Skulu gagnnýta møguleikan

Venjingardystirnir hjá landsliðnum eru ógvuliga fáir í tali og tí fegnast Brian Kerr um møguleikan, hann og lið hansara fær í móti Skotlandi. – Og eftir góða úrslitið móti Norður Írlandi, er tað stórur áhugi fyri dystinum. Tann møguleikan skulu leikararnir gagnnýta, sigur landsliðsvenjarin

Í gjár vóru 7000 atgongumerki seld til venjingardystin, Skotland spælir móti føroyska landsliðnum í morgin. Millum áskoðararnar teljast umboð fyri fleiri feløg, sum halda eitt vakið eyga við føroysku leikarunum.
- Tann møguleikan skulu okkara leikarar gagnnýta. Og hvat hevði tað ikki verið fantastiskt, um tveir ella tríggir leikarar fáa ein sáttmála burtur úr hesum. Eg veit frá mínum keldum, at tað er stórur áhugi fyri dystinum og at fleiri umboð koma at hyggja, nú leikararnir stóðu seg so væl í móti Norður Írlandi, greiðir Brian Kerr frá.

Sera stóran týdning
Onkur vildi kanska hildið, at tað var óneyðugt við einum slíkum dysti nú kappingarárið var av, leikararnir treingja til ein steðg og at einki stig stendur upp á spæl. Brian Kerr valla verið meiri ósamdur við hesum sjónarmiðnum.
- Allir altjóða dystir eru av týdningi. Ikki minst hjá okkum, sum hava so fáar venjingardystir. Hjá leikarunum er eisini nógv at spæla fyri persónliga. Harumframt kunnu ungu og óroyndu leikararnir fáa sær eitt sindur av altjóða landsdystarroyndum, sigur Brian Kerr.
Hann vísir á, at steðgurin í Vodafonedeildini er ov langur eftir hansara tykki, tá tað ganga fleiri mánaðir frá at landskappingin er til ein nýggj byrjar. Tí setir hann stóran prís upp á teir møguleikar, hann fær at síggja leikararnar í dysti og undir venjing.

Eru væl fyri
Brian Kerr var á vøllinum saman við leikarunum sunnudagin. Og hóast føroyska kappingin er av fyri tíð síðani, so er formurin ikki farin enn.
- Leikararnir eru væl fyri. Teir stóðu seg væl undir venjing og vísa sum heild tann rætta hugburðin. Eg havi tikið fleiri, sum hava staðið seg væl á U21-landsliðnum og í landskappingini við.Og tað er heldur eingin ivi um, at ungu menninir eru nóg góðir til altjóða støði. Teir vanta bara eitt sindur av royndum, men tað fáa teir nú, sigur Brian Kerr.

Væntar eitt gott avrik
Spurningurin er so, hvat Brian Kerr væntar sær av ungu monnunum og restini av hópinum?
- Eg vænti mær, at leikararnir geva eitt gott avrik. Besti dysturin á útivølli, vit hava spælt, var í móti Estlandi. Fáa vit eitt avrik, sum minnir um tað, so er tað gott, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.