Jákup Jacobsen, stjóri í Akstovuni, harmast um, at virksemið hjá felagnum verður munandi skert restina av árinum.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, fekk boðini í summar, at tað var tørvur á eykajáttan á 900.000 krónur, tí inntøkurnar hjá Akstovuni verða lægri enn mett frammanundan, og tí felagið hevur havt óvæntaðar útreiðslur.
Løgtingið vísti umboðini um eykajáttan aftur.
- Vit hava ikki aðrar møguleikar. Vit røkka ikki kravinum, og noyðast at seta sparitiltøk í verk. Eg hevði sjálvsagt viljað sloppið undan sparingunum, men vit kunnu ikki gera tað øðrvísi, sigur Jákup Jacobsen, stjóri, við Rás2.
Avleiðingin av manglandi eykajáttinina verður, at bilar verða bara sýnaðir í Havn, á Glyvrum og á Drelnesi restina av árini. Øll noyðast eisini til Havnar til koyriroyndina, bæði teori og koyring. Akstovan í Klaksvík verður niðurløgd.
Herfyri vóru fýra fólk søgd úr starvi. Sparingarnar hava eisini við sær, at færri bilar verða sýnaðir, bíðitíðirnar at sleppa til sýn og koyriroynd verða øktar munandi, umframt, at avgreiðslutíðinar, tá bilar skulu skrásetast verða longri og tænastustigið versnar.