- Tey alment løntu skulu sjálvandi hava lønarhækking.
Tað staðfesta tey fimm fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, nú endabresturin í samráðingunum við fíggjarmálaráðið, stendur beint fyri durum. Eini 300 álitisfólk hjá teimum fimm feløgunum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnu, Felagnum fyri Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagnum og Havnar Arbeiðskvinnufelag, hava havt fund í dag, har tey átalaa, at politiski myndugleikin leggur upp til lønarsteðg.
- Ein lønarsteðgur merkir í veruleikanum ein lønarniðurskurð, tí prísirnir standa ikki í stað.
Á privata arbeiðsmarknaðinum vunnu feløgini limunum lønarhækking við samráðingunum herfyri.
- Tað skulu vit sjálvandi eisini hava, siga álitisfólkini
- Alment hava samgongulimir hótt við, at lønarhækkingar viðføra uppsagnir. Tað eru ikki fakfeløgini, sum smíða fíggjarlógina ella seta og siga fólki úr starvi. Vera fólk fyri tí vanlagnu at verða uppsøgd, er tað politiski viljin, og hann verður framdur, sama úrslitið av samráðingunum.
Tey leggja afturat, at tað er eina og aleina ein politisk avgerð, at undirskotið á fíggjarlógini skal niðurlagast so skjótt, sum stungið verður út í kortið nú.
- Vit taka ikki ábyrgdina av førda politikkinum og góðtaka ikki, at sparingar verða turkaðar av upp á okkum.
- Vit krevja nakað og vit fáa nakað, siga álitisfólkini.