Frankie fær 131.000 krónur frá B71

B71 skal gjalda Frankie Jensen, sum varð uppsagdur sum venjari í felagnum í fjør, 131.000 krónur.

Frankie Jensen hevur sagt við Sosialin, at hann var uppsagdur uttan orsøk, og hann kravdi tí endurgjald frá felagnum.

Hann stevndi B71 eftir løn. Málið var fyri í rættinum fyri gott og væl einum mánaða síðan.

Avgerðin fall í málinum í dag, og B71 skal gjalda Frankie Jensen 131.000 krónur.