Í kvøld byrjar dansiveturin hjá Eysturoyar Dansifelag.
Eysturoyar dansifelag er eitt felag, sum hevur limir úr allari oynni og aðrastaðni við. Tað eru umleið 160 limir, harav einir 70 limir eru aktivir hvønn vetur.
Ógvuliga fjølbroytt er, hvat verður havt á gólvi, kent sum minni kent: kvæðir, vísur og tættir. Nógvir ymiskir skiparar eru, og tí hevur dansurin ógvuliga ymiskt lag tey ymsu kvøldini. Og tað ger dansin bæði livandi og spennandi.
- Eitt av okkara málum er at hjúkla um tað, sum hevur verið livandi av føroyskum dansi í Eysturoynni. Tí eru ofta vísur, ið eru kendar í ávísum bygdum, á skránni. Tær kunnu vera bæði føroyskar og danskar, bæði skemtiligar og álvarsamar, sigur Eysturoyar Dansifelag.
Dansað verður hvørt fríggjakvøld (sum oftast) í Hæddini, Saltangará, frá klokkan 21.00 til 24.00. Mangt ymiskt er á skránni, so ymiskt, at ein og hvør kann vera við. Eisini er hugsað um hugnan at vera saman, tí hvørt kvøld steðga tey á og og njóta ein drekkamunn, meðan prátið gongur.
Skrá er gjørd fyri veturin, og hon er at síggja á heimasíðuni hjá felagnum: www.eystdans.dk. Á skránni sæst eisini, hvar undantøk eru, har ikki verður dansað fríggjakvøld í Hæddini.
- Hesi undantøk kunnu vera, at vit eru gestir aðrastaðni, ella at vit eru vertir fyri øðrum dansifeløgum, sigur Eysturoyar Dansifelag.
Sum nakað nýtt á skránni í ár hevur felagið sett nøkur kvøld at byrja við barnadansi. Tey kvøldini verður byrjað klokkan 20.00. Felagið vil á hendan hátt stuðla tí arbeiði, ið fleiri skúlar gera við at halda føroyskum dansi og kvæðamentan í hevd. Øll eru vælkomin, limir ella ikki.
Eysturoyar Dansifelag vil tí fegið bjóða øllum, ið hava hug til at dansa føroyskan dans, at vera vælkomin inn á gólvið eitt vanligt fríggjakvøld. Um onkur so hevur hug at gerast limur, er limagjaldið fyri veturin 100 krónur.