Føroysku fótbóltsfeløgini hava fingið fundarboð klokkan 13, men longu klokkan 12 borðreiðir Fótbóltssambandið við einum døgurðabita í FSF-húsinum, ið aftur hesa ferð hýsir aðalfundinum.
Undan hesum, umleið klokkan trý korter til 12, verður tó ein lítil fundur millum formenninar í feløgunum, ið hevur til endamáls at tryggja, at allir halda fast við upprunaligu semjuna um útskifting í starvsnevndini.
Formenninir komu tann 31. oktober í 2009 av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin í FSF skuldi skiftast út í kjalarvørrinum av málinum um aðalskrivaran, Ísak Mikladal. Hetta var tað einasta, øll feløgini kundu semjast um á nógv umrødda fundinum á Hotel Hafnia, ið vardi tað nógva av einum leygardegi.
Semjan fekk á aðalfundinum í fjør tær avleiðingar, at Høgni í Stórustovu, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson fóru úr starvsnevndini, og hesa ferð stendur so restin av »gomlu« nevndarlimunum fyri tørni. Talan er um tríggjar nevndarlimir, ið standa fyri vali.
Tveir stilla uppaftur
Niklas á Líðarenda hevur ikki latið seg stillað uppaftur, men tað hava hinvegin Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, ið hava fingið heimstaðarfeløg síni, ávikavist B71 og B68, at stilla seg upp.
Hetta er ikki í tráð við semjuna millum feløgini, sum tey mestsum øll eru sinnað at halda, og tí stendur ein stórur meiriluti av feløgunum aftan fyri trý onnur valevni til starvsnevndina, sum eru Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen og Trygvi Mortensen.
Semjan frá 2009 var aftur á skránni, tá formenninir hittust til fundar fyrst í desember, og enn eina ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast við útskiftingina í starvsnevndini. Hetta skal nú standa sína roynd, men frá vælvitandi keldum veit Sosialurin, at fundarboð eru farin út til allar formenninar um lítla undanfundin fyri miðdag. Á hesum fundi verður semjan enn eina ferð skorin út í papp, so helst øll feløgini kunnu fáast at standa við hana, tá atkvøðast skal. Fyri nógv tey flestu feløgini er hetta ein spurningur um trúvirði, tí bert við at gjøgnumføra útskiftingina kunnu feløgini halda orð – ikki minst mótvegis teimum, ið noyddust út fyri einum ári síðani, tí treytin var, at øll starvsnevndin skuldi skiftast út.