Heðin Askham hevði fyri fyrstu ferð ábyrgdina av NSÍ ólavsøkudag, tá ið teir svørtu og gulu rættuliga bjóðaðu HB av í Gundadali. HB vann 3-2, men NSÍ avrikið var miðvíst og skilagott.
-Vit vita, at tað er á teirra hálvu, at teir skulu takast, tí frammanfyri mótstøðumálið eru teir vandamiklir. Eg eri nøgdur við liðavrikið, og eg haldi, at vit spældu væl. Trupulleikin var persónligu mistøkini, sum HB sektaði, vísti NSÍ venjarin á og sipaði harvið til støðurnar, tá ið sera væl upplagdi Símun Samuelsen skoraði trý mál. Tað fyrsta var eftir kiksaða afturlegging, tað næsta var eftir soloavrik í vinstru, og tað triðja var við frísparki tíggju metrar uttanvert brotsteigin. Bólturin tók í manngarðin og snýtti Kristian Joensen.
Næsta avbjóðingin hjá Heðini og NSÍ er í dag, tá ið ÍF vitjar. NSÍ er skert á tann hátt, at bæði Árni Frederiksberg og Pól Jóhannus Justinussen, sum hava verið millum teir eyðsýndastu, eru leikbannaðir.
ÍF fagnaðurin var stórur eftir 2-1 sigurin á B36. Tað var væl skiljandi, og tað var einki at siga til, at teir í B36 fyri aðru ferð í eina viku vóru ógvuliga vónbrotnir. Á Argjum mistu teir 2-0 leiðslu og taptu 3-2, og ímóti ÍF vóru teir á odda í ein tíma við einum máli, og B36 hevði fleiri risa møguleikar at økja um leiðsluna. Men Jákup Mikkelsen bjargaði fleiri ferðir, tá ið B36 menn vóru púra leysir. Dánjal á Lakjuni kom á vøllin, tá ið ein hálvur tími var eftir, og hann var ógvuliga eyðsýndur í ÍF álopsspælinum, samstundis sum ágrýtni hjá honum lyfti hinar upp í verjupartinum.
-Vit rokna við at møta einum góðum liði, og at talan verður um tætta uppgerð, ivist eg onga løtu í, sigur Albert Ellefsen, sum sigur seg kenna væl, at hansara spælarar hava stórt sjálvsálit.
Tað er kapping um plássini í Fuglafirði, men Poul N. Mikkelsen er framvegis skaðadarvaður, og tað er ivasamt, um Bogi R. Petersen verður førur fyri at spæla ídag. Hann koykti fótin undir venjing í vikuni.
NSÍ-ÍF: Páll Augustinussen kl. 15.00.