Í gjár skipaði Sjálvstýrisflokkurin fyri býráðsvalfundi á skúlanum við Løgmannabreyt. Har var fitt av fólki og umboð fyri politisku flokkarnar løgdu fram síni sjónarmið. Evnini sum komu fram á fundinum vóru sjálvsagt mest um umstøðurnar í Hoyvík. Eg førdi hesu mál fram.
Fótbóltsvøllur í Hoyvík. Vit hava bygt henda framur flotta skúla fyri nogvar milliónir, sera flott og neyðugt arbeiði. Vit hava sett 3 milliónir av, til at fyrireikað og staðseta ein nýggjan fótboltsvøll i Hoyvik, her er ein nýggj kanning gjørd, men enn er eingin politiskt støða tikin um endaligu staðsetingina, men hon kemur fyrsta dagin.
Hoyvíkshøllin. Vit skulu útbyggja hoyvikshøllina meira í framtiðini, serliga umklæðingarúmini. Her eru 2 milliónir settar av í 2013.
Børn og ung. Vit hava fingið ungdómsvirksemi í Klubb 188 og men her skulu vit arbeiða fram ímoti at fáa eitt skapandi ungdomshús. Tad er eitt øki á Karlamagnusarbreyt til endamálið. Somuleiðis kundi eg ynskt, at vit hyggja at fritiðartørvinum hja børnum frá 4 til 5 flokk.
Serstovu í Hoyvíkar skúla. Vit hava gjørt eina serstovu í Frítíðarskúlanum í Hoyvík. Men her eru ov smáir karmar hjá børnum við fakligum avbjóðingum, her hevði verið ynskiligt at útbygt í Hoyvíkar skúla .Tað ber til og har er nógv faklig vitan og royndir td. fyri børnum við autismu.
Ferðslatryggir vegir. Ferðslutryggur vegur er gjørdur við Hoyvíkar skúla. Tað er eisini átrokandi, at gera nakað við ferðslutrygdina við skúlan við Løgmannabreyt
Útstykkingar. Vit hava gjørt útstykkingar við Myllutjørn í Hoyvík. Ynskiligt er, at gera leiguíbúðir til eldri,støk, lesandi í Hoyvík. Her er upplagt, at lata Búðstaðir byggja íbúðir burtuav teimun vinnustykkjum sum eru tøk í Hoyvík.
Nei til hitastøð sum granna. Hitamiðstødin, her skal ein nýggj staðseting finnast. Vit kunnu ikki byggja eina dálkandi orkustøð millum fólk og ein barnagarð.
Kirkjugarður. Vit skulu blíva samd um eina staðseting um ein kirkjugarð i Hoyvik.
Gøtuljós. Annars eru fleiri gøtuljós sum vanta ella eru óvirkin. Hetta skulu vit eisini rætta til.
Bussleiðin. Alt hettar omanfyri var meira ella minni kjakast um, men eisini var nomið við at tann bussleiðin skal koyra í vikuskiftinum. Somuleiðis var stort ynski um, at fáa landsmyndugleikarnar at seta ferð á aftur Ytra Ringveg.
Er tú samdur við hesum set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum týsdagin.









