KÍ skal verja borg á páskum

Nýggi AB venjarin vónar, at hansara bera avrikið í 2. hálvleiki ímóti Skála víðari

Eyðun Klakstein var ikki nøgdur við tað, sum hansara menn sunnudagin vístu fyrsta hálva tíman við Margáir. Hesa løtuna spældi EB/Streymur KÍ sundur og saman, og um marginalirnir vóru við, so kundi støðan havt verið uppaftur verri fyri KÍ, sum var aftanfyri 2-0, áðrenn tað kom skil á liðið:

-Nú fokusera vit á, at AB kemur norður higar í dag. Ein av avbjóðingunum er, at vit skulu vera klárir frá fyrsta bríksli. Tað vóru vit ikki ímóti EB/Streymi, og tí taptu vit. Tað hava vit vónandi lært av, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Eftir tríggjar torførar útidystir – ímóti ÍF, HB og EB/Streymi – eiga tit nú heimavøll ímóti AB og Skála. Tað vil siga, at tit eru favorittar at vinna seks stig á páskum?

-Higartil hava vit bara spælt á heimavølli ímóti Víkingi, og tað gekk væl. Tað er fyrst og fremst á heimavølli, at sigrarnir skulu vinnast. Vit hava stóra virðing fyri bæði AB og Skála, men sjálvandi vóna vit at vinna.

Tað er strika í rokningini, at KÍ toppskjúttin Páll A. Klettskarð ikki hevur verið førur fyri at spæla seinastu ferðirnar, men bæði hann og Heðin Klakstein vera við hósdagin. Gunnar Christiansen er leikbannaður. Hann sá gult ímóti EB/Streymi, og tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, sá hann aftur gult og harvið reytt.

Í fyrradagin komu boðini av Argjum um, at Bill Jacobsen er givin, og at Oddbjørn Joensen nú hevur ábyrgdina av liðnum.

 

 

Á Argjum hevur fótbóltslagið onkuntíð verið betri, enn tað er nú. 1-1 á heimavølli ímóti Skála var stórt vónbrot, men tað hevði verið uppaftur verri, um Sorin Anghel ikki hevði javnað í evstu løtu. Kortini heldur Oddbjørn Joenen seg duga at síggja onkran glotta:

-Í 2. hálvleiki gekk nógv  betur. Vit arbeiddu væl, og tá høvdu vit fleiri góð innlegg. Í 1. hálvleiki var tað ov nógv upp á tvørs og aftureftir, og tá skaptu vit ov lítið, sigur Oddbjørn Joensen við AB heimasíðuna, og hann hevur gott mót:

-Um vit spæla sum í 2. hálvleiki, so so verða vit málsóknir, heldur Oddbjørn Joensen.

Jóan Símun Edmundsson er framvegis skaddur, og Sørin N. Samuelsen er leikbannaður. Kári Nielsen, Beinir Ellefsen og Cristian í Garði eru tøkir aftur.