Best sum fleiri mundu halda, at kanska fóru fleiri lið at gera seg galdandi í kappingini hjá kvinnunum, tí tekin høvdu verið um tað í venjingardystum og undankapping, fann KÍ aftur tann góða formin frá undanfarnum árum og setti eina tjúkka striku undir sína favorittstøðu.
HB-kvinnurnar, sum eru uppflytarar, vitjaðu í Klaksvík í gjár, men máttu leggja rygg til ein veruligan avsmurning, tá KÍ vann heili 9-0 eftir 5-0 í hálvleikinum. Og eftir trý umfør eigur KÍ nú tríggjar teir fremstu málskjúttarnar: Rannvá B. Andreasen hevur skotið seks mál og Maria K. Thomsen og Sofía Purkhús trý í part.
Sjálvandi sigur hetta ikki alt um, hvussu sterkt KÍ-liðið er, tí munur eigur sjálvsagt at vera á einum liði, sum hevur vunnið ellivu meistaraheiti á rað, og so einum, sum akkurát aftur er komið upp millum tey bestu. Men eingin ivi um, at KÍ aftur hesa ferð sendir eitt signal, hini liðini ikki skulu misskilja!
Skála í evstu løtu
Tey bæði liðini, ið skuldu verið frægast fyri at bjóðað KÍ og AB av, sum endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum í fjør, spældu javnt 3-3, tá Víkingur í Sarpugerði tók ímóti Skála. Tá hesi bæði liðini undan landskappingini spældu finalu í Víkingskappingini, vann Skála við einum máli.
Tvær ferðir komu gestirnir av Skála eisini á odda í dystinu, fyrst 1-0 og síðani 2-1, men Víkingur megnaði báðar ferðir at koma afturíaftur. Tá so Skála fekk spælara útvístan stutt fyri tíð, tá støðan enn var 2-2, og Heidi Sevdal í 89. minutti legði Víking á odda 3-2, sá dysturin avgjørdur út. Men Birna T. Johannesen vildi tað øðrvísi, tí tveir minuttir úti í yvirtíðini javnaði hon, so Skála slapp avstað við einum stigi.
Triði dysturin skuldi eftir ætlan verið spældur á Argjum tíðliga seinnapartin í gjár millum AB og B36, men har var so mikið nógvur vindur, at dómarin gjørdi av ikki at seta dystin í gongd. Bólturin fekst ikki at liggja stillur, so har var einki at gera. Vindurin minkaði munandi seinni um dagin, men nú hetta eru grannalið, skuldi ligið fyri næstan nær sum helst at fingið dystin avgreiddan.