Hvat nýtir tú tíðina til, nú tú ert pensjóneraður?
Eingin trupulleikki at fáa tíðina at ganga. Eri nógv úti í náttúruni og havi bát og seyð. Nei, eg fái ikki tíðina at røkka.
Tú ert íðin traðarmaður, hvat er so gott við tí?
Seyðirnir eru í hvussu er glaðir fyri at síggja meg hvønn dag.
Telist tann matur, tú fær av trøðni, millum lívrættirnar?
Ja, avgjørt. Ræst kjøt og so blóðpylsan, sum konan ger. Haraftrat er ræstur speril høgt í metum heima hjá okkum.
Er tú í fjørðinum við hvørt?
Av og á, men alt ov sjáldan. Mær dámar tað sera væl, men eg havi ringa sjónáttúr.
Tú hevur verið ítróttamaður alt títt lív, fylgir tú væl við Kyndli og B36 í dag?
Ja, tað geri eg. Hjá B36 royni eg at síggja í øllum førum allar heimadystirnar, og Kyndli fylgi eg eisini væl við. Nú er abbasonurin eisini byrjaður at spæla við Kyndli.
Hvat ger tú fyri at halda teg í form?
Nei, alt ov lítið, og eri eg úti í náttúruni verður matarlysturin alt ov góður. Men eg eri ofta ymsastaðni við tráðuni.
Kanst tú brúkast í køkinum?
Nei, avgjørt ikki – men eg eri giftur við Føroya besta kokki!
Er saknur í, at Norröna ikki longur siglir til Hetlands?
Ja, stórur saknur. Næst aftan á Føroyar dámar mær Hetland og Skotland best, og í báðum støðum havi eg nógvar vinir.
Tú ferðast nógv uttanlands, men ferðast tú eisini nógv í Føroyum?
Ja, tað royni eg at gera. Havi ferðast alt ov lítið í Suðuroy, ið kanska er vakrasta oyggj í Føroyum, men har er vend við at koma í.
Hvussu bjarga vit lundanum?
Hevði eg vitað, skuldi eg svara beint nú. Men eg geri so mín part. Havi ikki verið á fleyg í nógv tey seinastu árini, men havi roynt at hjálpt uppá teir fáu, ið eru. Havi eitt nú gjørt fleiri holur vestan til á Nólsoynni.
Fylgir tú væl við í miðlunum?
Ja, tað geri eg. Eri haldari av Sosialinum og lurti annars eftir báðum vørpunum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni er tað báðar bøkurnar um Nólsoynna hjá Egon Hansen.