Í kvøld kl. 21.00 fara tvær spennandi ungar kvinnur at spæla hvør sína konsert í Sirkus í Havn.
Tær eru ávikavist Súsanna Herálvsdóttir og Rannvá Jacobsen - ella bara Rannvá, ið hon rópar seg sum tónleikara. Rannvá hevur guitaristin Sveinur Dam afturat sær, meðan Súsanna Herálvsdóttur framførir síni løg einsamøll.
Súsanna Herálvsdóttir
Súsanna Herálvsdóttir (myndin) er føroysk, men er uppvaksin í Danmark. Hon er songkvinna og sangskrivari við "einum serligum norðurlendskum stíli", sum lýst á Facebook fjepparasíðu hennara. "Lætt er at hoyra kærleika hennara til Føroyar og tað dulda, gandakenda í hennara løgum", stendur víðari.
Súsanna er von við at framføra síni egnu løg einsamøll, har hon syngur og spælir guitar. Í løtuni samstarvar hon tó við ein bólk av tónleikarum. Hetta merkir, at tónleikur hennara er vorðin heldur minni sorgblíður enn áður, og at hon royndir seg við einum meira rockkendum ljóði. Tónleikurin er eitt sindur ljósari, men eins inniligur.
Hetta er fyrstu ferð, at Súsanna hevur konsert í Føroyum, og er hon sera spent uppá hetta. Súsanna hevur júst havt føðingardag, og sjálvan føðingardagin gav hon staklagið 'Inadequacy' út.
Lurta eftir 'Inadequacy' og øðrum løgum hjá Súsonnu Herálvsdóttir her, sum hon fer at spæla á konsertini.
Rannvá
Rannvá er uppvaksin í Føroyum, men eisini í Danmark. Og so hevur hon búð í einum lítlum grønlendskum býi, 600 km norðanfyri norðurbreiddina, nevndur Uummannaq. Í sjey mánaðir arbeiddi hon har á einum barnaheimi fyri heimleys børn. Hetta gav henni nógvan listarligan íblástur - so mikið, at Rannvá gjørdi av at leggja 100 prosent dent á tónleikin hareftir.
Rannvá fór síðani til London at lesa 'Vocal Performance and Production', ið hon hevur tikið útbúgving í. Meðan hon búði í London var hon forsangari, sangskrivari og floytuspælari í tónleikabólkinum Frúli Schú.
Í 2011 flutti Rannvá so til Keypmannahavnar, har hon býr enn. Í dag er hon aftur á singer-songwriter sporinum, har hon samstarvar við dugnaliga guitaristin, Sveinur Dam. Rannvá roynir seg eisini innan alternativan electro tónleik.
Lurta eftir løgum hjá Rannvá her.
Konsertin hjá Súsonnu og Rannvá byrjar, sum nevnt, í Sirkus kl. 21.00 í kvøld.
Undir hesi grein eru eisini tvey myndbandaløg hjá Súsonnu Herálvsdóttir at síggja.