Danskur DJ í Sirkus

Hóskvøldið frá 21-24 vendir danski diskarin og promotarin, Lewis Colston, plátum í Sirkus. Lewis Colston er høvuðspromótari/A&R hjá útgávufelagnum Playground Music í Danmark, sum eitt nú Teitur hevur sáttmála við.

 

Maðurin er ómetaliga eklektiskur og hevur innlit í øll sløg av tónleiki; við serligum áhuga í ?øllum-hasum-har-lortinum?, sum mann hevur spælt í klubbum síðani 80ini.

 

Hann gjørdi nógv um seg sum DJ í 90unum. Seinastu 10 árini hevur hann promótað eina rúgvu av tiltøkum í klubbum í Keypmannahavn, og hevur hesa tíðina bara diskað á serligt útvaldum støðum.

 

Í kvøld fáa vit høvið at hoyra hann í Sirkus. Eingin kann gita frammanundan, hvørjum hann fer at diska upp við, men maðurin garantur fyri góðsku og stuttleika, so feitt verður tað.