Tað er vánalig fíggjarstýring á Akstovuni, sum er orsøkin til, at fíggjarnevndin ikki vil játta meira pengar til Akstovuna, sigur Annfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, við Norðlýsið. Nevndin var samd um ikki at taka undir við eykajáttanini til Akstovuna á 900.00 krónur,
Annfinn Kallsberg sigur við nordlysid.fo, at nevndin fekk eitt eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum skuldi eitast at vera útreiðsluneutralt. Orsakað av, at landstýrið hevði flutt 4,8 milliónir krónr frá íløgum til rakstur, var tað ikki mett sum útreiðsluneutralt, og tí noyddist fíggjarnevndin at finna pengarnar innan fyri uppskotið um eykajáttan.
- Vit tóku 150.000 krónur frá løgmansskrivstovuni, 500.000 krónur frá Rúsuni, 600.000 krónur frá Akstovuni, 1,2 milliónir krónur frá Landssjúkrahúsinum og 700.000 krónur frá Fíggjarmálaráðnum. Tað er neyðugt fyri at fáa uppskotið ígjøgnum í løgtinginum, tí fíggjarnevndini hevur ikki heimild at fara inn og viðgera aðra kontur enn tær, sum nevndar eru í uppskotinum, sigur Annfinn Kallsberg.
Orsøkin, at fíggjarnevndin ikki ynskti at játta meira pengar til Akstovuna, er einføld, sambært Kallsberg.
- Talan er um vánaliga fíggjarstýring, sigur Annfinn Kallsberg við Norðlýsið.