leikarar fáa ein sáttmála burtur úr hesum. Eg veit frá mínum keldum, at tað er stórur áhugi fyri dystinum og at fleiri umboð koma at hyggja, nú leikararnir stóðu seg so væl í móti Norður Írlandi, greiðir [...] Sera stóran týdning Onkur vildi kanska hildið, at tað var óneyðugt við einum slíkum dysti nú kappingarárið var av, leikararnir treingja til ein steðg og at einki stig stendur upp á spæl. Brian Kerr valla [...] leikarunum er eisini nógv at spæla fyri persónliga. Harumframt kunnu ungu og óroyndu leikararnir fáa sær eitt sindur av altjóða landsdystarroyndum, sigur Brian Kerr. Hann vísir á, at steðgurin í Vodafonedeildini
ki at fáa tíðina at ganga. Eri nógv úti í náttúruni og havi bát og seyð. Nei, eg fái ikki tíðina at røkka. Tú ert íðin traðarmaður, hvat er so gott við tí? Seyðirnir eru í hvussu er glaðir fyri at síggja [...] geri eg. Hjá B36 royni eg at síggja í øllum førum allar heimadystirnar, og Kyndli fylgi eg eisini væl við. Nú er abbasonurin eisini byrjaður at spæla við Kyndli. Hvat ger tú fyri at halda teg í form? Nei, [...] ferðast tú eisini nógv í Føroyum? Ja, tað royni eg at gera. Havi ferðast alt ov lítið í Suðuroy, ið kanska er vakrasta oyggj í Føroyum, men har er vend við at koma í. Hvussu bjarga vit lundanum? Hevði eg vitað
yvir at syngja ymsastaðni, og eisini skal takast upp eitt videolag til sangin, Oh, How I Miss You Tonight, so her hendir eitt sindur av hvørjum. Vit eru eisini spent at vita, um tað eydnast at sleppa [...] sangir at velja ímillum, sigur Evi Tausen, ið saman við manni sínum, Gudmundi Djurhuus, júst nú er í Nashville fyri triðju ferð síðani í mars mánaði í ár. Hesa ferð havi eg fingið innbjóðing at koma yvir [...] inn á The Grand Ole Opry at syngja saman við Jim Ed Brown, sum syngur duett saman við mær á fløguni, eins og Alex Bærendsen eisini ger tað. Tað hevur verið ótrúliga spennandi at arbeiða við hesi útgávuni
komu í land eftir at hava sitið í køldum sjógvi í fleiri tímar. Ísakaldur - Eg haldi, at likamshitin var komin niður á 30 stig. Bjargingarbáturin Lív kom við eini pumpu, og tað eydnaðist at halda bátinum uppi [...] yvir á Strendur. Politiið tók ímóti monnunum, men bara Kári Johannesen varð biðin um at koma við til Klaksvíkar at taka blóðroynd. Tað verður altíð gjørt ó slikum førum. Klokkan var 6.50, tá ið teir komu [...] jakka fekk hann um herarnar. Fekk onga hjálp Tað undraði hann, at hurðin á sjúkrahúsinum varð stongd. Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri sigur, at hurðin altíð er stongd um náttina, men fólk, sum hava ørindi
ymiskt, at ein og hvør kann vera við. Eisini er hugsað um hugnan at vera saman, tí hvørt kvøld steðga tey á og og njóta ein drekkamunn, meðan prátið gongur. Skrá er gjørd fyri veturin, og hon er at síggja [...] undantøk kunnu vera, at vit eru gestir aðrastaðni, ella at vit eru vertir fyri øðrum dansifeløgum, sigur Eysturoyar Dansifelag. Sum nakað nýtt á skránni í ár hevur felagið sett nøkur kvøld at byrja við barnadansi [...] skúlar gera við at halda føroyskum dansi og kvæðamentan í hevd. Øll eru vælkomin, limir ella ikki. Eysturoyar Dansifelag vil tí fegið bjóða øllum, ið hava hug til at dansa føroyskan dans, at vera vælkomin
