Etika í Keypmannahavn meldað til løgregluna

Danska matvørueftirlitið hevur meldað føroysku sushimatstovuna Etika í Keypmannahavn til løgregluna.

Tað váttar Jóhannes Jensen, stjóri í Hotel Føroyum, fyri Kringvarpinum. Hann eigur Etika Danmark saman við øðrum.

Fyri einum mánað síðan gjørdi danska Matvørueftirlitið av at melda matstovuna til løgregluna, tí goymslan av fiskarávørunum var ikki nøktandi. Fiskurin, sum hevði ligið í kølaranum í fýra tímar, máldi fimm hitastig, og tað er ov nógv fyri fisk, sum skal etast ráur.

Jóhannes Jensen sigur við Kringvarpið, at tað hava verið ósemjur við Matvørueftirlitið um kølaran, men tað er nú komið í rættlag. Tað er nýtt fyri stjóran, at løgreglan er komin upp í málið.

- Og fyri at gera ilt verri, hevur Etika verið stongd alla seinastu viku. Orsøkin er trupulleikar við útluftingini yvir steikiristini, skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum.

Matstovan læt upp á heysti í fjør, og hóast hon fekk góð ummæli í donsku bløðum, hevur talið á vitjandi ikki staðið mát við skoðsmálini og ætlanirnar.