miðvíst og skilagott. -Vit vita, at tað er á teirra hálvu, at teir skulu takast, tí frammanfyri mótstøðumálið eru teir vandamiklir. Eg eri nøgdur við liðavrikið, og eg haldi, at vit spældu væl. Trupulleikin [...] í verjupartinum. -Vit rokna við at møta einum góðum liði, og at talan verður um tætta uppgerð, ivist eg onga løtu í, sigur Albert Ellefsen, sum sigur seg kenna væl, at hansara spælarar hava stórt sjálvsálit [...] . ÍF fagnaðurin var stórur eftir 2-1 sigurin á B36. Tað var væl skiljandi, og tað var einki at siga til, at teir í B36 fyri aðru ferð í eina viku vóru ógvuliga vónbrotnir. Á Argjum mistu teir 2-0 leiðslu
bilsin, tá eg varð spurdur, um eg kundi halda ólavsøkurøðuna í ár. Valdi ikki at svara alt fyri eitt, men kom tó til ta niðurstøðu, at eg fegin vildi átaka mær uppgávuna. Tað sigur Kári Olsen, útvarpsmaður og [...] biðin um at halda ólavsøkurøðuna. Gamaní er hann virkin tónleikari, bæði í Havnar Hornorkestri og í Symfoniorkestrinum, og hann er eisini ein kend útvarpsrødd, men hann er ikki kendur fyri at halda nógvar [...] og aðra mentan, hevur sera stóran týdning á tjóðarhátíð okkara, og tí komi eg eisini inn á, at mentanin eigur at fáa størri rúmd í samfelagnum. Og meira styrk. Burtursæð frá tí verður ikki upp á nakran máta
gav henni nógvan listarligan íblástur - so mikið, at Rannvá gjørdi av at leggja 100 prosent dent á tónleikin hareftir. Rannvá fór síðani til London at lesa 'Vocal Performance and Production', ið hon hevur [...] á Facebook fjepparasíðu hennara. "Lætt er at hoyra kærleika hennara til Føroyar og tað dulda, gandakenda í hennara løgum", stendur víðari. Súsanna er von við at framføra síni egnu løg einsamøll, har hon [...] løtuni samstarvar hon tó við ein bólk av tónleikarum. Hetta merkir, at tónleikur hennara er vorðin heldur minni sorgblíður enn áður, og at hon royndir seg við einum meira rockkendum ljóði. Tónleikurin er
saknar hon. - Konditaríið dámdi mær øgiliga væl ta tíð, tað var. Har dámdi mær væl at fara inn at hvíla meg, sigur Gudrid at enda. [...] Sørensen, hevur eisini havt tað fyri at koma til Havnar, tá ólavsøka er. - Tá eg var 12, giftist systir mín til Havnar. Líka síðan tá havi eg verið á ólavsøku so at siga á hvørjum ári, sigur Gudrid. Tað [...] Tað hevur ikki altíð verið eins lætt at koma til Havnar á ólavsøku. Skuldi tú til Havnar av Viðareiði fyri 50 árum síðan, skuldi tú rokna við minst einum degi bara at ferðast í. - Fyrst skuldi man sigla
summarsteðginum, og legði B36 á odda 1-0. At heimamenninir komu afturúr merkti, at teir komu longri fram á vøllin í eini roynd at javna, og hetta gagnnýtti B36 til at fara í mótálop. Og tað eydnaðist væl. [...] Tað er tó munur á botnliðunum og hinum liðunum – ein er tann, at botnliðini hava truplari við at umseta málmøguleikar til mál. Hetta kom at kosta 07 Vestur longu í 12. minutti, tá ið B36 tók av fyrsta møguleika [...] hálvleik slapp ein púra leysur Róaldur Jakobsen at økja til 3-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan. 07 Vestur lítla vón Hjá heimamonnunum ráddi um at fáa eitt mál tíðliga í seinna hálvleiki, og tað
free-lance'arunum er sloppin at finna egnar sponsorar fyri at fíggja sína egnu løn, og enntá mátti Kringvarpið takka P/F Poul Michelsen fyri at gera tað gjørligt at hava eina »syngið føroyskt« [...] bara meint í skemti, tá tey á Rás2 lova at burturluta plattar av øli. Men tað er ikki skemt meira, um Bjørn Kalsø heldur, at tað er øl sum skal til, fyri at privati miðilin skal hava fatur á public [...] strangastu rúsdrekkalóg, so vita tey hjá politinum ikki, um tað er lógligt at reklamera so nógv fyri sterkum øli – og at burturluta sterkt øl til børn sum gomul, sum Kringvarpið ger. Kanska
vegna skaðar, men venjarin, Andreas F. Hansen, fegnast um, at hópurin er breiður. - Vit hava sjey á vøllinum í senn. Vit hava somikið góða breidd, at alt ikki liggur á herðunum hjá einum spælara. Vit hava [...] um venjingarnar seinastu dagarnar. VÍF-venjarin Kári Mortensen metir, at kvinnurnar hjá honum eru so til reiðar, sum tað ber til at vera. - Jú, vit eru klárar. Vit eru so klárar, sum vit kunnu vera, sigur [...] dygdir, sigur Kári. Simona Petersen er javnan ein einmansherður hjá Kyndli, og Kári sigur, at tær sjálvsagt fara at hava fokus á henni. - Men eitt passandi fokus, leggur hann afturat. Onnur FM-finalan verður
Skála. Tað vil siga, at tit eru favorittar at vinna seks stig á páskum? -Higartil hava vit bara spælt á heimavølli ímóti Víkingi, og tað gekk væl. Tað er fyrst og fremst á heimavølli, at sigrarnir skulu vinnast [...] virðing fyri bæði AB og Skála, men sjálvandi vóna vit at vinna. Tað er strika í rokningini, at KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð ikki hevur verið førur fyri at spæla seinastu ferðirnar, men bæði hann og Heðin [...] sum var aftanfyri 2-0, áðrenn tað kom skil á liðið: -Nú fokusera vit á, at AB kemur norður higar í dag. Ein av avbjóðingunum er, at vit skulu vera klárir frá fyrsta bríksli. Tað vóru vit ikki ímóti EB/Streymi
men her skulu vit arbeiða fram ímoti at fáa eitt skapandi ungdomshús. Tad er eitt øki á Karlamagnusarbreyt til endamálið. Somuleiðis kundi eg ynskt, at vit hyggja at fritiðartørvinum hja børnum frá 4 til [...] ella minni kjakast um, men eisini var nomið við at tann bussleiðin skal koyra í vikuskiftinum. Somuleiðis var stort ynski um, at fáa landsmyndugleikarnar at seta ferð á aftur Ytra Ringveg. Er tú samdur við [...] skúla. Tað er eisini átrokandi, at gera nakað við ferðslutrygdina við skúlan við Løgmannabreyt Útstykkingar. Vit hava gjørt útstykkingar við Myllutjørn í Hoyvík. Ynskiligt er, at gera leiguíbúðir til eldri
stabilt, og tað er tað, sum hevur týdning. Jógvan Skorheim sigur, at hann sjálvandi fegnast um góða úrslitið, og at hann stendur til at verða afturvaldur. – Men eg havi sjálvandi eitt sindur fjáltri [...] Eirikur Lindenskov – Eg haldi, at eg bíði við at taka støðu til nakað, fyrr enn úrslitið er greitt valkvøldið. Tað sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík. Hann hevur einsamallur [...] Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava gjørt nakra avtalu um, at samstarvið skal halda fram aftan á valið, sigur hann, at tað hava tey ikki. – Vit mugu fyrst síggja, hvussu úrslitið verður,