Sunnumorgunin var Kári Johannesen sjálvur fjórði á veg úr Havn inn á Skála við bátinum Brendan.
Ferðin hjá bátinum var níggju míl.
Knappliga tók.
- Eg helt, vit vóru á Flesjunum, men tá var tað Eystnes, sigur Kári Johannesen, sum er illa fyri eftir hendingina.
Hann hevur siglt leiðina mangar ferðir, og báturin hevði best hugsandi útgerð.
- Eg helt meg kunna líta á útgerðina, men tað kundi eg bara ikki, tí báturin sigldi 1500-1800 frá tí, sum gps-arin vísti, sigur Kári Johannesen.
- Tað var ræðuligt, og eg var so ólukkuligur.
Teir fýra menninir fingu ein ordans hvøkk. Báturin, sum annars er sterkur, fór rættiliga illa, og menninir vóru eisini illa fyri og kaldir, tá ið teir komu í land eftir at hava sitið í køldum sjógvi í fleiri tímar.
Ísakaldur
- Eg haldi, at likamshitin var komin niður á 30 stig.
Bjargingarbáturin Lív kom við eini pumpu, og tað eydnaðist at halda bátinum uppi, meðan hann varð sleipaður inn á Toftir. Har kom sløkkiliið við eini pumpu aftrat, og síðan fór báturin yvir á Strendur.
Politiið tók ímóti monnunum, men bara Kári Johannesen varð biðin um at koma við til Klaksvíkar at taka blóðroynd. Tað verður altíð gjørt ó slikum førum.
Klokkan var 6.50, tá ið teir komu á Toftir, og Kári Johannesen fór við politibilinum til Klaksvíkar. Ein jakka fekk hann um herarnar.
Fekk onga hjálp
Tað undraði hann, at hurðin á sjúkrahúsinum varð stongd.
Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri sigur, at hurðin altíð er stongd um náttina, men fólk, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, sleppa inn. Og skal ein blóðroynd takast, er ikki neyðugt at bíða leingi eftir fólki at taka royndina.
Kári Johannesen fekk tikið blóðroyndina, men tað gekk ikki serliga væl, og Kári Johannesen fekk ógvuliga ilt.
- Eg fekk onga hjálp, og tá ið blóðroyndin var tikin, koyrdi politiið meg heim og tveitti meg bara av í túninum á Skála, sigur hann.
Hann er sera harmur um, at stásiligi bátur hansara, sum hann keypti í USA í 2002 og kanska ikki kann gerast aftur.
- Men tað kundi endað verri. Eg eri fegin um, at vit allir eru á lívi, sigur Kári Johannesen.










