrin stúrdi eitt sindur fyri tí fyrstu tíðini eftir, at hon hevði átt, tí umframt at hon orsakað av sínum breki væntaði at fara at hava ilt við at bera sonin nógv, so átti hon við keisaraskurði, og tað tekur sína tíð at koma fyri seg aftur.
Men hon letur væl at og sigur, at tað mest sum ikki hevur verið nakar trupulleiki. Og tað sást týðuliga lítla løtu seinni, tá hon reisist og ber sonin, meðan hann framvegis liggur til.
Mats og Katrin eru sum sagt bæði spastikarar, men tað síggja tey ikki sum nakra forðing.
Svimjing
Flest allir føroyingar minnast Katrina Johansen fyri hennara flottu avrik innan svimjing fyri nøkrum árum síðani. Heimsmet og gullheiðursmerki í hópatali innan altjóða kappingar. Og tá hon so legði svimjingina á hillina, helt hon fram við at venja eina nýggja stjørnu. Eiðisgentuna Heidi Andreasen.
Maðurin, sum Katrin livir saman við, Mats Brisenfeldt, er somuleiðis svimjari. Hann hevur luttikið í tveimum EM kappingum, einari HM og Paraolympisku leikunum eisini. Hann gavst eftir teir leikirnar sum 24 ára gamal.
Hann fór so eisini í holt við at venja onnur. So tað er ongin ivi um, at fólkini yvir av okkum eru bæði tvey kemparar, og tey vita, hvat skal til fyri at náa toppin.
Og tað var nevniliga í samband við eina kapping, at tey bæði hittust.
? Tað var til EM í 2001. Eg var venjari hjá Heidi og Ester, greiðir Katrin frá. Hon og Mats høvdu hits fyrr, men tað var til hesa kappingina, at tað bleiv til nakað meira millum teirra.
Hann flutti so til Føroyar seinni við Katrin, og her hevur hann so verið í eitt ár nú. Mats trívist væl, og hann er fegin um, at hann fær møguleika til at vera venjari her.
Vant Heidi í átta ár
Katrin byrjaði at venja Heidi, tá Heidi var níggju ára gomul. Pápi Heidi ringdi til Katrina tann dagin, hon var liðug á Føroya Læraraskúla og spurdi hana, um hon kundi venja hana. Katrin tók av, og tað hevur hon ikki angrað eina ta einastu ferð síðani. Tær báðar eru sera væl, og tær duga eisini at hava tað stuttligt saman ? umframt at venja hart.
Katrin sigur, at Heidi er ein kempari, og tað sást beinanvegin.
? Hon hevur lagt alla sína frítíð í venjingina, og tað er tað, sum skal til, um ein skal náa toppin, sigur Katrin, sum eisini viðgongur, at hon dugir at síggja seg sjálva aftur í Heidi.
Sjálv hevur hon nú lagt kappingarsvimjingina á hillina eins og Mats, men hon sigur skemtandi, at hon svimur framvegis - bara fyri at fáa dellurnar vekk.
Júst nú er Katrin heima í farloyvi, men Mats heldur áfram við at venja Heidi. Paraolympisku leikirnir í Athen liggja eitt ár frammi í tíðini, og Heidi venur avbera nógv. Hon venur saman við Havnar Svimjifelag til dagligt, og tað mennir hana meira enn nøkur onnur venjing, halda venjararnir báðir.
? Tað er tann rætti vegurin, at fólk við breki venja saman við teimum, ið ikki bera brek. Sjálvandi veldst um, hvussu væl tey eru fyri, men fyri Heidi er tað uttan iva tað rætta, siga tey.
Men sum sagt so gongur Katrin fyri tað mesta heima nú og hugnar sær saman við lítla Bjarti. Nær hon fer í holt við venjingarnar aftur saman við Heidi er ikki greitt, men tað tekur Mats sær av, so hon hevur onga orsøk til at ørkymlast.