Hetta verður gjørt soleiðis, at tað tænir BÆÐI vinnuni og tí almenna. Vit umsita tilfeingið lívfrøðiliga burðardygt, bæði fyri at fáa nógv meira burturúr tí, og fyri at vísa okkara børnum og teirra børnum [...] Vit staðfesta greitt, at alt náttúruríkidømi er ogn Føroya fólks. Tey, sum fáa rættindi at troyta tilfeingið, skulu lata eitt avkast til almenningin fyri hesi rættindi. Vit krevja, at allur fiskur í prinsippinum [...] Tað er átroðkandi at bøta munandi um hesa støðuna. Siðbundna politiska samhaldsfestið røkkur tó ikki longur. Gamla høgra-vinstra kjakið um, hvussu vit býta køkuna okkara millum, nyttar einki meira. Tað
teimum, sum eru áhugað í fótbólti, er tað hugaligt at fara at fylgja við seinnapartin. Í hvussu so er tá ið tað ræður um veðrið, og tá ið havt verður í huga, at vit eru komin væl út í oktober mánað. B36 er framvegis [...] dystur verður spældur í Streymnesi, og tann síðsti verður spældur í Sørvági. Tað er sjáldan, at tað kemur fyri, at hvørki B36 ella HB eiga heimavøll í einum umfari, men soleiðis er tað í dag. Líkindini eru [...] árstalsfelagið sjálvsagt stórfavorittur í Sørvági, har 07 Vestur skal berjast fyri framvegis at hava nakran møguleika at varðveita plássið í bestu deildini. Í Streymnesi fokusera bæði heimaliðið og Víkingur á
hevur til endamáls at tryggja, at allir halda fast við upprunaligu semjuna um útskifting í starvsnevndini. Formenninir komu tann 31. oktober í 2009 av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin [...] fingið heimstaðarfeløg síni, ávikavist B71 og B68, at stilla seg upp. Hetta er ikki í tráð við semjuna millum feløgini, sum tey mestsum øll eru sinnað at halda, og tí stendur ein stórur meiriluti av feløgunum [...] ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast við útskiftingina í starvsnevndini. Hetta skal nú standa sína roynd, men frá vælvitandi keldum veit Sosialurin, at fundarboð eru farin út til allar
AB og B36, men har var so mikið nógvur vindur, at dómarin gjørdi av ikki at seta dystin í gongd. Bólturin fekst ikki at liggja stillur, so har var einki at gera. Vindurin minkaði munandi seinni um dagin [...] Best sum fleiri mundu halda, at kanska fóru fleiri lið at gera seg galdandi í kappingini hjá kvinnunum, tí tekin høvdu verið um tað í venjingardystum og undankapping, fann KÍ aftur tann góða formin frá [...] tí munur eigur sjálvsagt at vera á einum liði, sum hevur vunnið ellivu meistaraheiti á rað, og so einum, sum akkurát aftur er komið upp millum tey bestu. Men eingin ivi um, at KÍ aftur hesa ferð sendir
sínar. Tað er eyðsæð, at stigini, sum H71 mistu móti Team Klaksvík, høvdu komið væl við nú. Um smáu líkindini fyri at røkka finalunum var orsøkin til slaka avrikið í gjár, er trupult at siga, men movitatiónin [...] dystinum fóru hoyvíkingar upp í ferð í allar seinastu royndini at røkka finalunum, meðan kollfirðingar tóktust sannførdir um, at tað fór ikki at ganga galið. Tíðin fór frá H71. KÍF vann við einum máli, 24-23 [...] Síðan hevur gingið betri. Fýra sigrar og eitt tap. Góða gongdin hevur havt við sær, at H71 hevði framvegis møguleikan at vinna seg í finalurnar um føroyameistaraheitið undan vitjanini í Kollafirðið í gjár