Málningaframsýning verður í Glyvra kirkju fríggjakvøldið 22. oktober klokkan 20. Tað er Tróndur Patursson, ið sýnir fram. Listamaðurin fer eisini at greiða frá síni myndlist. »List og Kvirra« verður í
Tað er nú greitt, at tað verður Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, sum skal standa á odda fyri arbeiðnum at smíða føroyingum eina nýggja stjórnarskipan. Tað er úrslitið, nú nevndin hevur havt sín
- Tey alment løntu skulu sjálvandi hava lønarhækking. Tað staðfesta tey fimm fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú endabresturin í samráðingunum við fíggjarmálaráðið, stendur beint fyri durum.
B71 skal gjalda Frankie Jensen, sum varð uppsagdur sum venjari í felagnum í fjør, 131.000 krónur. Frankie Jensen hevur sagt við Sosialin, at hann var uppsagdur uttan orsøk, og hann kravdi tí endurgjal
Danska stórreiðaríið Mærsk hevur gjørt av, at minst 49 bingjuskip hjá felagnum, sum sigla undir fremmandum flaggi, skulu sigla undir donskum flaggi í framtíðini. Men sambært fakfelagnum 3F Sømændene f
Tað er vánalig fíggjarstýring á Akstovuni, sum er orsøkin til, at fíggjarnevndin ikki vil játta meira pengar til Akstovuna, sigur Annfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, við Norðlýsið. Nevndin
Hóskvøldið frá 21-24 vendir danski diskarin og promotarin, Lewis Colston, plátum í Sirkus. Lewis Colston er høvuðspromótari/A&R hjá útgávufelagnum Playground Music í Danmark, sum eitt nú Teitur hevur
Danska matvørueftirlitið hevur meldað føroysku sushimatstovuna Etika í Keypmannahavn til løgregluna. Tað váttar Jóhannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyum, fyri Kringvarpinum. Hann eigur Etika Danmark sa
Jákup Jacobsen, stjóri í Akstovuni, harmast um, at virksemið hjá felagnum verður munandi skert restina av árinum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fekk boðini í summar, at tað var tør