Í veruleikanum er tað ikki serliga torført at kenna húsini. Tað eru valla nógv hús í Føroyum, sum eru at kalla umringað av gróti - stórum og góðum føroyskum gróti, har eisini okkurt útlendskt granit er at finna ímillum pettini frá ovaru fláunum. Onkur steinurin er eisini komin hálvan vegin niðan í Kirkjugarðin, men okkurt grótið fær mestur eina aðra lagnu. Tað er sjónliga vakurt arbeiði.
Hetta eru húsini og arbeiðsplássið hjá Ole Nielsen. Hann er nakað so forkunnugt sum gróthøggari, og hann hevur virkað sum gróthøggari nú í góð 25 ár. Eftirspurningurin er rættiliga stórur, og hann hevur nóg mikið at taka sær til um dagarnar.
Í Danmark
Ole Nielsen er sonur Johan Nielsen, fyrrverandi fólkatingsumboð og prest. Hann er føddur í 1955. Orsakað av, at systir hansara hevur eitt hoyribrek, varð familjan noydd at flyta til Danmarkar. Pápin virkaði sum prestur, bæði í Roskilde og aðrastaðni. Ole Nielsen var sjálvur níggju ára gamal, tá ið familjan flutti til Danmarkar. Hann starvaðist eitt skifti hjá Berlingske Tidende undir Nordisk pressefoto, har hann fekst við myndaviðgerð upp á gamlan máta. Tað var eisini ein, sum arbeiddi hjá Berlingske Tidende, sum eggjaði Ole til at fara í holt við at útbúgva seg sum gróthøggari, tá ið Ole greiddi honum frá, at hetta var nakað, sum hann hevði áhuga fyri.
- Tá pápi var prestur í Roskilde, gekk eg at kalla hvønn dag framvið hjá E. Nielsen?s mekaniske stenhuggere, og tað var mestur her, at eg fekk eyguni upp fyri hesum, sigur Ole Nielsen.
Hann fór síðani í læru í 1972 í Rødovre. Fýra ár seinni, í 1976, var Ole liðugur at læra sum gróthøggari. Sum so mangan tá í tíðini, varð Ole uppsagdur sama dag, sum hann stóð útlærdur. Hetta gjørdi tað so neyðugt hjá honum at leita sær eftir nýggjum arbeiði. Hann starvaðist eina tíð í Danmark, men ringdi síðani til Grótvirkið í Føroyum, sum hann hevði verið í sambandi við, tá ið hann vitjaði um summarið. Haðani fekk hann at vita, at hann kundi byrja mestsum beinanvegin. Tað var tí ikki annað at gera hjá Ole uttan at fáa skipað soleiðis fyri, at hann kundi fara til Føroya at arbeiða.
- Eg minnist, at tað bert vóru tveir aðrir útbúnir gróthøggarar í Føroyum um hetta mundið, sigur Ole.
Ole varð sum sagt settur í starv hjá Grótvirkinum, sum Tórshavnar Kommuna saman við øðrum átti.
Ole greiðir frá, at teir høvdu úr at gera, og tað hevur mestsum allatíðina, ið Ole hevur arbeitt sum gróthøggari, verið nógv at gera.
Hann gjørdist longu í 1977 stjóri fyri Grótvirkið. Í 1986 fór Grótvirkið á húsagang, men tað kom skjótt lív í aftur, og tá varð Ole eisini knýttur at virkinum. Síðani 1993 hevur Ole virkað sum sjálvstøðugur.
3/4 gravsteinar
- Eg vil meta, at gott og væl 3/4 av mínum virksemi í dag er at gera gravsteinar. Hitt er fyri tað nógva skreytlutir av ymsum slag, sigur Ole.
Hann greiðir frá, at hann er útlærdur granithøggari, ið ger, at hann dugir at fáast við serliga hørð grótsløg, men hann lærdi einki um føroyskt grót, tá ið hann stóð í læru.
- Tað týdningarmesta, tá ið tú skalt vera gróthøggari er at læra at nýta hamara og meitil. Hetta er heldur ikki nakað, sum tú bara dugir soleiðis uttan víðari. Tað krevur nógva venjing, sum væl kann taka fleiri ár, og hetta sæst eisini aftur á hondunum, sigur Ole Nielsen.
Hann sigur seg hava gjørt mangar skreyttlutir, og hetta er fyri tað nógva í føroyskum gróti. Hann hevur eitt nú gjørt nógvar klokkur og minnisplátur, og hetta er alt úr føroyskum gróti. Hann hevur eisini eina ferð gjørt trúlovilsisringar til ein dana úr føroyskum gróti.
Gravsteinarnir, sum hann ger, eru flest allir úr føroyskum gróti, men hann graverar eisini í steinar úr granitt, men hesir koma eisini nærum liðugt gjørdir úr útlandinum.
Tá vit spyrja hann eftir, hvat man vera tað størsta verkið, sum hann hevur gjørt, so svarar hann, eftir at hava hugsað seg um, at tað má væl vera eitt borð. Tað serliga við hesum borðinum er, at tað hevur fingið graverað búmerkið hjá Tórshavnar býráð. Hetta borðið er síðani latið til Reykjavíkar, og hann minnist, at Reagan og Gorbatjov hava nýtt hetta góða borð.
List?
Er tað, sum tú gert, list?
- Eg meti, at sumt av tí, sum eg geri er list, og sumt er handverk, sigur Ole Nielsen. Hann vísir til stuttleika á, at tað í bókum um útbúgvingar stendur at lesa, at listarlig evni kunnu vera ein fyrimunur í sambandi við yrki sum gróthøggari.
Spurningurin um hetta er list ella ei, er tó ikki nakað, sum upptekur Ole nakað stórvegis.
Ole arbeiðir sum áður nevnt, mestsum bert við føroyskum gróti.
- Føroyskt grót hevur altíð verið bíligt at fingið hendur á, hóast fólk oftani hava eina aðra fatan. Tað hevur tað altíð verið nóg mikið at gera - eisini í kreppuárunum, sigur Ole Nielsen. Grótið, sum hann arbeiðir við, fær hann av Boðanesi og úr Skopun, sum hann sigur vera gott brúksgrót.
Ein av teimum mongu verkætlanunum, sum bíða hjá Ole er nýggja løgtingshúsið, har hann skal gera m.a. gólv úr føroyskum gróti.